Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-23, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2013síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 23. januar 2013 · Nr. 9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttur – Tú kanst siga, at um eg var seriøs­ur akku­rát handan dagin, so hevði tað kanska aldrin blivið til nakað millum okk­um, sig­ur Gunnar og flenn­ur. Nú luttekur Kristina í prát­inum og greiður frá, at Gunnar hevði sett seg í sam­band við hana umvegis Myspace, sum var tað nýggj­ asta tá. Gunnar og Kristina eiga tveir synir, Mathias og Jósef, og skulu í næstum giftast. Mentanarsjokk í Blackburn Í Blackburn skal Gunnar brádliga til at venja saman við Brad Friedel, Richard Dunne og øðrum Premier League spæl­arum. Tað er ein koll­velting í lív­inum hjá unga føroy­ing­inum. Serliga minn­ist Gunnar aft­ur á eina venj­ing­ar­legu mitt í kapp­ ing­ar­ár­ inum. Spæl­ar­ar­nir liva sunt, venja hart og eru seriøsir frá fyrsta degi, men á venj­ing­ar­leguni, sum er í USA, er alt ikki sum tað plagar. – Eg skilti rætt­iliga skjótt, at hetta var ein túr har menn fingu lov at slappa av og hugna sær, greið­ur Gunnar frá. Summir av spæl­arar­unum fara út hvørt kvøld, og tað skal Gunnar eis­ini – sjálvt um hann ikki er so sinnaður. – Tað eina kvøld­ið eri eg á veg í kam­ari, tí vit skulu venja dagin eftir, men so rópar Brad Friedel á meg. »Tú hevur fimm minuttir at skifta, so fara vit«, segði hann við meg, fortelur Gunnar. Gunnar hevur einki val. Aldurs­ forsetin á liðnum hev­ur talað og Gunnar má so fittur aftaná. Dagin eftir gera teir grin við Gunnari, sum ikki megnaði at fylgja við, tá hinir á liðnum stoyttu í seg. – Mark Hughes kom yvir til spælararnar á barrini og segði, at um vit vinna á Bolton, so leggur hann einki í hvat vit gera í kvøld, greiður Gunnar víðari frá. Blackburn vann dystin, sum var ein viku seinni. Gunnar býr í Man­chester, sum liggur tætt við Black­ burn. Eina morgunin hevur hann forsovið seg, og eftir ein skjótan biltúr til Blackburn og heimsmet í at skifta, kem­ ur Gunnar á vøllin tveir min­ uttir ov seint. – Venjarin ýldi í høvdið á mær og spurdi hví eg kom ov seint. Eg segði sum var, at eg hevði ongan umbering. Tað gav faktist eitt sindur av kredit, at eg iki hevði nakra býtta umbering, men átók mær alla ábyrgdina sjálvur, sigur Gunnar. Ein siðvenja í Blackburn og fleiri øðrum Premier League er, at nýggir spælarar skulu syngja ein sang framm­ an­fyri liðnum. Tað fall eisini Gunnari í lut. – Eg valdi at syngja tjóð­ sangin, og tað var til stóran lát­ur fyri Brad Friedel og hin­ ar á liðnum, minnist Gunnar afturá og grínur. City og framtíðin Gunnar skiftir saman við venjaratoyminum frá Black­ burn til Manchester City. Søgan um søguligu min­utt­ ir­nar í Premier League og drúgvan skaðan er skrivað fleiri ferðir. Tíðin í Manchester City er komin at enda og Gunnar leitar nú eftir nýggjum felagi. Hann var fyri kortum og vandi við SønderjyskE. Ein venj­ing, sum bleiv varpað yvir alt kongaríkið, men tað var ikki heilt meiningin. – Eg fór bara niður at hyggja eftir umstøðunum og ætlaði ikki at siga tað fyri nøkrum, men tað gekk ikki so væl, ásannar føroyski lands­ liðs­mál­verjin. Tíðindini fóru umvegis danska fót­bólts­ heimasíðu út í hvørt horn í Føroyum. – Eg havi ongan skund. Tað er meiri av­ger­andi at finna rætta felagið, sigur Gunnar Nielsen at enda. Hann er ikki tengur at flyt­ingar­vind­eyg­anum, tí hann hevur ongan sátt­mála, og kann tí skifta tá hann hevur hug. Frá C lið­num í HB og Hessel Gods Fodbolds­skole til Blackburn og Manchester City. Nú er spenn­andi havt meiri yrkis­leiðin hjá Gunnari hevur at bjóða uppá. trondur@sosialurin.fo Eg valdi at syngja tjóðsangin, og tað var til stóran látur fyri Brad Friedel og hinar á liðnum Ein ungur Gunnar í enskari landsliðstroyggju Forsíðan á Sosialinum dagin eftir at Gunnar kom á vøllin í Premier League