mikudagur 23. januar 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
eykablað l januar 2013
Ókeypis lýsingarblað
6
Tórsgøta er
handilsgøtan í Havn
- Tað er ógvuliga hugnaligt at handla í miðbýnum um jóltíðir, og býráðið gongur á odda at pynta og fjølga
um miðbýin, sigur Birgir Carlsson, ið saman við mammu síni og mostir síni eigur klædnahandilin Hjá Kissa
Í knappa hálva øld eru buksur, jakkar,
slips, hosir og onnur klædnapløgg
sift um diskin í klædnahandlinum, Hjá
Kissa í Tórsgøtu.
Tað var Jens Christian Carlsson, sum
ein so navnframan dag sum 14. sep
tember í 1964 setti handilin á stovn, og
tað er næstan at rokna út, at Jens Chris
tian í dagligari talu varð nevndur Kissa.
Kissa hevði tá í mong ár starvast
innan manufakturhandil, og var sjálv
ur vorðin 48 ára gamal, tá hann setti
sín egna handil á stovn.
Í dag er tað abbasonurin, Birgir
Carlsson, ið er dagligur leiðari í handli
num.
- Eg byrjaði her í 2000, eftir at
hava arbeitt í 20 ár í Føroya Banka,
sigur Birgir Carlsson.
Tað er hann, sum saman við
mammuni og mostrini eiga handilin.
- Eg haldi, at Tórsgøta í stóran
mun í dag kann kallast miðbýurin, og
und-ir øllum umstøðum er Tórsgøta í
dag vorðin handilsgøta í miðbýnum,
sigur Birgir Carlsson.
Heilt uppi frá City, um Hjá Kissa og
Mariu Poulsen, matstøðini Restaurant
11 og Hvonn oman til Andrias í Vágs
botni og Kallkyn eru handlar.
- At Valhøll hevur latið upp skapar
eisini lív í býnum, sjálvt um vit ikki
akkurát merkja so nógv til tað um
dagin, sigur Birgir Carlsson.
Hann heldur annars, at handlarnir
samstarva nógv betur nú enn fyrr.
- Nú eru vit fleiri handlar, sum hava
útsølu um somu tíð, og vit arbeiða
munandi betri saman nú, sigur Birgir
Carlsson.
Hugni í miðbýnum
Hann heldur, at miðbýurin seinastu
árini er vorðin ógvuliga hugnaligur at
handla í.
- Um jóltíðir er ógvuliga væl pynt
að, og har má eg siga, at býráðið
gongur á odda. Her er ógvuliga hugna
ligt í miðbýnum, sigur Birgir Carlsson.
Hann sigur, at tað hevur stóran
týdning, at Vikublaðið gevur út eitt
miðbýarblað.
- So nýtist fólki ikki at leita í
øllum bløðunum fyri at finna fram
til, nær miðbýurin hevur útsølu,
og tað dregur altíð fólk til, tá eitt
miðbýarblað kemur út, sigur Birgir
Carlsson.
Hann heldur annars, at tað kemur
fitt av fólki í Tórsgøtu, men gongugøt
an er heldur tóm.
- Tað er ikki slíkt handilslív í
gongugøtuni nú, sum tað var fyrr. Tað
eru heldur ikki so nógvir handlar har
longur, sigur Birgir Carlsson.
Hjá Kissa hevur næstan 50 ár á baki,
og handilin hjá Mariu Poulsen er eisini
ein annar gamal handil í gøtuni. Somu
leiðis er við Sjómansheiminum, sum tó
í dag kallast Hotel Tórshavn og Hvonn.
Tjóðpallurin liggur eisini í gøtuni,
og gamla Reinsaríið er ein onnur
mentanarháborg, eins og nýggja
Perlan ber seg væl í Tórsgøtu.
Vána parkeringsviðurskifti
Eitt hjartasuff kemur tó frá handils
manninum í Tórsgøtu.
- Parkeringsviðurskiftini eru sera
vánalig. Vit vita, at føroyingar helst
skulu koyra heilt til dyrnar, og her
í miðbýnum eru parkeringsplássini
rættiliga fá. Tí harmar tað, at fólk,
sum arbeiða í miðbýnum, upptaka tey
fáu parkeringspláss, ið eru, sigur Birgir
Carlsson.
Hinvegin heldur hann, at tað
hevur riggað ógvuliga væl at havt
ísvøllin í gamla kommunuskúla
garðinum.
- Tey fáu parkeringsplássini, sum
ísvøllurin tekur, bilar ikki, tí tey verða
ríkiliga vunnin aftur á Skálatrøð. Og
ísvøllurin savnar nógv fólk, og tað er
gott fyri miðbýin, hóast tað sjálvandi
var óheppi, at vøllurin stóð stongdur
eina tíð, sigur Birgir Carlsson.
Eini trý parkeringspláss eru komin í
sjálvari Tórsgøtu, og tað hjálpir í tann
mun, at tey ikki eru upptikin av fólki,
ið arbeiðir í miðbýnum.
- Tað riggar illa at hava ein bilfrían
miðbý, tí føroyingar sum nevnt helst
vilja koyra heilt til hurðina, sigur Birgir
Carlsson.
Fiskar í frítíðini
Sum yngri íðkaði Birgir Carlsson
bæði fótbólt og serliga borðtennis,
og hann var í mong ár millum allar
bestu borðtennisleikararnar í landi
num. Hann hevur eisini luttikið á fleiri
oyggjaleikum á borðtennis landslið
num.
Men nú eru bæði borðtennis og
fótbóltur løgd á hillina.
- Nú er tað bara síla- og laksa
fiskarí, sum fer við allari frítíðini.
Summarfrítíðin fer kann eg siga
øll sum hon er í Saksun, har eg og
beiggjarnir hjá mær hava eitt summar
hús, sigur Birgir Carlsson.
Har niðri fer so tíðin við at fiska síl
og laks.
- Laksafiskaríið er nógv meiri
spennandi, og meginparturin av
mínari frítíð fer við at fiska laks og síl,
sigur Birgir Carlsson.
Í løtuni fyrireikar hann útsøluna í
handlinum, sum byrjar hósdagin.
- Sum nevnt hava vit fleiri haldlar
útsølu í senn, og fyri okkara viðkom
andi ræður tað so um at sleppa av
við pløgg, sum vit kanska hava keypt
skeivt inn, so vit fáa pláss fyri nýggj
um vørum, sigur Birgi Carlsson.
Útsølan varar í eina góða viku ella
báðar tvær.
- Og so plaga vit at enda við einum
útsølu endabresti, og tað kann so
ganga inn í triðju vikuna, sigur Birgir
Carlsson, sum fegnast um tiltakið hjá
Vikublaðnum at geva út eitt miðbýar
blað.
Kissa – Jens Christian Christiansen
Var føddur í Havn í 1916.
Hann var sonur Hanneman hjá Mikkjal í Dali.
Kissa fór beint eftir skúlan í læru hjá Arge urmakara
í Klokkarastovu í Bringsnagøtu. Men tá pápi hansara
fórt við fransaskonnartini Martu við Fair Isle í Hetlandi
í 1929, mátti Kissa gevast við læruni. Hann fekk starv í
handlinum hjá Hans Joensen, so hann kundi hjálpa til at
breyðføða familjuna.
Kissa var hjá Hans Joensen í eini 35 ár – til
hann í 1964 byrjaði fyri seg sjálvan við egnum
mannfólkaklædnahandli.
Kissa var næstelstur av seks systkjum. Hini vóru Eli
f. 1915, Ingrid f. 1918, Borghild f. 1921, Herman f. 1922 og
Mikkjal f. 1925.
Kissa doyði í 1996 – 80 ára gamal.