Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-23, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. januar 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

eykablað l januar 2013 Ókeypis lýsingarblað 18 Kallkyn - alt frá ungum til eldri Klædnahandilin Kallkyn í Vágsbotni hevur eitt breitt úrval av klæðum til mannfólk í øllum aldri. Hetta eru klæði frá innast til uttast, bæði til gerandisbrúk og til betri høvi Tað er Karin Meyer, sum eigur handilin Kallkyn í Vágsbotni. Hon byrjaði sítt virksemi sum sjálvstøðug handils­ kvinna í Tórsgøtu hin 29. oktober í 1992 - stívliga tríggjar vikur eftir, at Sjó­vinnu­bankin var farin á húsagang. Hetta var í ringastu kreppu í Føroyum í nýggj­ari tíð, men Karin hevði dirvi og áræði. Í eini fýra ár var adressan hjá Kall­ kyn í Tórsgøtu, men øll árini síðan hevur handilin húsast í Grím Kambands­gøta 3 - ella í Vágsbotni, ið flestu siga, sum húsast her við sjóvar­málan. Havi rættar prísir - Eg havi alla tíðina lagt dent á, at Kallkyn skal vera ein hugnaligur og áhugaverdur handil við góðum útboði til dreingir, ungar menn og til ungar eldri menn, sum handilseigarin plagar at taka til. Kallkyn er eisini handilin við teimum røttu ­prís­unum fyri tey røttu klæðini. - Eg havi altíð lagt stóran dent á, at klædnavørurnar ikki skulu kosta meiri, enn tær ”eiga” at kosta. Hetta trúgvi eg roynist best í longdini. Selir tú vørur­nar dýrari, enn tær eiga, bítir hetta seg í halan, sum tíðin gongur. Tá snýtir tú ikki bara kundan, men í longd­ini eisini teg sjálva, sigur Karin Mey­er. Handilseigarin vísir á, at við mann­ fólki er tað oftast soleiðis, at tey fara ikki út at keypa klæði, fyrr enn tey skulu brúka okkurt. Ymisk klædnamerki Laila Jacobsen, sum starvast í Kallkyn, sigur, at tey hava nøkur klædnamerki, sum eru nógv eftirspurd og selja væl. - Eitt av merkjunum, sum vit hava havt í nógv ár, er Blend, sum bæði fæst í buksum, blusum, t-shirts, troyggjum og jakkum. Klæðir av hesum merki fást fyri góðan prís, sum hon tekur til. Hon vísir á, at Bertoni er eitt annað klædnamerki, sum er eitt sindur dýrari og fínari, og í hesum merki fáast eitt nú skjúrtur, troyggjur og klædningar. - Hetta merki hava vit eisini selt í nógv ár, sigur Laila sum leggur aftrat, at merkini Bison og Linberg, ið Kallkyn eisini selir, eisini eru partur av vøruútboðnum. Undirklæði til øll Kallkyn selir eisini undirklæði til dreingir, menn og eldri. - Hetta eru tey sonevndu JBS-undir­ klæðini, sum er eitt gamalt danskt kædnamerki. Laila sigur, at JBS-undirklæði eisini fáast í ymiskum undirmerkjum, eitt nú Classic, Black & White og Workshop. - Her er talan um øll møgulig sløg av undirklæðum - alt frá undirbuksum við splittu, sum eldri menn serliga keypa, til boxershorts úr mikrofiburtilfari. Uppi í konseptinum fáast eisini undirtroyggjur við longum ermum, stuttum ermum og undirtroyggjur við stroppum, sigur Laila Jacobsen. Friðsælt og hugnaligt Handilseigarin, Karin Meyer, plagar at siga, at hon elskar at handla í Vágsbotni, men tað er eisini munur á, at meiri lív er her niðri nú, enn tá hon byrjaði. - Eg kundi slett ikki hugsað mær at handla í einum stórum handilsdepli. Umhvørvið í Vágsbotni er so deiligt og hugaligt. Her er so friðsælt, og hetta er so gott fyri sálina. Eg elski eisini miðbýin í Havn, hevur Karin Meyer sagt, tá hon er spurd, hvussu henni dámar at handla niðri í gomlu Havnini. - Umhvørvið í Vágsbotni er so deiligt og hugaligt. Her er so friðsælt, og hetta er so gott fyri sálina, sum eigarin av Kallkyn, Karin Meyer, plagar at taka til Mynd: Álvur Haraldsen Áarvegur 12, Tórshavn, tel. 321706