fríggjadagur 25. januar 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Arbeiðið at gera Sandoyar
tunnil, skal framskundast.
Tað ætlar Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður.
Hann fer nú av álvara at
taka spurningin um Sand
oyartunnil upp í samgong
uni.
Endamálið at framskunda
ætlanina og gongst, sum
løgmaður ætlar, verður farið
undir tunnilin longu um tvey
ár, ella í 2015.
Tískil vónar hann, at at
hann fær politiska undirtøku
í samgonguni til at seta Sand
oyartunnilin á politiska skrá
við tí fyri eyga at gera hann.
Í hesum sambandi fer
hann nú at seta ein bólk
við
umboðum
úr
øllum
samgonguflokkunum
at
gera ítøkiligt uppskot um,
hvussu tað fasta sambandið
til suðurøkið í Føroyum skal
skipast.
Løgmaður ætlar, at hesin
bólkurin skal vera liðugur í
heyst.
Hann leggur afturat, at tað
er í samsvari við samgongu
skjalið at taka Sandoyar
tunnilin upp. Har stendur, at
ein fylgibólkur skal koma við
einum uppskoti í summar.
– Tað klára vit so ikki, men
ístaðin ætli eg, at bólkurin
skal vera liðugur í heyst, sig
ur løgmaður.
Hann sigur, at tá ið Sand
oyartunnilin er veruleiki,
eiga vit at hyggja enn longur
fram og at fara undir tunnil
til Suðuroyar, men tað liggur
sjálvandi longur frammi í
tíðini.
Nógv ljósari út
Løgmaður
staðfestir,
at
hóast vit enn í fíggjarligari
trongstøðu, sær munandi
ljósari út nú, enn tað gjørdi
fyri trimum ella fýra árum
síðani.
– Undir øllum umstøðum
er tað okkara ábyrgd at
byggja landið út og ta ábyrgd
ina eiga vit ikki at leggja til
viks, heldur ikki í búskapar
liga trongum tíðum.
– Sostatt er Sandoyar
tunnilin eitt av stórmálunum,
samgongan skal loysa í næst
um, tí vit kunnu ikki sita
hendur í favn ímeðan fólka
talið í Sandoy alsamt fjarðar
burtur.
Hann heldur somuleiðis,
at vit hava ikki ráð til at
missa suðurøkið í Føroyum
úr føroyska samfelagnum.
Her hugsar hann fyrst
og fremst um Sandoy, har
fólkatalið alsamt minkar,
men hann hugsar eisini um
Suðuroy, hóast oyggin hev
ur fingið eina rættiliga inn
spræning síðani uppsjóvar
virkið fór undir virksemið á
Tvøroyri.
Hinvegin er løgmaður eis
ini púra sannnførdur um, at
sum heild er tíðin farin frá
ferjusambandi, tí tað verður
bara dýrari og dýrari, so hvørt
sum oljan, og aðrar vørur og
tænastur, alsamt dýrka, eins
og ferjur skulu skiftast út við
jøvnum millumbili.
Stórar pengakassar
Ein Sandoyartunnil kostar
800 milliónir og í hesum
sambandi verður fíggingin
ein stórur trupulleiki.
Men her letur løgmaður
allar møguleikar standa opn
ar, eisini teir heilt óvanligu
møguleikarnar.
– Tað er skeivt at stara seg
blindan upp á nakra ávísa
fígging, tí vit alla at kanna
allar møguleikar.
– Landskassin er ein
møguleiki. Men vit hava
eisini nógvir aðrir kassar í
landinum, sum eru fullir av
pengum, eitt nú eftirløns
feløg.
– Spurningurin er, hvat
endamálið er við teimum,
skulu teir koma føroyska
samfelagnum til góðar, ella
skulu teir brúkast til íløgur
uttanlands?
Kanska hevur Tórshavnar
kommuna eisini áhuga í
málinum við tí fyri eyga at
Sandoy verður løgd saman
við Tórshavnar Kommunu
einaferð seinni.
Samstundis hevur Lands
verk skotið upp at krevja
fleiri bummgjøld og at hækka
avgjaldið á brennievnið.
– Hetta er ikki viðgjørt
politiskt, men hetta eru so
eisini møguleikar, sum fara
at verða umrøddir, sigur Kaj
Leo Holm Johannesen.
aki@sosialurin.fo
Sandoyartunnilin byrjar um tvey ár
SAMFERÐSLA
Løgmaður fer
nú av álvara at
taka málið um
Sandoyartunnil
upp í samgong
uni við tí enda
máli at skunda
undir arbeiðið
TÍÐINDI
Ikki væl dámt
Eg taki ikki málið um Sandoyartunnilin upp, fyri at
tekkjast veljaranum, tí eg ivist ikki í, at hetta fer at
elva til stóra mótstøðu í miðstaðarøkinum. Tað sigur
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum nú ætlar
at skunda undir arbeiðið at gera Sandoyartunnilin.
Alneyðugt
Skulu vit hugsa um fólkavøksturn, er tað alneyðugt
at knýta Sandoy, og seinni, Suðuroy upp í meginøkið,
heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður. – Tað
gevur okkum heilt aðrar møguleikar fyri samferðslu og
samvinnu og sostatt eisini fyri búskaparligum vøkstri.
Landsverk metir, at ein
Sandoyartunnil fer at kosta
800 milliónir krónur og at
hann kostar 8,4 milliónir
krónur um árið at reka.
Landsverk mælir til, at
tunnilin gongur av Gomlu
rætt á Streymoy, í Traðardal
á Sandoy og talan verður
um ein tunnil, sum er 10,5
kilometrar langur og tað
tekur fýra ár at gera hann.
Av tí at tunnilin við
Gomlurætt verður bratt,
skulu tveir kilometrar
av tunlinum hava tríggj
ar breytur, so at akfør, ið
ikki kunnu halda ferðina
í mótbrekku, hava eina
krúpibreyt.
Landsverk hevur eisini
hugsað um ein tunnil av
Gomlurætt til Skopunar.
Hesin tunnilin er styttri
og bíligari við tað, at hann
verður 9,2 kilometrar lang
ur og kostar 7,4 milliónir
um árið at reka.
Í hesum føri verður
tunnilin so brattur við
Skopun og við gomlurætt,
at 4,5 kilometrar av hon
um skulu hava tríggjar
breytir.
Landsverk heldur tó,
at besta loysnin er at gera
tunnilin
til
Traðardal.
Verður tunnilin lagdur til
Skopunar, skal høvuðs
ferðslan úr Skopun ganga
um Hálsin, sum brattur og
liggur høgt.
aki@sosialurin.fo
800 milliónir
SANDOYARTUNNIL
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skjýtur nú nýtt lív í umstríddu ætlanina at gera undirsjóvartunnil
í Sandoynna og gongst, sum hann vil, verður koyrandi í Sandoy um eini sjey ár
Vit hava ikki ráð til at missa
suðurøkið í Føroyum úr føroyska
samfelagnum