Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-25, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. januar 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvslýsing Føroya Tele søkir fíggjarstjóra Fíggjarstjórin er ein lyklapersónur á Føroya Tele, sum hevur stóran týdning fyri, at felagið hevur ein effektivan rakstur og mennist í samsvari við strategi felagsins. Fíggjarstjórin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av roknskapi, greiningum, bókhaldi, goymslu og KT á Føroya Tele. Harumframt er fíggjarstjórin saman við stjóranum nevndarlimur í dótturfeløgum. Talan er sostatt um eitt krevjandi starv, sum krevur ein sterkan fakligan førleika, eitt gott yvirlit og góð leiðsluevni. Føroya Tele er fjøltáttað fyritøka, og tí er umráðandi, at tú hevur ávísan kunnleika til fjarskiftisvinnuna og skjótt kanst seta teg inn í rák og avbjóðingar, sum gera seg galdandi. Fíggjarøkið er ein virkisfús eind, sum saman við restini av samtakinum arbeiðir við at økja virðini í fyritøkuni. Fíggjarstjórin hevur umleið 30 fólk undir sær og fær yvirskipaðu ábyrgdina av trimum deildum: Fíggjardeild, KT-deild og Goymslu. Vit vænta, at tú hevur eina viðkomandi búskapar- liga útbúgving frá hægri lærustovni, t.d. cand. merc, cand. oecon innan fyri fíggjarstýring og/ella roknskap ella líknandi. Harumframt er umráðandi, at tú hevur leiðsluroyndir ella eyðsýndar leiðslu- eginleikar. Lønar- og setanartreytir verða eftir nærri avtalu. Spurningar um starvið fáast við at venda sær til Kristian R. Davidsen, stjóra, antin við at ringja á telefon 30 30 30 ella við at skriva teldupost til krd@ft.fo. Hevur tú áhuga at gerast fíggjarstjóri í Føroya Tele, kanst tú senda okkum eina umsókn við avriti av prógvum, CV og skjølum í seinasta lagi mánadagin 4. februar 2013, kl. 12. Umsóknin verður at senda til Starvsfólkadeildina, antin við telduposti til sfd@ft.fo ella: Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postboks 27 FO-110 Tórshavn Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Klingran I Postsmoga 27 I 110 Tórshavn I Telefon +298 30 30 30 I ft@ft.fo I www.ft.fo Føroya Tele søkir eftir einum virkisfýsnum fíggjarstjóra við góðum analytiskum evnum at standa á odda fyri Fíggjardeildini.