fríggjadagur 25. januar 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Neistin hevði ikki stórvegis trupul
leikar við at vinna seg í steypa
finaluna, tá tær vunnu seinnu
hálvfinaluna móti Kyndli. Úrslitið
gjørdist 25-20.
Neistin var favorittur undan
dystinum og tær lotu ongan iva
verða um útfallið. Kyndil megnaði
ongantíð at trýsta Neistan eins og
tær gjørdu fyrru hálvfinaluni, tá
tær millum annað vóru á odda við
tveimum málum í hálvleikinum.
Dysturin var rótutur við nógv
feilavleveringum og fleiri brendum
málmøguleikum.
Serliga
stóð
Maria Samuelsen væl í málinum
hjá Neistanum. Tað endaði við at
Neistin vann 25-20. Samanlagt
vinna tær 52-41.
trondur@sosialurin.fo
coca cola kappingin seinna hálvfinala
Ikki óvæntað eru kollfirðingar
komnir í steypafinaluna, men aftur
hesa ferð taptu teir fyri H71 í høllini
í Hoyvík. Heimaliðið vann 22-20,
men gestirnir vinna samanlagt 49-
37.
Dysturin var merktur av nógv
um villum og rótutum spælið.
Serliga kollfirðingar tóktust langt
við síðuna av sær sjálvum. Teir
hava í alt ár spælt góðan hondbólt,
men annan dystin á rað hevur tað
ikki gingið so væl í hond.
Støðan í hálvleikinum var bara
8-8, og tað avspeglar eisini avrikini
hjá verjunum og málverjunum, sum
vóru góð. Í seinna hálvleiki gekk
javnt á, men tað eydnaðist H71 at
knúgva kollfirðinginum seinastu
minuttirnar og vinna við tveimum.
Kollfirðingar kunnu nú gleðast
um at verða komnir í steypafinal
una, meðan hoyvíkingar fegnast
um at hava reist seg eftir stórtapið
í fyrru hálvfinaluni við tveimum
sigrum á KÍF.
H71(15) - (29)KÍF 22-20 (8-8)
KÍF vinnur samanlagt 49-37
H71: Bogdan Florea 7, Rúni Højgaard 6, Ári J. Olsen 3, Hallur Biskopstø 2,
Rógvi Sørensen 1, Bogi G. Davidsen 1, Hans Kári Hansen 1, Tróndur Arge 1
KÍF: Nicklas Selvig 7, Tony Weyhe 3, Ási Dam 3, Poul Finnur Egholm 2,
Hans Eli Sigurbjørnsson 2, Andrias Nielsen 1, Teitur Joensen 1, Rógvi Weyhe 1
Neistin(27) - (21)Kyndil 25-20
Neistin vinnur samanlagt 52-41
Neistin: Nicoleta R. Hansen 6, Marjun F. Danberg 6, Barbara Brauer 5, Bára Hansen 5,
Unnur Danielsen 1, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 1
Kyndil: Guðrið G. Eystberg 4, Turið Arge 4, Randi S. Wardum 4, Anja Heinadóttir 3,
Ásleyg Súnadóttir 2, Simona Iacob 2, Jórun Ludvig 1
Tróndur Arge
Lagt var upp til tann stóra spenn
ingin í Vestmanna. Aftaná fyrra
hálvleik var VÍF á odda 10-8 ímóti
StÍF í tí seinnu hálvfinaluni, og
samlaða støðan var javnleikur
32-32.
Í seinna hálvleiki hevði Levi
Nybo í StÍF-málinum fleiri rimmar
bjargingar, og tað tók broddin av
vestmenningum, og endin var, at
StÍF vann 23-21, og samlað 47-43.
Eitt skiftið í fyrra hálvleiki varð
VÍF á odda 6-0. Tá valdi venjarin
hjá StÍF, Alexandur Johansen
at taka »Time-out« fyri at venda
gongdini, og eftir tað kom StÍF inn
aftur í dystin, og í seinna hálvleiki
vóru teir tað betra liðið.
VÍF(22) - (24)StÍF 21-23 (10-8)
VÍF: Filip Jojic 8, Martin Ritto 4, Agnar Joensen 2, Rasmus Junker 2,
Holgar Durhuus 2, Andrias Eriksen 1, Regin Joensen 1, Sjúrður Nielsen 1
StÍF: Sveinur Justinussen 6, Allan Norðberg 5, Borgar Danielsen 5,
Marius Joensen 4, Jógvan G. Joensen 3
StÍF
leiðslan
helt á mál
Neistin í steypafinaluni
KÍF í finaluni
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Stjørnan hevur munin undan
seinnu hálvfinaluni í steypakapp
ingini hjá kvinnum. Tær vunnu
fyrra dystin 25-20, eftir at tað stóð
at jøvnum eftir 54 minuttir.
Tað var einki, ið skilti liðini
hesar 54 minuttirnar. Munurin var
ongantíð meiri enn eitt mál ella
tvey, og tað var lítið, sum bendi á,
at munurin skuldi blíva meiri enn
tað tá avtornaði.
– Vit blaka tað burtur í
dag, segði ein vónbrotin Gurið
Mortensen eftir dystin.
Tað var serliga eitt illa um
hugsa time out hjá Damir Oros,
venjaranum hjá VB, og ein útvísing
tveir minuttir fyri tíð, sum kost
aðu seinastu minuttirnar.
Stjørnan er steypalið burtur
av, og tað sama kann sigast um
StÍF hjá monnum. Steypa tekk
ið helt helt heim hjá StÍF, so
spurningurin er um tað sama er
galdandi fyri Stjørnuna, sum fer
til vágs leygardagin.
trondur@sosialurin.fo
Leygardagin kl. 15.00
Stjørnan
hevur munin