fríggjadagur 25. januar 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 25. januar 2013
2
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Klaksvíkingurin Jógvan Hansen, sum
er búsitandi í Reykjavík, skal aftur í
ár royna seg í Eurovision-kappingini
í Íslandi. Jógvan hevur áður staðið seg
væl í kappingini, men hann hevur ikki
vunnið hana – enn.
– Eg havi onkuntíð sagt, at eg haldi
fram at luttaka í Grand Prixnum, til eg
havi vunnið, og í øllum førum fari eg
at geva tí ein kjans afturat í ár, sigur
Jógvan.
Hesaferð luttekur hann í kappingini
saman við songkvinnuni Stefanía
Svavarsdóttir, sum hann skal syngja
sangin Til Tín saman við.
– Nú eru allir sangirnir almanna
kunngjørdir, og eg haldi sjálvur, at
okkara sangur er í betra endanum.
Eg forvænti, at vit verða millum tey
fremstu, men eg dugi ikki at siga, um vit
fara at vinna ella ikki, sigur Jógvan.
Syngja í Harpuni
Íslendska Grand Prixið verður hildið
við tveimum innleiðandi kappingum,
har ávíkavist seks og sjey sangir luttaka.
Onnur kappingin er í kvøld, og hin er í
annaðkvøld. Tríggir sangir koma víðari
frá hvørji innleiðandi kapping til final
una, sum verður næsta leygarkvøld.
Allar kappingarnar verða hildnar í
stásiligu Harpuni, nýggja mentanar
húsinum í Reykjavík, og íslendska sjón
varpið sendir frá øllum kappingunum.
Til ber at stroyma íslendskt sjónvarp á
adressuni ruv.is
Skal
lønin
lokka?
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Armgarð Mortensen / Mynd: Miriam & Janus Photography
klumman
Barbara
Holm
Leygarkvøldið syngur Jógvan Hansen í íslendska
Grand Prixnum. Fyrsta málið verður at sleppa
í finaluna, sum verður um eina viku
Tann stóri tabuspurningurin, sum hevur
verið í andglettinum seinastu tíðina, er hvørt
landsstýrisfólk og løgmaður skulu hava
meira í løn. Í hesum borgarligu tíðum er tað
alt annað enn óvæntað, at talan nú er um
at hækka samsýningarnar hjá okkara kosnu
politikarum. Eg má siga, at samstundis sum,
at vit frætta um sparingar á øllum frontum,
hoyra um arbeiðsleysar føroyingar, sum
flýggja av landinum í besta 90'ara kreppu
stíli, er tað ikki sørt provokerandi at frætta,
at ein nevnd (sum stjórnin hevur sett) heldur,
at løgmaður skal hava meira í løn.
Men kjakið, sum hetta hevur ført við sær
í almenna rúminum er í veruleikanum tað,
sum er rættiliga hugvekjandi. Tí mong eru
tey, sum hava ført fram, at lønin hjá eitt nú
løgmanni skal vera at meta við lønir í privatu
vinnuni, tí annars er vandi fyri, at vit ikki fáa
tey klókastu høvdini at stýra landinum.
Okey, eg skilji, at tað er týdningarmikið,
at samsýningin á onkran hátt er nøktandi.
Men samstundis ræðist eg eitt samfelag, sum
verður stýrt av teimum, sum síggja landsins
týdningarmestu sessir sum kapitalistiskar
løtuvinningar. Tað er allarhelst rætt, at
skulu vit lokka høgt lærd fólk at bjóða seg
fram til landsins leiðslu, so er neyðugt, at
lønin er nøktandi – at ein landsstýrismaður
og løgmaður klára at svara hvørjum sítt,
og kanska hava ráð til ein betri bita, eina
uttanlandsferð og ein lekkran bil. Men skulu
vit leggja lønarstøðið eftir hvat hendir í
privatu vinnuni, so er spurningurin hvønn
part av privatu vinnuni vit vilja samanlíkna
tað almenna við. Skulu okkara kosnu hava
løn eftir hvat stjórin í BankNordik ella Eik
fær? Ella hvat við stjórunum í Bakkafrokst?
Skulu vit leita land og ríki upp eftir tí føroy
ingi, sum tjenar allarmest, og so leggja
almennu samsýningarnar eftir tí?
Sjálvsagt skulu landsstýrisfólk og løg
maður hava góða løn. Men at samanbera
hesar lønir við tær privatu er høpisleyst.
Tað gevur í mínum hugaheimi onga mein
ing, at nýta tann privata lønarstigan sum
grundarlag undir almennu lønunum, tí
vit vita, at fleiri føroyingar tjena nógvar
milliónir um árið, meðan onnur í privatu
vinnuni ikki tjena serstakliga nógv meira enn
ein vanligur arbeiðsmaður. Argumentatiónin
má vera, at tað skal ikki vera ein fíggjarligur
smeitur at bjóða seg fram at stýra landinum.
Men tað skal í øllum førum heldur ikki vera
lønin, sum lokkar. Størsta hóttanin móti
føroyska samfelagnum eru breyðpolitikarar,
sum ikki hava eina hugsjón, ein dreym, eina
visión um hvussu føroyska samfelagið skal
vera, men bert ynskja sær vald og status
uppá okkara bekostning.
Latið endeliga landsins hægstu fáa eina
rímiliga løn. Men latið ikki lønina gerast so
høga, at tað er hon, sum drívur verkið. Latið
ikki kapitalismuna gerast ein berandi faktor
ur innan samansetingina av okkara stjórn í
framtíðini.
So segði
hon...
Jógvan ætlar
sær í finaluna
– Trupulleiki. Eg veit ikki hví,
men tað er eitt orð, sum mær
dámar væl at siga
Sif Gunnarsdóttir, nýggjur stjóri í Norðurlanda
húsinum, um sítt føroyska yndisorð
Nú skal Jógvan Hansen aftur royna seg í tónleikakapping í Íslandi