fríggjadagur 25. januar 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 10 · 25. januar 2013
4
VIKUSKIFTI
Myndarøð
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Í staðin fyri at síggja forðingarnar, sum
vóru, valdi hon at síggja avbjóðingar.
Úrslitið av broytta hugburðinum sæst
aftur í nýggjastu myndarøð hennara av
dreymagentuni Agnas.
– Við hesum myndunum vísa vit,
hvat vit føroyingar duga, og hvat vit
kunnu bjóða, tí hetta er ein verkætlan,
sum er 100 prosent føroysk frá einum
enda í annan, sigur 27 ára gamla
Gvøðny Miriam Gunnarsson.
Verkætlanin við myndarøðini av
ungari føroyskari kvinnu hevur vakt
miklan ans millum altjóða fotografar,
sniðgevar, hárfríðkarar og onnur.
– Allir útlendingarnir eru púra ov
farnir, tá eg fortelji teimum, at myndin
er tikin í Føroyum, gentan á myndini
er føroysk, og at alt toymið rundan um
verkætlanina somuleiðis er úr Føroy
um.
Dreymagentan Agnas
Fyrsta stigið til verkætlanina byrjaði
fyri einum góðum ári síðani, tá Gvøðny
Miriam Gunnarsson fór undir eina
verkætlan um sagnir, ið hon endur
skapaði við myndum.
– Eg var farin undir fyrstu fyrireik
ingarnar til at gera eina myndarøð,
har evni var føroyskar sagnir. Tá var
eg noydd til at respektera sagnirnar
og kundi ikki gera nakað, sum veik frá
teimum søgunum. fortelur Gvøðny
Miriam Gunnarsson, sum saman við
manninum, Janusi Gunnarsson hevur
Miriam&Janus Photography.
– Men eg merkti, at eg vildi sleppa
at gera okkurt annarleiðis. Av tí at
míni hugskot ikki rættiliga vóru í tráð
við upprunaligu sagnirnar, valdi eg at
skapa mína egnu dreymagentu – ein
máttmikil og sensuell kvinna, ið er
errin av at vera tann, hon er, greiðir
Gvøðny Miriam Gunnarsson frá.
Dreymagentan Agnas er tó ikki bara
sprottin úr hugflognum hjá Gvøðny.
– Hesin dreymafigururin er bygdur
rundan um ommu mína, Agnas
Steensen, ein megnar kvinna. So frá
henni havi eg eisini fingið íblástur til
Agnes – Queen of Faroe Islands, sigur
Gvøðny Miriam Gunnarsson.
Fyri hana er tað umráðandi, at
kvinnan á myndunum og myndarøðin
sum heild umboðar alt tað føroyska.
– Hóast hetta skal ímynda eina
kvinnu úr eini fantasi-víkingatíð, so skal
alt tað føroyska síggjast aftur, tí tað var
jú eisini endamálið við myndarøðini og
verkætlanini sum heild. Kvinnan er úti
í føroysku náttúruni, ull og veðrahorn
verður brúkt, og eisini eru teir føroysku
litirnir, sum vit kenna frá náttúruni her
heima, at síggja á myndunum, sigur
Gvøðny Miriam Gunarson.
Armgarð er heimsklassi
At finna røttu gentuna, ið skuldi umboða
føroysku drotningina Agnas, bleiv eitt
drúgt arbeiði fyri ungu, málrættaðu
myndakvinnuna úr Havn.
– Eg brúkti útvið tveir mánaðir at
leita eftir gentuni, sum eg helt fór at
rigga best sum Agnas í myndarøðini. Tá
tað kom til stykkis, var eingin ivi um, at
17 ára gamla Armgarð Mortensen var
best egnað til myndarøðina, fortelur
Gvøðny Miriam Gunnarsson og leggur
afturat:
– Hon er ein púra vanlig genta úr
Havn, sum tó hevur einastandandi
natúrligar gávur til at vera modell. Í
míni verð er hon tann næsta Kate Moss.
Hon hevur ein ótrúliga vilja, er ektað
og dugir at broyta úttryk til júst tað, tú
sum fotografur vil hava, sigur Gvøðny
Miriam Gunnarsson.
Eitt sum ger ungu modellina til nak
að heilt serligt er, at hon er nattúrlig.
– Armgarð sær so rein og óspilt
út. Vanliga brúkar hon lítið og einki
av make-up, hárið er nattúrligt, og ja,
hon er bara vøkur, sum hon er, fortelur
Gvøðny Miriam Gunnarsson og sigur,
at nógvar ungar gentur við dreyminum
um eina modellkarrieru hava vent sær
til sín, eftir at myndirnar við Armgarð
hava verið at sæð á internetinum.
Eisini útlendingar hava bitið merki
í føroysku modellina.
– Vit hava lagt onkrar av myndunum
út á internetið, og líka síðani hava vit
fingið nógvar fyrispurningar frá út
lendskum fotografum, sniðgevum og
enntá onkrum listamanni, ið ynskir
at mála Armgarð. Hon er bara í
heimsflokki, sigur Gvøðny Miriam
Gunnarsson.
Brúkar tær bestu
Aftan fyri vøkru myndirnar av Agnes
– Queen of Faroe Islands liggja nógvir
tímar av fyrireiking og longum arbeiðs
døgum. Tískil er Gvøðny Miriam
Gunnarsson heldur ikki einsamøll um
at gera síni hugskot til veruleika.
– Eg geri hetta í tøttum samstarvi
við nakrar evnaríkar, føroyskar kvinn
ur, sum allar eins og eg brenna fyri
at skapa og eisini vilja vísa, hvat vit í
Føroyum duga, fortelur Gvøðny Miriam
Gunnarsson. Í toyminum, sum arbeiðir
við verkætlanini, eru Mariann Klein
Ivansdóttir, Birita Black, Laila Carlsen
og Durita Hansen.
– Vanliga er tað soleiðis, at eg havi
eitt hugskot, sum eg greiði teimum frá.
Tær koma síðani við uppskotum til eitt
nú hár, sminku, klæðir og rekvisittir.
Tað, sum tekur longst tíð, er tó at upp
byggja hugskotið sjálvt, sigur Gvøðny
Miriam Gunnarsson.
Myndatøkan gongur vanliga fyri seg
tað mesta av einum degi.
– Armgarð situr í minst seks tímar í
stólinum, har hárið verður sett, smink
an løgd, og hon verður latin í klæðir og
møguligar rekvisittir. Aftan á hetta fer
alt toymið og modellin til staðið, har
myndatøkan fer fram. Ofta hevur hetta
verið uppi á onkrum fjalli, so nakað av
tíð fer sjálvandi til at koma á staðið.
Tá øll eru komin upp á pláss, mynda
tólið er instillað, og Armgarð er gjørd
klár, er bert eftir, at Gvøðny trýstir á
knappin á myndatólinum.
– Vanliga eigur hetta at taka einar
tríggjar tímar, men Armgarð er so
mikið dugnalig, at vit onkuntíð hava
fingið røttu myndina áðrenn ein tími
er farin.
At myndirnar eydnast og vekja
stóran ans millum fólk, hevur Gvøðny
Miriam Gunnarsson lagt merki til.
– Nógv fólk venda seg til okkum við
fyrispurningum. Nú ein dagin ringdi
leiðarin fyri Balmain, ið er merkið fyri
eitt nú kostnaðarmikil klæðir og serliga
góðar hárekstensions. Hann spurdi, um
fyritøkan kann brúka eina av hesum
myndunum í lýsingum, og tað eru vit
í toyminum sjálvandi ótrúliga errin av,
sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson.
– Eg vil bara skapa og vísa, hvussu vit kunnu brúka alt tað føroyska
til fulnar og samstundis gera okkum galdandi uttanlands.
Tað sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson, ið er høvuðspersónurin
handan myndarøðina »Agnes – Queen of Faroe Islands«
føroyska drotningin
Agnas
mynd: Miriam & Janus Photography