Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Ein leiðregla er, at at verjar í revs­imálum fáa 1.650 krónur um tím­an, umftramt mvg og tað hev­ur Lands­rætt­urin ásett. Soleiðis segði Djóni Thom­ a­ssen við Sosialin, eft­ir at vit áð­ur hava funnist at tí ó­rím­ i­liga í, at hann sum sak­før­ari hev­ur skrivað rokn­ing­ar fyri íalt 2,2 mió kr. í einum máli, sum hevur kostað Taks 53 mill­i­ón­ir – umframt rentu. Tað er skjótt at rokna út, at við hesum takstinum, hev­ur sakførarin og hansara fylgi nýtt góðar 1.300 tímar til sak­a­r­ málið. So er s p u r n ­ i n g ­u r ­i n , h v u s s u stór nytta er í at nýta so nógva tíð til eitt mál, sum var so­mik­ið klokk­ u­klárt. Vit hava áð­ur skrivað, at bæði Fíggj­ar­mál­a­ráð­ið og fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­in vóru vit­andi um, at tað bar til at fáa skattafrían vinn­ing úr egn­um partafelag. Tá­ver­andi að­al­stjór­in segði, at tað kom pol­i­tikk­ur í, tá skatt­a­hol­ið, sum var í kap­i­t­al­vinnings­ skatt­a­lóg­ini, skuldi tipp­ast, og tá­ver­andi fíggj­ar­mál­a­ ráð­harr­in stað­festi enntá í við­tali við Sos­i­al­in, at tað bar ikki til hjá sær at fáa pol­ it­iska undirtøku fyri at tippa nevnda skattahol. – So tað tykist løgið, at Taks eftirfylgjandi skal biða sak­før­ara nýta 1.300 tímar til at kanna nakað, sum Taks eft­ir øllum at døma var væl vit­andi um. Tað er ein sera áhugaverd verkælan, sum VitOrka við Magna Laksafoss og øðr­um arbeiðir við: At flyta allar Før­oyar frá oljuni til grøna orku. Endamálið er at seta upp nakrar vind­myll­u­park­ir – ein­ar hundr­ að ella gott og væl tað – sum skulu nøkta all­an orku­tørv­in­, sum vit hava til upp­hit­ing av hús­um og til el­-fram­leiðslu – sum sjálv­andi eis­ini skal kunna nýt­ast í flutn­ings­tól­um, fyrst og fremst bilum. Sambært Magna Laksafoss, so hava tey gjørt sáttmála við stóra týska fyritøku, sum fegin vil fíggja eina slíka verkætlan, sum kostar ein­ar fýra til fimm milliardir krónur. End­a­máli hjá týsku – enn ókendu – ­fyr­i­tøku­ni er at kunna nýta Føroyar sum eitt prógv fyri, at tað ber til at leggja um eitt heilt samfelag, sum brúk­ar 95 prosent olju – heilt til at leggja um til vindorku. Bara hendan visjónin er sera á­hug­a­verd. At hugsa sær, at Føroyar kunnu loysa seg heilt frá oljuni til hita og el innan stutta tíð – bara við at leggja okkurt um eina hálva mill­i­ard á borðið! Ein slík verkæltan hevði eisini skapt nógv arbeiði í land­i­num, bæði meðan hon var í gerð – men eisini aftaná, tí ein slík vind­myll­u­park og net skal sjálvandi røkj­ast. Og tað er samfelagsliga nógv gagnligari, at pengar verða brúkt­ ir upp á tað heldur enn at inn­flyta dýra olju, sum bara verður dýr­ari og dýrari – tí hon verð­ur brúkt sum vápn hjá heimsins peng­a­kreft­um at halda ávísum pørtum av heim­i­num niðri. Hóast oljuprísurin nú liggur um tær 90 dollarar fyri tunn­una, so er vænt­andi, at hann fer á flog, tá eft­ir­ spurn­ing­ur­in aft­ur øk­ist eftir krepp­ una í Ev­ropa. Stórveldi sum Kina og India økja eis­ini eft­ir­spurn­ing­in – og tá tað al­tíð bara ein spurn­ing­ur um peng­ar sum ger av, hvussu høg­ur olju­prís­ur­in verð­ur, so er vandi fyri – so sum Magni Laksa­foss og onn­ur hava spátt, at prís­ur­in rýk­ur upp á 250 doll­ar­ar fyri tunn­una. Tá hevði ver­ið gott, at Før­oy­ar vórðu rikn­ar við alt­er­n­a­tiv­ari orku. At framtíðin er vindorka  og helst sjóv­ar­fals­orka – er eing­in ivi. At Før­oyar skulu verða í fremstu røð er sjálv­sagt. Vit hava alt tað, ið skal til – utt­an kanska peng­ar­nar. Men kunnu vit brúk­ast sum dømi at vísa heims­ins londum, hvussu vit kunnu fara frá olju til varandi grøna orku, so er nógv vunnið – ikki bara fyri Før­oyar men fyri heimin allan. Før­oyingar siga sjálvandi »ja« til grøna orku! Upplagt at Føroyar verða fremstar við grønari orku Í dag er fríggjadagur – men um­framt alt tað vanliga við burturluting av øli, at­gong­u­ merkj­um til dittin og dattin sum tey finna fyri gott sum almenna public service, so er Kringvarpið farið undir eina rætt­iliga herðferð at taka kapp­ingina upp við privatar miðl­ar um lýsingar. Kringvarpið bjóðar nú kund­um sín­um sera stóran av­slát­t­ur – sum í ávísum før­ um fer niður um helvtar prís. Hetta halda vit vera to­talt langt úti. Vit halda enn sum áð­u­r, at lýs­ing­ar ikki hoyra heima í almenna kring­varp­ i­num. Vit skilja ikki, at løg­ ting­ið ikki steðgar hesum ør­skapi einaferð med alla. – Vit biðja ikki um al­ menn­ar peng­ar. Vit biðja um frið at reka okkara for­ rætn­ing utt­an al­menna upp­ í­bland­ing. Vit skilja ikki, hví pol­itikarar ikki kunnu virða tað! Útsøla í út­varp­i­num Ja til grønar Føroyar – Er hjálparloysið veruliga so ó­met­a­liga stórt og viljin so ó­end­a­liga lítil, gerið so held­ ur tær lógarbroytingar,s um skulu til, og latið Havnina sjálva yggja universitet og skúl­a­depil. Tí verandi gongd ber heilt einfalt ikkitil og førir til bæði fráflyting og fíggj­ar­ liga ruin. Orðini eigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, sum langar hart út eftir nýggja borgarstjóranum í Klaks­vík og stjørnuskotinum, sum skal bjarga Gamla Sjálv­stýr­is­flokk­ inum, sum fyrr helt seg e­iga mentanina, Jógv­ani Skorheim. Jógvan Skorheim mælir til at pjøssa upp á verandi skúlar og brúka pengarnar til nýtt fróðskaparsetur. – Góði Jógvan Skorheim! Pakka tú heldur saman í løgtinginum og brúka tína orku sum borgarstjóri í Klaksvík. Tað er alt for dýrt hjá Føroyum at brúka yvir 100.000 krónur um mánaðin at løna einum borgarstjóra í løgtinginum. Lat nú heldur Krisonnu fáa tingsessin, tað gagnar flokkinum hjá tær, tað gagnar landinum og tað gagnar ikki minst mentanini og út­búgvingar- og vit­an­ar­ støð­i­num í Føroyum! Heðin vil byggja skúladepil Nyttuleysir advokattímar Eru Før­ oyar tað góða sam­ felagið? Hans Pauli Strøm tíðargrein á síðu 19 Trupli tann­ár­ ingurin Jan Otto Holm Eygamálið á síðu 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lisið á Høgni Hoydal Her á løg­ tings­fund­i­num í morg­un hev­ur Kaj Leo Holm Jo­ hann­esen sagt á røð­ar­a­ pallinum: At tey, sum hava mótmælt harðast at nið­ur­ leggja Landsbankan, eru tey mest inhabilu, og at tey hava »fingr­ar­nar djúpt niðri í kak­u­kassanum«. Hetta lata vit standa eina løtu... og hugsa um, hvat hevði hent, um ein stjórn­ ar­leiðari í øðrum landi kom við slíkari út­søgn og á­kær­um móti øll­um teim­ um, sum hava mót­mælt og grundgivið fyri sín­um hugs­anum. At »hava fingr­ ar­nar djúpt niðri í kak­u­ kassanum« merkir, at onkur tek­ur til sín sjálvs - ella rætt og slætt at stjala. Fari hervið at biða Kaj Leo Holm Johannesen um at grund­geva fyri hesum á­kær­um og útsagnum, sum eru send út alment av tings­ins røðarapalli. Hvønn og hvørji, meinar hann við? Eru tað allir teir partar, sum hava sent hoyringsskriv til ting­ið – har allir uttan fel­ ag­ið Peningastovnar mæla frá? Eru tað tingfólk? Eru tað fjølmiðlar? Ella eru tað ein­stak­ir borgarar, ið hava sagt sína hugsan alment?