fríggjadagur 14. desember 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Fyrst í november fór
kriminalpolitiið inn á
eitt arbeiðspláss í Havn
og handtók ein mann.
Maðurin varð og er
skuldsettur fyri blygn
aðarskemd
umvegis
telduna.
Hann er undir ill
gruna fyri at hava sam
skift við ungar gentur
um telduna, fingið tær
at gjørt ymist, og hann
hevur kunnað eygleitt
tað, tær hava gjørt, á
vevmyndartóli sínum.
Kriminalpolitiið held
ur, at maðurin skal hava
gjørt hetta bæði í og utt
an fyri arbeiðstíð.
Hetta málið er ikki
nakað eindømi.
Kriminalpolitiið veit
um helt nógvar ungar
ólukkuligar gentur, sum
hava verið lokkaðar um
vegis telduna til t.d. um
lata seg úr framman
fyri myndatólinum og
ikki hava fatað, fyrr enn
ov seint, at myndin var
farin til móttakaran ella
løgd á netið.
Ungar gentur verða
ávaraðar ímóti at kjatta
við ein og hvønn, tí ein,
sum sigur seg vera ein
ung genta, kann líka væl
vera ein tilkomin maður.
Tað ræður um at vera á
varðhaldi, um eingin
mynd av av tí, sum kjatt
að verður við.
Eisini ávarar politiið
fólk og kanska serliga
ungar gentur um ikki at
geva nøkrum loyniorð
sítt, tí vandin fyri ágangi
er stórur.
Fleiri mál
um teldu
porno
Kriminalpolitiið hevur
skuldsett ein mann fyri at
hava gjørt seg kynsliga inn á
ungar gentur umvegis telduna
Randi Jacobsen
Seinasta hósdag, tá ið Venus
landaði í Havn, hendi eitt
óhapp, sum kundi havt fingið
álvarsligar avleiðingar.
Kokkurin Óli Kyrrigerð
hevði ringt eftir hýruvogni,
tí hann skuldi í land.
Hýruvognurin var komin,
tá ið Óli Kyrrigerð traðkai
niður í eitt kúgveyga, men
hann var áhælsin og datt
niðurfyri.
Meira ella minni av tilvild
sá hýruvognsførarin Niels
Pauli Hjaltalin, at okkurt
hendi, og hann leyp út úr bil
inum.
Tá sá hann Óla Kyrrigerð
liggja niður við bryggjuni.
Hann rópti á hinar menn
inar, og av tí teir vóru bangnir
fyri, at maðurin skuldi verða
kroystur millum skipið og
bryggjuna, fóru teir við
tveimum trukkum og trýstu
Venus út frá landi.
Tað var ikki myrkt, tí
óhappið hendi klokkan 10
um morgunin, men vindurin
var nógvur og veðrið sum
heild keðiligt.
Teir fingu hendur á einum
enda, sum teir rættu niður
til mannin, men hann orkaði
ikki at toga seg upp.
Maðurin bant enda um
armin, og við krana varð hann
drigin upp á bryggjuna.
- Tað var neyðugt, tí tað
var ikki sum at siga tað at
fáa ein mann, sum vigaði
110 kilo upp á land, sigur Óli
Kyrrigerð.
Hann hevði klæðir at
skifta við og fór inn á Mest
at lata seg í turr klæðir.
Óli Kyrrigerð sigur, at
hann var øgiliga kaldur undir
beltinum, men hann var ikki
so vátur í erva, tí jakkin var
trongur og virkaði sum ein
froskmannabúni, so nógvur
sjógvur slapp ikki inn um.
Av
skipasmiðjuni
fór
hann í býin at keypa sær ein
nýggjan jakka, og haðani til
tryggingina, tí hann hevði
mist brillurnar, og fartele
fonin var oyðiløgd.
Seinnapartin fór hann við
rutuni til Norðoyar, har hann
býr.
Enn veit hann ikki, um
hann fær nakað frá trygg
ingini.
Óli Kyrrigerð sigur, at var
hýruvognsførarin ikki so
kvikur, kundi hann tað sama
verið kleimdur.
Hann fekk ongan skaða
og kennir sær einki mein av
upplivingini.
- Eg havi verið sjómaður,
síðan eg var 14 ára gamal,
so meira skal til fyri at geva
mær ein hvøkk.
Kundi verið
kleimdur
– Hevði hasin hýruvognsførarin ikki verið so kvikur, hevði eg verið
kleimdur millum skipið og bryggjuna, sigur Óli Kyrrigerð, sum í
seinastu viku datt niðurfyri, tá ið hann skuldi fara í land av Venusi
Randi Jacobsen
Vánaliga
fíggjarstøðan
í
Kringvarpi Føroya hevur nú
kostað einum leiðara starvi.
Í gjár fór Sanna Hansen,
leiðari á starvsfólka- og um
sitingardeildini fór frá í gjár.
Hon fekk eina fráfaringar
avtalu.
– Grundgevingin var, at
hon ikki hevur røkt sínar
skyldur nóg væl, sigur Dia
Midjord, stjóri í Kringvarpi
Føroya.
Tað eitur, at Sanna Hansen
segði seg úr starvi, men fólk,
sum sjálv siga seg úr starvi,
fáa onga fráfaringaravtalu.
Kringvarpið fer nú at
finna ein nýggjan leiðara.
Dia Midjord kann ikki siga,
um tað verða fleiri uppsagnir,
um kringvarpið ikki fær
meira enn 1,9 mió. krónur
og ikki tær umbidnu 3,5 mió.
krónurnar á fíggjarlógini fyri
næsta ár.
Leiðslan situr og vendir og
snarar tølunum og roynir at
finna kreativar loysnir, sum
Dia Midjord tekur til.
Leiðari fingið sekkin
Sanna Hansen, sum var leiðari á starvsfólka- og
umsitingareildini í Kringvarpi Føroya, er farin úr starvi.
Grundgevingin er, at hon ikki røkti sínar skyldur nóg væl
Fleiri gentur eru lokkaðar at luttaka
í ólógliga telduleikinum
Óhappið hendi, tá ið maðurin skuldi í land av Venusi