fríggjadagur 14. desember 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Annfinn V. Hansen, adv. (H)
annfinn@advokat.fo
Djóni Thomassen, adv. LL.M.
djoni@advokat.fo
Jens Andrias Vinther, adv.
jav@advokat.fo
Kunngerð
um broyting av Býarplaninum
og Almennu byggisamtyktini
fyri runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai
2009, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar
býráð á fundi 29.11-2012 hevur samtykt at broyta
býarplanin fyri Runavíkar Kommunu í bygdunum
Glyvrar og Runavík.
Broytingarnar í Býarplaninum umfata:
• Broytingin av havnarøkinum D4 á Glyvrum
umfatar matr. nr. 274b , sum verður víðkað við
uml. 15.000 m2 .
• Broytingin av E1-økinum á matr. nr. 1a í Runavík
umfatar, at ein geiri uml. 330 m2 verður tikin
burtur av E1-økinum og lagdur til B1-øki á matr.
nr. 1a Tofta bygd.
Broytingarnar í Býarplaninum eru til skjals á bý-
ráðs skrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í
tíðarskeiðnum frá 17. desember 2012 til og við 21.
januar 2013 og á heimasíðuni www.runavik.fo
Kommunuskrivstovan er stongt millum jól og nýggjár.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu
verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 11. februar
2013.
Saltangará, tann 14. des. 2012
Runavíkar býráð