Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-14, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2012síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Fríggjadagur 14. desember 2012 · Nr. 146 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit vilja við hesum lítla skrivi takka øllum, ið vóru við til at gera gullbrúdleypsdag okkara, tann 9. juni 2012, til nakað serligt. Til tykkum, ið møttu so fjølment um morgunin og sungu so vakurt fyri okkum. Til Bøgesvang prest, fyri hugnaligu løtuna í Nes kirkju. Til tykkum øll, ið komu til veitsluna á Svangaskarði, og fyri so vakrar, rørandi og stuttligar veitslurøður. Og tykkum, ið hjálptu til við matinum og fyrireikingum, ið gjørdu dagin so hátíðar­ligan og hugnaligan. Tøkk til tykkum øll somul. Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi tíðum. Kærar heilsanir Maria og Jens Erik Rasmussen á Toftum Tøkk Vit vilja fegin takka tykkum øllum, sum vóru við til at ríka okkara silvurbrúdleypsdag tann 1. aug. 2012. Vit siga eisini so túsund takk fyri talur, gávur, heilsanir og ikki minst tær hjálpandi hendur. Tit vóru við til at gera dagin so hugnaligan. Við hesum vilja vit eisini ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár og takka fyri brátt farna. Súsanna og Jógvan Salomon Tøkk Tøkk Vit ynskja hjartaliga at takka øllum teimum, ið á ymiskan hátt gleddu okkum á brúdleypsdegi okkara 15.09.2012. Jenny og Hans Karl Højgaard Hjartans tøkkir fyri sýnt uppmerksemi á gullbrúdleyps­degi okkara í summar. Við ynskum um gleðilig jól og gott nýggjár. Elinborg og Árni Johannesen Heilsan, Tøkkir & merkisdagar Tøkk Hjartaliga takk til tykkum, sum mintust meg á 85 ára degnum hin 31. juli. Eisini vil eg ynskja allari mínari familju, vinum og kenningum eini gleðilig jól og Harr­ anum signað nýttár, við tøkk fyri tað brátt farna. Heilsan 9Emly Poulsen Brúdleyp Leygardagin 29.12.12 giftast Jóhanna Heðinsdóttir Poulsen, Vatnsoyrar og Pól Rosenmeyer Wolles, Søldarfjørður. Vígslan verður í Elim í Søldarfirði kl. 13. Reseptión verður aftaná vígsl­ una, har møguleiki er at heilsa uppá brúðarparið. Veitsla verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Brúdleyp Mánadagin 31.12.2012 giftast Elin Dagbjartsdóttir og Símun Neshamar. Vígslan verður í Ebenezer kl. 12. Eftir vígsluna er móttøka í niðara sali. Øll eru hjartaliga vælkomin. Góði fitti Samuel Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum tann 13. des. Jesus pápin signið lívsleið tíni. Muss og klemm frá ommu og abba á Norasta Horn