fríggjadagur 14. desember 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 146 · 14. desember 2012
2
VIKUSKIFTI
Ferðavinna
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað loysir seg at hýsa upptøkunum til
ein stórfilm, og tað var kanska nakað,
sum føroyingar eisini kundu arbeitt fyri
í komandi tíðum. Í øllum førum fær Ný
Sæland nógvar pengar í kassan av, at
nýggja filmsrøðin um Hobban gongur
fyri seg í Ný Sælandi.
Fyrsti filmurin, sum í gjár varð
frumsýndur kring heimin, er fyri stóran
upptikin har norðuri á Ný Sælandi, og
ferðavinnan í Ný Sælandi ger sær dælt
av hesum við stórum lýsingaátøkum,
sum skulu draga ferðafólk til landið.
– Vit ætla sjálvandi at nýta hendan
møguleikan at promovera Ný Sæland
til tær hundraðtals milliónirnar av
fólki, sum fara at síggja filmin, sigur
Kevin Bowler, sum er ferðavinnustjóri
í Ný Sælandi, við miðlarnar.
Pengar í kassan
Og líkt er til, at lýsingaátøkini fara at
gera mun.
Roknað verður við, at bara í ár
fara 150.000 fólk at leita sær til býin
Hobbiton, har upptøkurnar eru gjørdar,
og ein meting vísur, at Ný Sælandi fer at
fáa meira enn tvær miliardir krónur um
árið burtur úr ferðavinnu, sum hevur
tilknýti til filmarnar um Hobban.
Peter Jackson er leikstjóri av nýggju
filmsrøðini. Fyrsti filmurin er júst
frumsýndur, næsta ár kemur annar
partur í røðini, og í 2014 kemur triði
filmurin.
Filmarnir byggja á bókina hjá J.R.R.
Tolkien, sum eisini er týdd til føroyskt.
Axel Tórgarð týddi søguna
um Hobban, sum er frá
1937, til føroyskt.
Tað eitur
fólka
upplýsing!
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Allan Simonsen / Mynd: Polfoto
klumman
Uni Holm
Johannesen
Ferðavinnan í Ný Sælandi hevur góðar dagar, nú nýggi
filmurin um Hobban verður sýndur kring allan heimin
Tað var ófatiliga arrogant at síggja sam
gonguna undir viðgerðini av avtøku
Landsbanks mikukvøldið. Øll fólkavald
vistu, at henda óvæntaða avhøvdingin
hevur birt óvissur millum fólkini í hesum
landinum. Kortini sat samgongan bara
tigandi og hugsaði um seg og sítt, nøkur
lunka aftursvar komu frá Bill Justinussen og
Jákupi Mikkelsen, meðan samgongan oysti
um seg við hoyringssvarum, atfinningum
og grundgevingum, hví Landsbankin ikki
skal avtakast. Landsins ovasti, sjálvasti Kaj
Leo, vildi heldur ikki á røðarapallin at sissa
nakran. Ikki eitt kis. Heldur ikki á Facebook.
Og hetta er langt frá fyrstu ferð. Sitandi
samgonga hevur aldrin tikið fyrilit fyri
fólkinum. Tað skal aldrin grundgevast fyri
nøkrum! Samgongan vildi ikki fortelja
fólkinum, hvørji árin flatskatturin fekk.
Eingin vildi útgreina avleiðingarnar av for
skattingini av pensjónum. Og eingin hevur
grundgivið gjølla fyri okkum, fólkinum sum
búgva her, hví Landsbankin skal avtakast.
Tá fjølmiðlarnir lova sær at traðka í
karakter og seta valdsharrum spurningar,
verða fjølmiðlafólkini bara skýrd fyri at
rotta seg saman í herferð móti samgonguni.
Skamm fái tykkum, skítbýttu journalistar!
Eingin veit, um hetta er rætta leiðin. Nú
bíða vit. Riggar tað, so er tað meira hepni
enn skil. Riggar tað ikki, hvat so?
Hvar er kjakískoyti hjá samgonguni? Hvar
eru lesarabrøvini og útgreiningarnar hjá
Jørgeni Niclasen? Hví fyriheldur meirilutin
í fíggjarnevndini seg ikki til atfinningarnar í
hoyringssvarinum? Hví lýsir samgongan ikki
málini, sum koma fyri? Eiðasørt. Tit kunnu
ikki taka so stórar avgerðir uttan at fortelja
hví og hvat.
Í Løgtinginum er eisini lítið og einki at
frætta frá samgonguni. Har eru viðgerðirnar
oftast innantómar og hjálparsleysar, sum
sjáldan er sætt fyrr.
Er tað løgið, at meirilutin av fólkinum
ræðist? At nógv fólk kenna seg ótrygg? Tað
er ikki andstøðan, sum er trupulleikin. Tað
eru ikki fjølmiðlarnir, sum er trupulleikin.
Tey, ið ráða fyri borgum, hava simpulthen
ikki verið sannført fólk um, at henda gongdin
er tann rætta. Tí breiður ein ótti seg fyri, at
samgongan hevur ikki ánilsi fyri, hvat fer
fram. Trupulleikin er tykkara. Argumentini
vinna. Eingin ivi um, hvør stendur sterkast
har.
Eitt sunt fólkaræði rúmar ósemjum.
Men eitt sunt fólkaræði hevur eisini eina
fólkaupplýsingarsiðvenju. Fólkaupplýsing,
fólkaupplýsing, fólkaupplýsing.
Lat meg enda lesturin við orðunum
hjá Bill Justinussen í útvarpssendingini
Sjónarhornið. Vónandi ovtalaði hann seg.
»Fyri meg persónliga, so haldi eg, at tað
hevði verið fínt, um samgongan slapp frá
at skula hoyra upp á alla hesa andstøðuna í
mánaðir og ár frameftir.«
So segði
hann...
Fáa milliardir
burtur úr filmi
Rokningina fyri skattalættan til tey múgvandi sendir landsstýrið
komandi ættarliðum, so tey kunnu plágast av henni, og tí
kunnu vit staðfesta, at hvørki í dag ella í framtíðini hevur
sitandi landsstýri minsta hug til at taka ábyrgd av nøkrum
sum helst sosialpolitikki. Vorðið sum leiðsla!
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Ný sælendingar fáa nógva ferðavinnu burtur úr filmunum um Hobban