Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-14, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 146 · 14. desember 2012 4 VIKUSKIFTI Samrøða Uni Holm Johannesen post@sosialurin.fo – Tað er púra galið við argumentinum, tá tú grundgevur snævurskygt út frá Bíbiluni, og ongum øðrum. Tá politik­ arar og onnur ókritiskt brúka sjónarmið í Bíbliuni sum politiska grundgeving, so kunnu marxistar við sama rætti brúka sjónarmið í Das Kapital hjá Karl Marx sum politiska grundgeving. Tað at vera samkyndur er ikki skeivt, tí Paulus sigur tað. Og tað sum Marx sigur er ikki rætt, bara tí Marx sigur tað. Argumentini mugu vera tey avgerandi. Tá tú er talsmaður fyri upplýsing, vitan og vísindi, eisini í átrúnaðarligum høpi, kann tú rokna við harðari mót­ støðu. Hóast tað situr hann ikki á latu síð­uni. Hann er lítillátin, men smæðist so ikki burtur í almenna orðaskiftinum. Í frítíðini situr hann ótroyttiligur framm­an fyri telduskíggjan við hús og buldr­ar niður á knappaborðið, har hann gevur sítt sjálvbodna íkast til almenna orða­skiftið. Úrslitini koma javnan fram í ljósmála. Óteljandi fyrilestrar. Greinar. Viðmerkingar. Røður. Bøkur um løgtingssøguna. Bókarøð um Klaksvík. Bók um Adressumálið. Bókin »Guds orð ella orð um Gud«. Og nú hevur hann aftur latið eina bók úr hond­um. Søgukritisk bók um tey fyrstu jól­ini kom í handlarnar fyri tveimum vik­um síðan. At pilka við kristindómin, og sam­ stundis riða siðvandu upp­runa­myndina, sum er ein fastgróvgin partur av sam­ fel­ag­num, fer ikki friðarliga aftur við borð­inum í Føroyum. Tað hevur 50 ára gamli Hans Andrias Sølvará, søgu­ gransk­ari og rithøvundur, fingið at sanna. Mótstøðufólkini hava onkuntíð ringt til hansara og dømt hann niður og norð. Ikki tí, tað kemur ikki óvart á hann. Enda­málið er sjálvandi at røra í grýtuni. Men hann hoyrir eisini javnan frá religiøsum fólkum, sum eru ósamd við honum, og samstundis virða tað, ið hann ger. Teimum hevur hann stóra virð­ing fyri. Áhugin fyri religión og politikki hevur altíð verið har. Hann fór kortini av álvara at ógvast við undir drúgvu løg­tings­viðgerðini av 266b í 2006, tá til­ vildar­lig brot úr brøvum Paulusar vóru brúkt at forða fyri, at samkynd verða vard í revsilógini og har við viður­kend sum borgarar á jøvnum føti við hins­ kynd og aðrar minnilutar. Kristindómurin hevur yvirskipað nøkur einanstandandi svar upp á nakr­ ar av stóru tilveruspurningarnar, men grundar seg á eitt ikki lýtaleyst grund­ ar­lag, heldur Hans Andrias, sum sjálv­ ur er limur í fólkakirkjuni og rind­ar sín kirkjuskatt við gleði. – Øll kunnu fyri mína skyld trúgva skapanarmytum, og eg virði tey, ið hugsa øðrvísi enn eg. Men eing­in skal siga mær, at tað hevur nakað við test­ bara vísindi at gera. Menn­ingar­læran er grundarlagið undir allari lív­frøð­ igransking, og hon hevur staðið allar vísinda­ligar royndir í 150 ár. Skapanar­ læran er ikki vísindalig. Tú kann til­ dømis ikki mótprógva menningar­ lær­una við bókstavligari lesing av skap­anar­mytunum í 1. Mósebók, sum ikki hevur annað enn ein mytologiskan tekst frá 8. ella 9. f. Kr. Tær eru óivað heldur ikki ætlaðar sum vísindaligir tekstir. Hetta er ein spurningur um, hvussu vit laga okkara samfelag, har rúm skal vera fyri okkum øllum. Tað er eftir mínum tykki himmalrópandi naivt at argumentera vísindaliga út frá slíkum tekstum, sigur Hans Andrias Sølvará. Kjakmentan í kreppu Seinastu mánaðirnar hevur Hans Andrias lagt seinastu hond á bók um føði­søgu Jesusar. Eitt evni, sum søgu­ gransk­arar kring heimin hava granskað og skrivað um í nógv ár. Í Føroyum hava vit ofta hug at kveistra burtur øll iva­málini, sum verða reist móti kristna Nógv siga, at hann hevur ein penn við broddi í skikkiliga samfelagnum. Onnur vilja ikki vita av honum. Hans Andrias Sølvará hevur aftur givið út bók, sum er kritisk mótvegis Bíbliuni. – Bíblian heldur ikki altíð fyri einari neyvari vísindaligari kanning, sigur høvundurin, sum eggjar til alment orðaskifti Tann argu­ menterandi pennurin Kjak og ósemjur er tað, sum menna og hvessa sjónarmiðini. Tøgnin fjalir trupulleikarnar