Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Er tað tað, sum skal til fyri at fáa fatur á public service pengu­num, so skulu vit verða nógv betri enn Kringvarpið, tí vit kunnu saktans luta ein heil­an platt av øli burtur, um tað skal vera! Tað siga tey í morgun­send­ ing­ini á Rás2. Útvarpið hjá Kring­varp­i­ num hev­ur rætt­i­liga dubb­að seg við øli sein­astu tíð­ina. Bæði bryggjaríini eru við – Før­oya Bjór, sum deil­ir nevnd­ ar­for­mann við Kring­varps­ stýr­ið, og nýggja bryggj­ar­íið, Okkara. Sponsorpengar fylla meira og meira í Kringvarpinum. Onk­ur av leysu free-lanc­e­'­ ar­u­num er slopp­in at finna egn­ar spon­sor­ar fyri at fíggja sína egnu løn, og enn­tá mátti Kring­varp­ið takka P/F Poul Mich­el­sen fyri at gera tað gjør­ligt at hava eina »syng­ið før­oyskt« løtu í Kring­varps­ høll­ini. Mánamorgunin vórðu fólk vakt við, at Kringvarpið lut­ aði burt­ur øl­kass­ar, og gjár­a­ morg­un­in vóru øl­drekk­ar­ar í út­varps­stov­uni og drukku sterkt øl frá høv­uðs­spons­or­u­ num hjá Mentamálaráðnum/ Kring­varp­i­num, Føroyar Bjór og Ok­k­ara. Hóast vit hava verð­ins strang­astu rús­drekk­a­lóg, so vita tey hjá pol­i­ti­ n­um ikki, um tað er lóg­ligt at re­ kla­mera so nógv fyri sterk­um øli – og at burt­ur­luta sterkt øl til børn sum gom­ul, sum Kring­var­p­ið ger. Kanska onkur av tal­i­ban­ u­num í løgtinginum hevur onkra meining um tað. Men hvorom alting er, so er tað sjálvandi bara meint í skemti, tá tey á Rás2 lov­a at burt­ur­luta platt­ar av øli. Men tað er ikki skemt meira, um Bjørn Kalsø held­ur, at tað er øl sum skal til, fyri at priv­ati mið­il­in skal hava fat­ur á pub­lic ser­vice peng­u­num. Tá Ment­a­mál­a­ráð­ið ikki vil lova privatu miðl­u­ num at hava hand­ils­ lýs­ing­ar í friði, so má hann eisini býta út av pub­lic service peng­ u­num til tey priv­atu, tað sig­ur seg sjálvt! Skál fyri Kring­ varp­i­num! Tað var kanska væntandi, at onkrir tingmenn, sum ikki eru so glaðir fyri, at tað almenna byggir í Havn – ella í heila tikið at landsstovnar eru stað­sett­ir í Havn – fóru at ress­ ast við, nú stóra verkætlanin við Markn­a­gils­depl­i­num nærkast. Soleiðis var eisini við nýggja borg­ar­stjór­a­num í Klaksvík, sum er ein­asta umboð hjá Gamla Sjálv­stýr­ i­num í løg­ting­i­num. Hann himprast ikki við at geva skúl­a­depl­i­num í Markn­a­gili mønustingin. Sama hug hevur unga stjørn­u­ skot­ið hjá Fólk­a­flokkinum – næst­ yngsti maðu­r, sum nakrantíð er vald­ur á ting. Kanska hesir ungu menn ikki heilt skulu tak­ast fyri fult, men vit kunnu kortini ikki lata vera við at taka hetta í einum lítlum álvara kort­ini. Hugstoytt er tað helst fyri tey góðu gomlu sjálv­stýr­is­fólkini – tey sum fataðu Sjál­v­stýr­is­flokk­in sum tann ment­aða flokk­in, ella Fína­ flokk, sum tey plagdu at kalla hann – kanska vit eitt sindur av spei – men eis­ini tí, at Sjálv­stýr­i­flokk­ur­ in so ofta legði seg á mentanina í lands­stýr­i­num. Men tann tíðin er farin. Nú eru tað teir stóru flokk­ar­nir, sum vilja ogna sær Ment­a­mál­a­ráð­ið, og tað er kanska gott tað sama, tí tá er vand­ in minni fyri, at onk­ur til­vild­ar­lig­ur per­són­ur – sum ikki er ser­liga ment­ an­ar­liga grundaður, kem­ur at fáa so stóra á­virk­an, sum t. d. ungi klaks­ vík­ing­ur­in kundi havt – og helst fær, um hann klára at troðka Kára Post av pinn­i­num á næsta vali. Mentanarligar knot­ur eru kanska í sjálv­stýr­i­s­fólk­um í Suð­ ur­streymi kort­ini, tí tey mótmæla. Og tann, ið sendir mótmæli, er júst kvinn­an, sum skal á ting fyri Sjálv­ stýr­is­flokkin aft­an á nýggj­ar, um Jógvan Skorheim ger – sum hann burdi gjørt – legg­ur ting­sess­in frá sær fyri at røkja borg­ar­stjór­a­sess­in í Klaksvík til lýtar. Kemur Kristianna Winther Poul­sen á ting, so saðlar Gamla Sjálvstýri helst um 18o stig – tí sum tey søgdu í tíð­ind­a­skrivi gjár, so taka tey á ong­an hátt undir við út­søgn­unum hjá Sjálv­stýr­is­flokk­i­ num á tingi um, at Skúladepilin ikki skal byggj­ast. Løgmaður roynir kortini at sláa kalt vatn í blóðið – og hóast hann er løg­mað­ur, so brisklar hann kortini borg­ar­stjór­a­num í Havn, at hann hevur fleiri rotnar skúlar at hugsa um, og biðjur hann halda fingr­ar­ nar langt burtur frá Markn­a­gils­ depl­i­num, sum landið nokk skal byggja (?!). Ikki tí, støðan hjá gamla sjálv­stýr­ a­r­a­num í Klaksvík hevur neyvan ta stóru ávirkanina – men spell at slík­ ur illvilji móti høvuðsstaðnum hev­ ur gróðrarbotn á tingi. Í Gamla Sjálvstýrinum er ringt at semjast um skúladepil Føroyski rithøvundurin, Jó­an­es Nielsen, fer nú eis­ ini út í verðina við sínum skald­skapi.

 Hann hevur nú skriv­ að und­ir sátt­mála við eitt av heims­ins størstu, al­ tjóða for­løg­um, Ran­dom House, sum ætl­ar at geva skaldsøguna Bra­hma­dell­ ar­nir, út á fremm­and­um mál­um, í fyrstu syftu á týsk­um. Informatión skrivar, at hetta er størsta forlag, sum nakr­an­tíð gevur eina før­ oyska bók út og hetta verð­ ur eis­ini fyrstu ferð í nógv ár, at ein før­oysk skald­søga verð­ur givin út á týskum. Sjálvstýri í tvístøðu um skúla Vinn ein platt av øli frá Rás2 Skilatos av borga­r­ stjór­a­num Poul Michelsen kjak á síðu 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroya Løgmaður hevur sjálv­ur – persónliga – skriv­ að hesa face­book­við­merk­ ing á Vág­a­portalin: Kaj Leo Holm Johanesen· Høvuðsviðmerkjari·Prime Minister Faroe Island hjá Faroe Island: »Tveir stórir fólkaskúlar í kommunini er um at dettað sundur av roti og elli so lat nú landið byggja Marknagil so kann kommunan byggja fólkaskúlar.« Lisið á Jóanes skald út í heim