Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 19. desember 2012 · Nr. 148 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Merkisdagar, heilsanir og tøkkir 90 ára føðingardagur Elisa Dam verður 90 ár nýggjársaftan. Tey, ið ynskja at heilsa upp á Lisu, eru vælkomin á Mørkina í Streymnesi millum kl. 15.00 og 18.00. 85 ára føðingardagur 21. desember fyllir Elsa Horn, Tórshavn, 85 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 80 ára føðingardagur Tann 30. desember fyllir Óli Jákup Müller 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Brúdleyp Leygardagin 29.12.12 kl 12.00 giftast í Havnar Kirkju, Eyð Tórhalsdóttir og Bjarni í Dali. Tey, ið ynskja at heilsa upp á brúðarparið, eru vælkomin til ein drekkamunn í Losjuni "Støt Viljen", Tinghúsvegur 18, Tórshavn, mill­ um kl 14 og 18. Brúdleyp Mikudagin, 12.12.2012, giftust Ann Vørmadal og Helgi Magnusarson, bæði úr Vestmanna. Silvurbrúdleyp Mikudagin 19. desembur hava Malvina og Nils Jákup Absalonsen, Viðareiði, silvur­brúdleyp. Silvur­brúd­leyp­ ið verður hildið í Saron á Viðareiði frá kl. 16.00. Tey, ið ynskja at gleðast saman við okkum, eru hjartaliga væl­ komin. Brúdleyp Mánadagin 31.12.2012 giftast Elin Dagbjartsdóttir og Símun Neshamar. Vígslan verður í Ebenezer kl. 12. Eftir vígsluna er móttøka í niðara sali. Øll eru hjartaliga vælkomin. Ein seinkað heilsan og tøkk til tykkum, sum mintust okkum á føðingardegnum við uppringingum, vitjan inn á gólvið og við at halda dagin saman við okkum. Somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Simona og Joen Carl Góði tippoldurabbabeiggi Hjartaliga tillukku við degnum ynskja Tippoldurabbabørnini Vit vilja av hjarta takka tykkum mongu, ið gleddust saman við okkum á hjúnabandsdegnum, tann 21.07.12. Ein stór tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við fyrireikingum bæði áðrenn og á sjálvum degnum. Somuleiðis vilja vit takka fyri heilsanir og gávur. Við ynski um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Blíðar heilsanir Herdis & Ebbe Vit takka tykkum øllum hjartaliga, sum gleddu okkum við at koma í veitsluna, vit høvdu 6. oktober í Bygdarhúsinum í Lorvík, har vit hildu 70 og 75 ára føðingardagar okkara. Takk fyri góð orð og sangir. Eisini ein tøkk fyri heilsanir frá tykkum, sum ikki fingu komið. Til seinast ein hjartans tøkk til Bygdarhúsið. Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Ása og Richard Danielsen Gullbrúdleyp avlýst Vegna sjúku er gullbrúdleypið hjá Ullu undir Kletti og Atla Klein Olsen, sum skuldi vera hildið 29. desember, tíverri avlýst.