Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo »Friður á jørð og í menniskjum góð­ ur tokki«. Soleiðis verður sagt í jóla­ ev­angeliinum, sum er frá­søgn­in um Jesu føðing. Men seinnu ár­ini hava orðini – í øllum førum tey seinnu – fing­ið annan týdning. Nøk­ur góð fólk hava tikið stig til eina inn­savn­ an – sum fær okkum at hugsa um jóla­evan­gel­i­ið á ein heilt annan hátt, ein hátt, sum fær okkum at hugsa um okkara med­menniskju og okk­ara sosialu skyldur á heilt ann­an hátt. Jólini eru tíðin, tá mint verð­ur á vakra friðarboðskap í jóla­evan­ge­ li­inum, sum fyri tveytúsund árum síð­ani varð boðaður seyðamonnum utt­an fyri eina fátæka bygd í Pal­e­ s­tina. Hóast friður ikki júst er tað, sum merk­ir politisku skipanina í Før­oyum, har stríð um landsbanka, fíggj­ar­lóg og til­feing­is­gjald – so er hes­in ó­frið­ur lít­il, um vit hugsa um tann ó­frið, sum valdar nógva staðni úti í heimi. Har eru fólk nógvastaðni so ó­samd um trúgv, at hetta dagliga før­ir til deyða og líðing. Men »friður á jørð« kann merkja so nógv. Hugsa vit um jólafrið, so er tað kanska ikki júst tað, sum merkir sam­fel­ag­ið nú upp undir jól. Fólk hava úr at gera við at stákast til jóla – og gott er tað, at vit velja at gera nógv burtur úr eini slíkari há­ tíð, men tó alt við máta. Spurningurin er, hvat tað er, vit há­tíð­ar­halda. Um tað er Jesu føð­ ing, ella um vit hava givið hesi hátíð eitt heilt annað innihald. Matteus gamli leggur ikki fingr­ ar­nar ímillum, tá hann í 12. kapitli vís­ir á, hvussu handilsmenninir gjørdu halgidómin til eitt ráns­ mann­a­bøli: Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teim­um, ið vekslaðu pening, og sess­ir­nar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. Og hann sigur við teir: »Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.« Og heilt skeivur fer hann ikki. Vit kunnu øll gera okkum partvís sek í at leggja heilt onnur virði í jólahátíðina, enn tað, sum upprunin var: Ein friðartíð við gleðiboðskapi. Sjálvandi eiga vit at leggja okkara nútíðar tørv og okkara nútíðar virði í hesa hátíð, men vit eiga ikki at gloyma upprunaliga boðskapin, sum er so vakur: Friður á jørð og í menniskjum góður tokki. Góður tokki hevur fingið annan týdning seinnu árini Magnus Hansen: Hálvt­ ann­að ár aftan á at pápi mín doyði, kem­ur onn­ur hótt­anin til 90 ára gomlu mammu mína um skatta­ eft­ir­støðu hjá pápa mínum. Fyrru ferð var talan um 70 – sjeyti(!) krón­ur og nú, næst­an eitt ár seinni, er tal­ ið meira enn tví­fald­að, kr. 170,00. Gangi út frá, at tær eyka kr. 100,00 eru rykkja­r­ a­gjøld og rentur. Eitt er, at eg, hjá Taks, havi gjørt vart við, at pápi ikki liv­ir meira og tískil ikki er til at fáa fatur á, so at siga. Ann­að er, at Taks ikki lets um vón og held­ur á­fram at senda rykkj­ar­a­brøv við hótt­an­um um per­són­lig­an húsa­gang, bót v.m.. Guð viti hvat tað kostar at senda hesi hótt­an­ar­brøv út. Tala­n er, so vítt eg dugi at síggja, ikki um stand­ard­ brøv, men per­són­lig brøv, ið máls­við­ger­ar­nir hava nýtt langa tíð um at skriva – enn­tá við stavi­vill­um og slag­f­eil­um! Aft­ur­at tí kem­ ur porto, løn til postmannin fyri at bera tað út, løn til skrell­i­mann­in fyri at heinta pos­an, tá eg havi blaka bræv­ið í skrelli­spann­ina og orka at brenna brævið á Sand­vík­ar­h­jalla. Eitt sindur sarkastiskt sagt, men heilt erligt...er tað ver­u­liga so rívandi galið at fólk­a­yv­ir­lit­ið og Taks ikki sam­starva, ella er talan um ein hátt hjá starvs­fólk­u­num í Taks at rætt­vís­gera eg­ið ar­beiðs­pláss??? Tað næsta verð­ur iva­leyst, at In­trum kem­ur við inn­krevj­i­ng­ar­ brøv­um, vegna Taks o.s.v. o s. v. Haldi heilt erligt, at Taks eigur at taka seg sam­an og halda uppat við at chik­a­ nera mammu mína. Sorg­ in hjá henni er stór nokk aftaná missin av mann­i­ num. Vón­andi lesur okkurt starvs­fólk hjá Taks hetta hjarta­suff­ið og syrgir fyri at »feil­urin« verð­ur rættaður. Skal til seinast siga, at mamma mín, tíbetur, ikki hev­ur sæð brævið og fær tað heldur ikki. ...og í menniskjum góður tokki Um vikuskiftið sendir Rás2 jól­a­radio til á midnátt, og eisini fer rásin at senda jóla­ aft­ansmorgun. Sein­astu dag­arnar hava jól­ini sett dám á send­ing­ar­ nar hjá Rás2, og í dag hevur rás­in verið í Run­avík og sent. Í kvøld frá kl. 19.00 til á mid­nátt verða Rannvá Gaard Foss­a­berg og Eyðun Klaks­ tein vertir fyri jólaradio, sum verð­ur sent úr Havn. Leyg­ar­dagin verður byrj­ að kl. 13.00, og tá verður sent úr Klaks­vík. Fram til kl. 15.30 verður Eyðun Klaks­ tein vertur. Frá kl. 15.30 og til kl. 18.00 verður hond­bólts­ frásøgn úr Kollafirði, har Tróndur Arge fer at útvarpa dyst­in millum KÍF og Team Klaks­vík. Heri Simonsen verð­ur í studio. Og frá kl. 18.00 og til á midnátt verða Ragn­hild Ellingsgaard og Hansa Hansen vertir fyri jóla­radio úr Klaksvík. Sunnudagin verður sent úr Havn frá kl. 14.00 til á mid­nátt. Tá verða Heri Sim­ onsen, Eyðfinn Drewsen og Tróndur Arge í studio. Jóla­aftan frá kl. 9 til 13 verður Heri Sim­onsen í studio, og tá kunnu fólk ringja inn til Rás2 at senda jólaheilsanir og ynskir sær onkran sang. Rás2 sendir jólaradio Neyðars Føroyar brunnið tvøst... Hergeir Nielsen tíðargrein á síðu 20 Kløøhn oh- lukku­ lig! Annika Sølvará Eygamálið á síðu 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lisið á Sosialurin ynskir øllum eini gleðilig jól