fríggjadagur 21. desember 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Í Sunda kommunu eru nú
fýra barnaskúlar, í Haldórs
vík, í Hósvík í Hvalvík og
Norðskála-Oyrar
skúli.
Samanlagt er barnatalið í
teimum fýra skúlunum nið
an fyri 200.
Skúlarnir við Gjógv og
í Tjørnuvík eru stongdir, tí
barnatølini har vóru so smá,
at foreldrini hildu tað vera
betri fyri børnini at sleppa
at ganga í skúlum, har fleiri
børn vóru.
Í Sunda kommunu kunnu
foreldrini velja, í hvørjum
skúla børn teirra ganga.
Barnatalið er ymist í
bygdunum frá einum ári
til annað. Eitt ár kann vera
trongt í einum skúla, og árið
eftir er ríkiligt av plássi.
Fyri at sleppa undan at
byggja uppí skúlar, tí eitt ár er
trongligt, kom borgarstjórin
Kim
Durhuus
við
upp-
skotinum
um
at
savna
allar 7. floksnæmingarnar í
kommununi á Felagsskúla
num á Oyrarbakka.
Uppskotið
varð
sent
skúlaráðunum og skúlunum
til hoyringar. Bara Felags
skúlin tók undir við upp
skotinum.
Mentanarnevndin
tók
heldur ikki undir við tí.
Kortini samtykti býráð
ið mánakvøldið at broyta
bygnaðin, so allir 7. floks
næmingar í skúlanum kom
andi skúlaár fara at ganga
í Felagsskúlanum á Oyrar
bakka.
Fyri mong eru bygdar
skúlar eitt kensluborið mál.
Bygdirnar eru bangnar fyri
at missa.
Kim Durhuus er sann
førdur um, at hetta er ein
skilagóð broyting í skúla
bygnaðinum í kommununi.
- Fyri tað fyrsta sleppa
vit frá at byggja skúlar út,
sum ynski altíð er um, tá ið
barnatalið eitt ár er høgt.
Sum alla aðrastaðni í landi
num
minkar
barnatalið.
Vit hava heldur ikki ráð at
byggja fleiri skúlar út, og
við hesum er tað heldur ikki
neyðugt, sigur Kim Durhuus.
Betri fyri næmingarnar
Hann heldur tað eisini vera
betri
fyri
næmingarnar
at ganga í flokki við fleiri
næmingum, tí tann størri
skúlin hevur betri skúlatil
boð enn tann lítli. Hann sær
hetta sum eitt stig á leiðini
at savna enn fleiri flokkar á
einum skúla. Rætt er at byrja
við teimum elstru næming
unum.
Í Felagsskúlanum ganga
sum er næmingar úr 8. flokki
til 10. flokk. Næmingatalið
er upp ímóti 100, og tað eru
næmingar, sum búgva í
Sunda og Eiðis kommunum.
Í 7. flokki í skúlanum
næsta ár verða 22-25 næm
ingar, tað vil siga ein flokkur.
Sáttmálin
millum
Eiðis kommunu og Sunda
kommunu sigur, at skúlin
hevur framhaldsdeild, men
kommunurnar kunnu leiga
seg inn til aðrar skúlaflokkar
eisini. Skúlin hevur rúm fyri
7. flokki eisini.
Tala hevur leingi verið um
at útbyggja Norðskála-Oyrar
skúla, men tað verður so ikki
gjørt nú.
Broytingin skal góðkenn
ast av Mentamálaráðnum.
Randi Jacobsen
Talið av arbeiðsleysum
fólkum er minkað sein
astu tvey árini. Í novem
ber var tað komið niður
á 1234 fólk, sum als einki
arbeiði hava.
Hesi fólk eru antin
í ALS, ella tey fáa for
sorgarhjálp.
Tølini vísa, at serliga
í Suðuroynni er arbeiðs
loysið minkað, og tað hev
ur samband við, at virkið
Varðin Pelagic á Tvøroyri
fór í gongd.
Men minkandi arbeiðs
loysið merkir ikki ein
týðugt, at samsvarandi tal
av fólki er komið í arbeiði.
Hagstova Føroya hev
ur ikki møguleika at kan
na, hvagar fólkini fara, tá
ið tey fara út úr ALS.
Einki er at ivast í, at
samband er millum mink
andi arbeiðsloysi og frá
flytingina, tí fráflytingin
hevur verið stór seinastu
árini.
Í fjør og í ár eru umleið
720 fólk flutt av landinum.
Fyrr var vanligt, at nógv,
sum høvdu tikið prógv frá
miðnámsskúla, arbeiddu í
eitt ár ella tvey ár, áðrenn
tey fóru burtur at fáa sær
hægri útbúgving.
- So er ikki longur. Vit
vita, at nú fara tey flestu
beint eftir skúlan av
landinum, sigur Eyðfinn
ur Finnsson á hagdeildini
á Hagstovu Føroya.
Umfram tey fulltíðar
arbeiðsleysu fólkini er
eisini ein hópur, sum bara
hevur arbeiði nakrar tím
ar um vikuna.
Eingi hagtøl eru fyri,
hvussu nógv ung arbeiðs
leys fólk, sum ikki kunnu
fáa frá ALS, búgva heima
hjá foreldrunum. Heldur
ikki, hvussu nógv fólk
ongan stuðul fáa, tí makin
hevur inntøku.
Randi Jacobsen
Danska hervaldið er við at
rigga av í Mjørkadali.
Tað mesta av fólkinum er
sagt upp, og tríggjar ferðir
hevur útsøla verið av inn
búgvi.
Formliga er avtalað, at
landsstýrið yvirtekur ognir
nar 1. januar, men tað ganga
væntandi nakrir mánaðir
aftrat, til flytingin er av.
Ognirnar eru støðin í
Mjørkadali, bygningurin í
og á Sornfelli og komman
dørhúsini yviri við Strond.
Sjálvt um bara nakrir
dagar eru til formligu yvir
tøkuna, hevur landsstýrið
enn ikki tikið endaliga støðu
til, hvat hesar ognirnar
skulu brúkast til.
- Vit satsa nú so nógv upp
á ferðavinnuna, og tí liggur
tað frammaliga at fara at
brúka støðina í Mjørkadali
og húsið á Sornfelli til ferða
vinnuendamál, sigur Kaj
Leo Johannesen, løgmaður.
Serliga spennandi held
ur hann tað ljóða við at
gera bygningin á Sornfelli
til okkurt slag av uppliving
ardepli.
Leigusáttmálin um at
arrestina í Mjørkadali gong
ur fram til 2014, men arrest
in brúkar bara ein part av
húsinum.
Tosað hevur verið um at
brúka
kommandørhúsini
Yviri við Strond sum mót
tøkuhús hjá landsstýrinum.
Elstu næming
arnir í ein skúla
Býráðið í Sunda kommunu hevur samtykt, at næsta ár fara allir 7.
floksnæmingar í kommununi at ganga í Felagsskúlanum á Oyrarbakka
Næsta skúlaár verður 7. flokkur í Sunda kommunu í Felagsskúlanum á Oyrarbakka
Fara beint
at lesa
Arbeiðsloysið ger, at ung eftir
lokna miðnámsútbúgving
ikki arbeiða eitt ár fyrst men
fara beint burtur at lesa
Mjørkadalur egnaður til ferðavinnu
Nú landið ætlar at satsa nógv upp á ferðavinnuna, liggur heilt frammaliga, at støðin í Mjørkadali
og húsið á Sornfelli verða brúkt til ferðavinnuendamál, sigu Kaj Leo Johannesen, løgmaður