Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gunnar Skúvadal Lutfallið millum útlán og eginogn, tað sum á fakmáli eitur gearing, er 9,9 í Suður­ oyar Sparikassa. Tað vil siga, at Sparikassin hevur lænt egin­ognina 9,9 ferðir út, restina hevur hann lænt frá øðr­um peningastovnum ella Tjóð­bankanum til at læna út aftur til sínar kundar. Og hetta er sera nógv í mun til aðrar líknandi pen­ inga­stovnar í Danmark, sum í meðal hava eina gearing uppá 3,5. Men sambært stjóranum, Søren L.Bruhn, so er hetta bara ein partur av søguni. – Nógv tann stórsti part­ urin av okkara útlánum eru til privatfólk, ofta 1.prioritets húsa­lán, og tað eru lán við lágum váða. Líknandi bank­ ar í Danmark læna nógv meira til vinnulív, og tað er við høgum váða. Av tí sama kunnu vit eisini tilláta okk­ um at hava eina hægri gear­ ing, sigur hann. Suðuroyar Sparikassi tolir einans at missa 3,2 prosent av sínum útlánum, so kemur hann undir solvenstørvin. Og eisini tað er munandi verri í mun til aðrar líknandi pen­inga­stovnar , sum tola at missa 13,5 prosent av sín­ um útlánum, áðrenn nak­ar vandi er á ferð, sigur Fíggjar­ eftirlitið. Men tað fær ikki stjóran at liggja í andvekri. – Eitt er váði ennað er veru­leiki. Vit hava mist mun­andi minni enn danskir bank­ar við okkara stødd. Vit tola í veruleikanum eitt hall uppá 17 milliónir, sigur Søren L.Bruhn. Ringasta árið í søguni hjá sparikassanum, sum skjótt fyllir 70 ár, var 2010, tá hallið var 2,5 milliónir krón­ur. Triði hvør stórkundi veik­ur Tá Fíggjareftirlitið gjørdi stak­royndir av stóru kundu­ num hjá Suðuroyar Spari­ kassa komu tey eftir, at ein triðingur av stóru kundu­ num (10 av 30) vísa tekin um veik­leika. Og Fíggjareftirlitið kravdi, at Sparikassin økti um sínar avsetingar til tap við 2,5 milliónum. Spari­kass­ in hevði sjálvur mett tørv­in til avsetingar móti tapi til 3,5 milliónir Sørin Bruhn viðgongur, at eitt meirkrav uppá umleið 70 pro­sent er nógv. – Vit royna at sannføra tey um, at tað sum vit hava gjørt er rætt. Vit siga, at eitt skip ella ein bygningur hevur eitt virði uppá tvær milliónir. Men um tey so siga at rætta tal­ið er ein millión, so nyttar lítið hjá okkum at muta ímóti. – Men teir siga jú, at tit hava pyntað tølini í meira lagi? – Ja, tað blívur so altíð ein spurningur um, hvør kennir kund­an betur, tey ella vit. Men samanumtikið er vert at minna á, at tað hóast alt bara eru 0,5 prosent av samlaða útlánsmassanum, sum eru niður­skrivað. Suðuroyar Sparikassi hev­ur fingið álagt leypandi at kunna Fíggjareftirlitið um gongdina hjá hesum kundu­ num við størri váða. Fara at selja fasta ogn Fíggjareftirlitið finst eisini at Suðuroyar Sparikassa, tí ein ov stórur partur av peng­unum, sum bankin eig­ ur, er bundin í fastari ogn. Tað ger bankan sár­bar­an um húsaprísirnir falla, og bankin eigur at minka um henda vágan, stend­ur í frá­ greið­ingini frá Fíggjar­eftir­ liti­num. Søren Bruhn sig­ur, at Suðuroyar Spari­kassi í næst­um fer at lýsa fasta ogn, sum bankin eigur í Vági, til sølu. Søren Bruhn vísir annars á, at tað ikki altíð ber til at samanbera danskar og før­oyskar bankar. – Skuldu vit brúkt dansk­ ar normar, so kundu vit bara átt fasta ogn fyri tríggjar milliónir, og tað er í minna lagi, tá vit hugsa um, at vit hóast alt hava fleiri deildir, sig­ur hann. Fíggjareftirlitið endar sína frágreiðing við eini røð av kravboðum. Eitt nú til leiðsluna um at tillaga manna­gongdir, sum í fleiri før­um eru ymiskar og bein­ leið­is mótstríðandi, stendur skrivað. Um tann partin sigur Søren L.Bruhn, at hann í síni tíð hevur fingið ymsar heimi­ l­dir frá nevndini, sum hann skal virka innanfyri. Til døm­ is at gera avskrivingar uppá kundar, uttan fyrst at leggja málið fyri nevndina. Men í praksis hevur hann hildið seg til at leggja fleiri mál fyri nevnd­ina, enn neyðugt. – Tað skal vera saman­ hang­ur millum hvønn politik ella praksis vit hava í dagliga arbeið­num, og so tað sum er skrivað í okkara innanhýsis skjøl­um, og hetta hava vit nú rætt­að, sigur stjórin. Suðuroyar Sparikassi hevði miðað eftir einum úrs­liti uppá millum 3 og 4 millión­ir í 2012. Herdu krøvini frá Fíggjareftirlitinum gera, at úrslitið nú verður mun­ and­i minni, men tó ikki hall, sig­ur Søren L.Bruhn. gunnar@sosialurin.fo FAKTA: • Suðuroyar Sparikassi er nógv minsti banki í danska kongaríkinvum • Suðuroyar­ grunnurin og umleið 700 smærri partaeigarar eiga bankan • Felagsformurin er avgerandi fyri, um talan er um banka ella sparikassa • Norðoya Sparikassi er ikki ein banki men ein sjálvs­ ognarstovnur Suðuroyar Sparikassi fer ongan veg BÚSKAPUR Tað vóru ikki einans gullkorn í frágreiðingini hjá Fíggjareftirlitinum, sum vitjaði bankan í oktober. Men vit hava tamarhald á støðuni, vissar stjorin