Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Eg veit, at tað kann vera eitt sindur váði at siga, at vit hava fótað sær aftur. Tað staðfestir Bárður Niel­sen, formaður í Fíggjar­ nevnd­ini hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt og endaliga av­ greidd. Men hann heldur kortini, at tað er als ikki av leið at hugsa tankan. - Vit hava fingið tamar­ hald á búskapinum og nógv tekin eru um, at tað gongur rætta vegin, sigur hann. Hann sipar til, at arbeiðs­ loysið er nógv minkað og húsarhaldini minka um skuldina, samstundis sum at inntøkan hjá lands­kassa­num er støðug og útreiðslu­vøkst­ urin er steðgaður. - Hesi síðstu árini hava allir stovnarnir sum heild eisi­ni megnað at halda seg til játtanina, teir hava fingið. Hørð krøv Samgongan setti sær fyri, at í 2016 skuldi hallið á fíggjar­ lógini vera vent til eitt avlop og hóast tað nú gongur frægari í búskapinum, verð­ ur tann málsetningurin ikki broytt­ur. - Vit halda framvegis, at vit hava sett okkum rættiliga hørð krøv fram til 2016, so tað er ikki ráðiligt ikki táttað meiri í, hóast tað gongur betri, sigur Bárður Nielsen. - Hinvegin ætla vit at halda fast í útreiðslu­karm­ inum, vit hava sett okk­um fyri at halda. Tískil verð­ ur ikki vikið frá hesum málsetninginum, uttan so, at vit finna olju, ella okkurt annað heilt kollveltandi hendir, sum fer at økja inn­ tøkurnar hjá lands­kassa­num munandi. Hann heldur, at skal tað eydnast samgonguni at framtíðartryggjað væl­sam­ felagið, er tað eitt sera týdn­ ingar­mikið stavnhald at hava og halda fast um. - Vit halda, at almennu útreiðslurnar eru ivaleysa stór­ar og tí royna vit at tál­ ma teimum sum mest og at raðfesta innanfyri teir karm­ ar­nar, vit hava. Hinvegin kann eisini tað ringasta henda, at fiski­ skapurin miseydnast full­ komi­liga og at tað verður eitt skrædl og so má tann ætlan­ in endurskoðast, tí so er ikki vist, at vit klára tað. Ætlanin heldur Men sum gongdin er nú, heldur ætlanin hjá sam­ gongu­ni rættiliga væl. - Í langtíðarætlanini, vit løgdu, høvdu vit væntað eitt hall næsta ár á slakar 250 milliónir, men eftir fíggjar­lógini, vit hava sam­ tykt, verður tað slakar 243 milliónir, so vit eru eitt lítið vet frammanfyri ætlan­ina, sigur formaðurin í Fíggj­ar­ nevnd­ini. Men hetta hallið er 135,5 milliónir minni, enn lands­ stýrið ætlaði tá ið fíggjar­ lógin varð løgd fram, so varð uppskotið hjá landsstýrinum fylgt, hevði samgongan verið væl aftanfyri upprunaligu ætlanina. Men síðani samdust sam­gongan um at taka 120 millión­ir inn í eykagjøldum frá makrelskipunum, sam­ stundis sum um onkrar útreiðsl­ur eru lækkaðar eitt vet og sostatt endaði hallið niðri á 242,5 milliónum. - Vit eru sloppin rættiliga snikka­leys burtur úr heims­ kreppu­ni. Tað er fyrst og fremst takka verið tí, at ali­ vinn­an gongur so avbera væl og at vit fáa so nógv burtur úr makrelinum. Men tað er framvegis hall á fíggjarlógini og Bárð­ur Nielsen dugir ikki at síggja, hvaðani tann stóra inn­tøku­ hækk­ingin skal koma frá hesi næstu árini. - Tí er tað neyðugt arbeiða mið­víst fram ímóti at fáa hallið burtur, sigur hann. Ivasamt við lønunum Í royndunum at steðga út­ reiðslu­vøkstrinum, var onki sett av til lønarhækkingar í 2013, so tær skulu í øllum før­ um sparast inn aftur. Hvussu verður við at hækka játtanina tey næstu ár­ini, fyri at leggja upp fyri lønar­hækkingum, ivast Bárð­ ur Nielsen í. Men hann heldur, at seinastu tíðina hava lønar­ hækk­ingarnar verið so lágar, at heldur tann gongdin fram, eig­ur tað at bera til at reka samfelagið uttan at hækka játtanirnar eftir teimum lønar­hækkingum, sum vera. Harafturat vísir hann á, at mannagongdir verða alla tíðina broyttar og am­boð úr útgerð batnar alla tíð­ina, og eisini tað førir við sær, at raksturin verður bílig­ari, uttan at talan er um bei­n­ leiðis sparingar. Bárður Nielsen heldur, at bara slíkar vanligar rakstrar­ ábøtur, sum bøttar manna­ gongd­ir og betri útgerð elva til, svara til eina sparing á minst 1% um árið, helst 2%. - Sum lønarhækkingarnar eru í løtuni, eru tær ikki hægri enn so, enn at teir ym­ su stovnarnir eiga at klára tað innanfyri tær van­ligu rationaliseringarnar, sum eru av bøttum manna­gongd­ um og betri útgerð, legg­ur formaðurin í Fíggj­ar­nevnd­ ini afturat. Hinvegin ásannar hann eisini, at tað verður neyðugt við umfatandi bygn­að­ar­ broyt­ingum í heilsu­verki­ num og skúla­verki­num og hann heldur, at tað gongur í so strilti við tí. Men nú hava vit játtað Heilsuverkinum 1,5 millión krónur, sum eru mark­aðar til arbeiðið at gera bygn­að­ar­ broytingar í Heilsuverkinum og hann veit, at arbeitt verð­ ur miðvíst við tí, so tað hevur hann góðar vónir um. Annars eru bygn­að­ar­ broytingar gjørdar við tað, at fleiri stovnar eru lagdir sam­an fyri at spara rakstur.w Andstøðan í Løgtinginum royndi til tað síðsta at fáa sett síni fingramerki á fíggjarlógina fyri 2013, sum varð enda­liga sam­ tykt og av­greidd í Løg­ tingi­num miku­kvøld­ið. Í hesum sambandi hevði andstøðan sett 156 broyt­ingaruppskot fram. Men tað var alt til fánýtis. Andstøðan hevði eitt broyt­ingaruppskot, sum í mesta mun hevði til enda­ máls at flyta smærri upp­ hæddir ímillum ymisk máls­øki. Men hetta gjørdi alt sítt til, at tað tók drúgva tíð at avgreiða fíggjar­lóg­ ina, tí tinglimir skuldu at­ kvøða heilar 158 ferðir. Tá ið komið var í helvt, høvdu tinglimir hug at fýlast á mannagongdina, men løgtingsformaðurin gjør­di greitt, at tvinnir vóru kostirnir: Verða upp­ skotini ikki tiki aftur so at tey fella burtur, má Løg­ ting­ið atkvøða um hvørt upp­skot sær. Og tingformaðurin gjørdi eisini greitt, at øll ting­fólk, sum eru stødd í sali­num, skulu atkvøða. Men tá ið so atkvøtt hevði verið um øll broyt­ ing­ar­uppskotini, skuldi Løg­tingið so atkvøða enn eina­ferð um alla lógina sum hon var. Tað endaði við, at øll tey 156 broytingaruppskotini hjá andstøðuni vórðu feld, men broytingaruppskotið hjá samgonguni varð sam­ tykt. Upp undir atkvøðu­ greiðsluna høvdu ting­ lim­ir skift orð í fleiri tímar um fíggjarlógina, men tað orðaskiftið flutti onki og samgongan samtykti fíggjar­lógina, soleiðis, sum hon hevði ætlað. Nú fíggjarlógin er av­ greidd, fer Løgtingið í jólafrí og fer ikki til ar­ beiðis aftur fyrrenn út ímóti hálvum januar uttan so, at okkurt óvan­ ligt stingur seg upp. Fyrsti nevndarfundur, sum stendur á skrá í løtu­ ni, verður ein fundur í Mentan­arnevndini hós­ dag­in 10. januar. Enn er ikki avgjørt, nær fyrsti Løgtingsfundur verð­ur eftir nýggjár. Áðrenn tey fóru, ynsk­ti løg­tings­formaðurin, Jógv­ an á Lakjuni, ting­fólk­um og lands­stýris­fólkum eini gleði­lig jól og eitt av harra­num signað nýggj­ár. Royndu til tað síðsta Vit hava fótað okkum aftur FÍGGJARLÓGIN Tað eru nógv tekin í føroyska samfelagnum um, at vit hava fingið tamarhald á støðuni, sigur Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt Sum lønarhækk­ ing­ar­nar eru í løtuni, eru tær ikki hægri enn so, enn at teir ymsu stovnarnir eiga at klára tað innanfyri tær vanligu rationaliseringarnar Snikkaleys - Vit hava sett okkum sjálvum hørð krøv, men vit hava fingið tamarhald á støðuni, so vt eru sloppin rættiliga snikkaleys burtur úr kreppuni, sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum