fríggjadagur 21. desember 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ummæli
Leif Hansen
Í einum føroyskum høpi er hug
takið felagssangur vælkent. Um
framt at hava kvøðið og dansað
síðani einaferð seint í miðøldini,
so fóru føroyingar at syngja pro
testantiskar sálmar helst longu
fyrstu áratíggjuni eftir reforma
tiónina. Hetta at syngja saman
hevur sostætt í øldir verið partur
felagslívið hjá teimum, sum her
hava búð.
Við sínari sjálvsagdu savnandi
og aktiverandi natúr, umframt at
verða íborðin eina kensluborðnan
og hugburðsgerandi kraft, kom fe
lagssangurin kring um í Evropa
í byrjanini av 19. øld, at hava ein
centralan leiklut tá ein ávísur
boðskapur
skuldi
úttrykkjast.
Hendan eginleika við sangi sóu
føroyingar eisini og tí kom júst
felagssangur at hava aðalleiklut
hjá eitt nú tjóðskaparrørsluni og
vekingjarrørslunum. Hesar rørslur
uppbygdu hvør í sínum lagi eitt
sangrepertoire á føroyskum, sum
varð grundað á tey virði og tað
sjálvsfatan sum rørslunar stríddust
fyri. Tískil varð óhugsandi at skipa
fyri fólkafundi ella vekingarmøtum
uttan felagssang.
Sangur í skúlanum
Góð hundrað ár eru liðin síðani vit
fingu tað fyrstu føroysku skúla
sangbókina. Hetta var í 1906 tá
Jógvan Waagstein lat úr hondum
Songbók Føroya skúla.
Um sangin í føroyska skúlanum
í byrjanini av 20. øld sigur Jógvan
Waagstein í greinini ”Yvirlit yvir
sangin í okkara skúla tey seinastu 50
árini” útgivin í 1948, m.a. soleiðis:
”Tá eg í 1903 gjørdist lærari og
organistur í Havn, kom eg til ein
skúla, har ikki annar sangur enn
tann eftir oyranum var kendur –
einans Roskilde Konvents Salmebog
(Psalmebog for Kirke- og Huus-
Andagt, 1855 LH.) og Den danske
Skoles Sangbog vóru nýttar har”
Børnini dugdu nógvar danskar
sálmar og sangir uttanat, men
eingin sangbók var við føroyskum
sangum. Waagstein søkti um loyvi
at sleppa at syngja á føroyskum og
hetta varð játtað honum.
Hann fer, við støði í sínum donsku
tónleikapedagogisku fyrimyndum,
Bergreen, Sanne og Nebelong, til
arbeiðis og leggur í fyrsta lagi dent á
eina tónleikateoretiska tilgongd til
undirvísingina. Hetta at uppbyggja
eitt breitt sangrepertoire kundi ein
ans lata seg gera um børnini lærdu
at syngja eftir nótum, syngja reint
og rytmiskt rætt.
Ej blot til Lyst fik Mennesket
syngeevner er citat frá danska tóna
skaldinum H.O.C. Zinck (1746-1832). Í
hesum liggur upplýsingstíðarinnar
ynski um eina breiða musikalska
uppaling av fólkinum. Tá Waagstein
ynskir musikalskt at uppæla føroy
ingar so er einki at ivast í, at hann,
ávirkaður av romantiska tanka
góðsinum, sær stórt forfall í sang
inum í samtíðini – bæði kirkju
sangi og føroyskum dansi. Uppgáva
skúlans verður tí at: ”føra okkara
fólk fram á tann sess, sum av røtt
um er okkara, í norrønnari sang
mentan” (úr áðurnevndu grein).
Tá eg trívi í hetta lítla og tó tíð
andi brot í føroyskari skúlasøgu
so er tað tí at hetta á ein hátt, tó
við dagførdum pedagogiskum og
didaktiskum arbeiðshátti, enn í
dag myndar eina av høvuðspræ
missunum fyri sang- og tónleika
undirvísing í føroyska skúlanum.
Sum ritstjórnin handan SynG sigur:
”Sangur og tónleikur eru stórur og
týðningarmikil partur av føroysku
mentanin...At halda fast um hendan
arv okkara – og eisini menna hann
– er eitt av aðalmálum Føroya Sang
lærarafelsgs, felagnum, sum gevur
út bøkurnar SynG.” Uppgávan hjá
tónleikalærarnum er tí nú sum
áður, at flyta sangmentan okkara
til komandi ættarlið.
Sangmentan
Hvat fólk leggja í útsøgnina góð
sangmentan er ikki lætta at meta
um. Waagstein helti heilt víst til
ein kvalitativan hugburð til sang,
meðan onnur til eitt kvantativt
breitt sangrepertoire ella tað at
duga nógvar sangir. At tvær slíkar
tilgongdir til sang veruliga eru
kjølfestar í fólksins metvitið er tó
óvist. Men báðar eru neyðugar fyri
einari góðari sangmentan. Góða
sangmentanin er fyri mær hetta,
at sangur er ein natúrligur partur
grandisdegnum bæði til gaman og
álvara. Ímyndin av týdninginum
sangi í føroyskari søgu og mentan
styðja eisini uppundir eina slíka
útlegging. Sangi verður tí javnan
tillagd ein tjóðskaparligan sam
leikaberandi leiklut og lítið er at
ivast í, at arbeiði við at útgeva sang
bókin SynG er hugsað sum partur
av hesum sama leikluti.
Hvussu nógv verður sungið kring
landið í dag er helst sera ymiskt.
Tó er tað mín fatan, at sangur og
felagssangur, um ikki líka nógv
sum áður, enn eru týðandi partar av
felagslívinum. Á sama hátt er helst
ymiskt hvussu nógv verður sungið
í føroyska skúlanum og hvussu
natúrligur partur sangur er av
undirvísingini. Sangur og tónleikur
í einum skúla, í støðugari broyting,
hevur til allar tíðir verið tengdur
at hugi og førleika hjá lærarum á
staðnum. Tí er eisini ymiskt hvussu
tað hepnast tónleikalærarum at
fullføra hesa gott hundrað ára
gomlu uppgávu, nevnuliga at flyta
góðu føroysku sangmentanina til
komandi ættarlið.
Sangbókin
SynG, í boðshátti, eitur bókin og
leggur seg væl eftir einari sang
áskoðan, sum sigur, at sangur
er hvørsmannsogn og øll hava í
hvør sínum lagi evnir at syngja.
At sangbókin skal fjálga um og
menna fólksliga felagssangin er
sum sagt eitt aðalmið. Havast skal
tó í huga at fólksligur sangur og
felagssangur oftast er uppstaðin
í almenninginum og týðandi fyri
um ein sangur verður ”upptikin” í
fólksliga sangrepertoire er, at hann
sigur fólki nakað. At kanonisera
fólksligan sang er tí nærum ógjør
ligt. Men mær tykir ikki at SynG
er at fata sum ein roynd at fortelja
føroyingum, hvat góður sangur er,
men hinvegin ein spegilsmynd av
úrvalið av sangum, sum hava ljóm
að í Føroyum í stórthundrað ár.
Bókin er sermerkt í vavið og
fjølbroytni, heili 456 sangir eru
settir í bókina. Eftir hvørjum leisti
ritstjórnin hevur redigerað veit
eg ikki, men tað tykist sum um
strembað hevur verið eftir einum
fjølbroyttum innihaldi. Í inngang
inum sigur ritstjórnin at ”valdir
eru sangir, sum eru góðir at syngja”.
Hetta merkir ikki, at allir sanginir
eru lættir at syngja ella eru vælegn
aðir til felagssang – tvørtur ímóti.
Tí er tað ymiskt hvussu tað fer at
eydnast at transformera alskins
sløg av sangum frá tí teir upp
runaliga vóru hugsaðir, til at verða
nýtiligir í tradtionellum felags
sangi. Men sangur er ikki bara fe
lagssangur og bókin er tí eisini eitt
kærkomið íkast til samanspæl í
skúlanum og ikki minst hjá tón
leikabólkum kring landið.
Ein sangbók lýsir tíðina, hon
verður givin út í og somuleiðis
hendan. Í fyrstu skúlasangbókini
sum kom í 1906 vóru 63 sanngir,
sálmar og kvæði. Av teimum 63
eru bara 12 komnir við í SynG. Allir
sangir eru ikki tíðarleysir og tí
broytist sangrepertoire altíð. Ein
av avbjóðingunum tá ein sangbók
skal savnast er júst hetta at velja
og vraka. Tí er einki ivast í, at tá
ein nýggj skúlasangbók einaferð
kemur, verður partur av hesum 456
valdir frá.
Dugnaligu fólkini í ritstjórnini
við Zacharisi Sørensen á odda hevur
laða ein týðandi varða í føroyskari
tónleika- og skúlasøgu. Bókin sjálv
varðveitir ella mennir ongan sang
í Føroyum, men við henni hava
tónleikafólk fingið eitt sera hent
amboð og eitt fjøllbroyt savn av
sangum, sálmum og kvæðum.
Ej blot til lyst fik
mennesket syngeevner
”Sangur og tónleikur binda fólk saman, og tað er ein sannroynd, at felagskapur av slíkum slag hevur nógv góð
árin á hitt einstaka menniskjað”. Soleiðis skrivar ritstjórnin handan nýggju sangbókina SynG í innganginum
í bókuni. Føroya Sanglærarafelag hevur latið úr hondum sangbók við ikki færri enn 456 sangum