Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 32

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu skal hava fl eiri starvsfólk, og søkja vit tí eftir sosialráðgevum til setan 1. mars 2013 ella eftir nærri avtalu. Talan er um tvey fulltíðarstørv, sum tó møguliga kunnu gerast um til trý størv, um áhugi er fyri at arbeiða niðursetta tíð. Arbeiðsuppgávurnar hjá Barnaverndartænastuni eru ásettar í lóg um barnavernd. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og verða útintar í samstarvi við hini starvsfólkini á deildini og aðrar viðkomandi samstarvspartar. Barnaverndartænastan ætlar at styrkja tann fyribyrgjandi partin av arbeiðinum, sum framyvir verður ein týðandi partur av arbeiðinum hjá starvsfólkunum í Barnaverndartænastuni. Fyribyrgjandi arbeiði, fevnir m.a. um kunning og ráðgeving til bæði børn, vaksin og stovnar. Barnaverndartænasturnar saman við Barnaverndarstovuni eru farnar undir átak at kunna um fráboðanarskylduna, og fer hetta í stóran mun at mynda arbeiðið komandi árini. Vit bjóða • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv • Møguleika at menna teg fakliga og persónliga • Eina vælvirkandi deild, har strembað verður eftir, at arbeiðið verður gjørt á fakliga høgum støði Vit sóknast eftir starvsfólki, sum • hava góð samstarvsevni • kunnu arbeiða sjálvstøðugt og undir trýsti • hava góð innlivingarevni • kunnu vera við til at menna arbeiðið í barnaverndartænastuni • kunnu geva eitt jaligt ískoyti til eitt spennandi arbeiðspláss • hava royndir innan barnaverndarøkið, tó er tað ikki eitt krav Førleikakrøv • Útbúgving sum sosialráðgevi Setanarviðurskifti Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 16. januar 2013. Merkið umsóknina „sosialráðgevi“. Til ber eisini at senda umsóknina til: torshavn@torshavn.fo. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Eyðfríð L. Jacobsen, deildarleiðara, tlf. 302060, ella á telduposti eydfridj@torshavn.fo. Starvsfólk til Barnaverndartænastuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna søkir nýggjan fyrisitingarstjóra, nú fyrisitingarstjórin seinastu 8 árini er farin í annað starv. Fyrisitingarstjórin mannar stjórnarbólkin saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, tekniska stjóranum og trivnaðarstjóranum. Fyrisitingarstjórin hevur ábyrgdina av fíggjarøkinum, kt-økinum, starvs- fólkaøkinum og borgaratænastuøkinum (Snarskivuni). Høvuðsuppgávur • Menna miðfyrisitingina sum eitt gott og virkið arbeiðspláss við týðiligum virðum og greiðum málum • Tryggja, at leiðslubólkurin á miðfyrisitingarøkinum virkar sum ein savnað, samskipandi og strategiskt hugsandi eind • Tryggja, at miðfyrisitingin veitir politisku skipanini professionella og fakliga ráðgeving • Tryggja, at miðfyrisitingin er før fyri at veita øllum borgarum og vinnulívi í kommununi eina dygdargóða tænastu • Saman við hinum stjórnarlimunum tryggja, at komm- unan hevur fullgóða fíggjarstýring og fremur úrslit • Saman við hinum stjórnarlimunum fyrireika og menna kommununa fakliga og fíggjarliga, soleiðis at hon kann taka við teimum avbjóðingum og uppgávum, sum í framtíðini verða lagdar kommununum at umsita Førleikakrøv Umsøkjarar til starvið verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umráðandi er, at tú: • hevur kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, ella tilsamans hevur sambærligt útbúgvingarstøði og royndir • hevur kunnleika til og royndir frá leiðslu, fíggjarstýring og fyrisiting • hevur góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl • hevur gott strategiskt skil • dugir at seta greið mál og skapa úrslit • dugir væl at raðfesta, samskipa og útdelegera • hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga • dugir væl føroyska málið í skrivt og talu • megnar til tíðir at arbeiða undir stórum trýsti Tann, ið sett/-ur verður skal hava kunnleika til kommununa og kommunal viðurskifti og innlit í samfelagsviðurskiftini í Føroyum í breiðum høpi. Nærri greining av starvinum sæst í starvsprofi linum á heimasíðuni. Setanarviðurskifti Starvið sum fyrisitingarstjóri er fl okkað sum tænastu- mannastarv í 38. fl okki, har mánaðarlønin er 49.191,18 kr. umframt eftirløn sum tænastumaður. Setanin er við tvey ára royndartíð. Meira fæst at vita Ynskir tú fl eiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingibjørg Berg, kommunu- stjóra, á tel. 302010 ella við t-posti ingibjorg@torshavn. fo. Umsókn Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsgongdar- lýsing og møguligar tilvísingar skulu sendast til: Tórshavnar kommunu Att.: Ingibjørg Berg Vaglið • FO-100 Tórshavn Viðmerk á umsóknina: „Fyrisitingarstjóri“. Umsókn til starvið skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 2. januar 2013 kl. 12.00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fyrisitingarstjóri Tórshavnar kommuna