Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagstovnurin á Velbastað søkir eftir trimum pedagogum. PEDAGOGAR www.torshavn.fo Leys størv í Tórshavnar kommunu TÓRSHAVNAR KOMMUNA Ein pedagog fyri pedagog í barsilsfarloyvi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. februar 2013 ella eftir nærri avtalu. Starvstíðin er fram til 15. juli 2013. Søkt verður eisini eftir einum pedagogi til barna- garðsstovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Eisini søkja vit eftir einum pedagogi til námsfrøði- ligt tiltak at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja sum skjótast. Starvstíðin er fram til 15. juli 2013. Um ongin pedagogur søkir verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. SETANARVIÐURSKIFTI Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið. UMSÓKN saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovnurin á Velbastað, Norðuri á Heyggi 55, 176 Velbastaður, í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. januar 2013. MEIRA FÆST AT VITA um størvini við at venda sær til Ingibjørg W. Kamban, stovnsleiðara, telefon 218132. Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi og heilsurøktara at byrja so skjótt sum tilber. Arbeiðstíð fyri sjúkrarøktarfrøðing eftir avtalu í skiftandi vaktum. Arbeiðstíð fyri heilsurøktara: 0,6 tíð í skiftandi vaktum. Á Tjarnargarði eru 34 røktarheimspláss og 15 dagstovnapláss fyri heimabúgvandi fólk, sum eru minnisveik. Endamálið við Tjarnargarði er at geva fólki úr Tórshavnar kommunu, sum hava tørv á røkt alt samdøgrið, eitt heim, har tey fáa røkt og um- sorgan, og fjálgað verður um tey. Vit arbeiða eftir Eden-hugsjónini, tillagað til Tjarnargarð. FØRLEIKAKRØV • tú hevur prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari • tú hevur góð samstarvsevni • tú hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin eftir tørvinum hjá búfólkunum • tú er nýhugsandi og hevur hug og áræði at skipa fyri dagliga virkseminum hjá búfólkunum • sjúkrarøktarfrøðingurin skal vegleiða lesandi og næmingar, sum koma í starvspraktikk eftir krøvum, sum sett verða av útbúgvingarstaðnum VIT BJÓÐA • eitt áhugavert og positivt starvsumhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan galdandi, og vera við til at menna umsorgan og røkt SETANARVIÐURSKIFTI Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. UMSÓKN O.A. saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi seinast mánadagin 7. januar 2013. MEIRA FÆST AT VITA um starvið við at venda sær til Hensiu Einarsson, leiðara tlf. 214075 ella teldupost: hensia@torshavn.fo SJÚKRARØKTARFRØÐINGUR OG HEILSURØKTARI Hagastevna Hagastevna fyri Innasta haga í Skálavík verður á Keldu í Skálavík 28. desember kl. 15.00. Hagastýri