fríggjadagur 21. desember 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 21. desember 2012 · Nr. 149
50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Í gjár var lutakastið til 1/8 fin
alurnar í Champions League.
UEFA hevði ein royndarkoyr
ing, sum seinni vísti seg at raka
púra neyvt tað sama sum tað
veruliga lutakastið. Møguleikin
fyri tí er 2100 til 1.
Tað var fyrrverandi Real
Madrid og Liverpool spælarin,
Steve McManaman, sum trekti
lut millum tey 16 liðini. Tey sum
komu úr sama landi, ella høvdu
verið í sama bólki kundu ikki
møtast.
Sir Alex móti
José Mourinho
Teir eru tveir av teimum bestu
venjarunum í heiminum. Tað
kunnu vit róliga staðfesta, um
vit hyggja í steypaskápini hjá
teimum. José Mourinho hev
ur vunnið meirstaraheitið í
Portugal, Onglandi, Spania og
Italia, umframt at hava vunnið
Champions League við Porto
og Inter Milan.
Sir Alex Ferguson hevur
gjøgnum 26 ár vunnið 12 meist
araheitið og tvey Champions
League heitið.
Tað er tí ongin ivi um hvør
størsta uppgerðin er í 1/8 final
unum. Tað er uppgerðin millum
Real Madrid og Manchester
United, José Mourinho og Sir
Alex Ferguson, Wayne Rooney
og Cristiano Ronaldo. Tað er av
sonnum ein Champions league
uppgerð, sum vil nakað.
Uppgerðin millum AC Milan
og Barcelona hevur drúgva
Champions League søgu. AC
Milan hevur vunnið Champ
ions League sjey ferðir, meðan
Barcelona hevur vunnið tað
fýra ferðir. Millum annað møtt
ust liðini í finlauni í 1994. Tá
vann AC Milan heili 4-0.
Í seinastu hevur Barcelona
tó havt yvirtakið, og vunnið
steypið í 2006, 2009 og 2011.
Fyrru 1/8 finalurnar verða
spældar 12. og 20. feburar, með
an returdystirnir verða spældir
5. og 12. mars.
1/8 finalurnar
í Champions League:
Galatasaray - Schalke 04
Celtic - Juventus
Arsenal - Bayern Munchen
Shakhtar Donetsk - B. Dortmund
AC Milan - Barcelona
Real Madrid - Manchester United
Valencia - Paris Saint-Germain
Porto - Malaga
Tróndur Arge – Skála
Tað munnu helst bara vera tey, ið
halda við KÍF, sum ikki fegnaðust
um úrslitið mikukvøldið á Skála.
Ein dystur sum prógvaði, at hond
bóltur er ein ótrúliga spennandi
ítróttargrein, tá báðir partar eru
kappingarførir og vilja bjóða av.
Úrslitið merkir, at tað framvegis
eru fimm lið, sum kempa fyri at fáa
annað av teimum báðum FM finalu
plássunum. Vann KÍF, so høvdu
kollfirðingar ligið til annað finalu
plássið, meðan tað einki hevði sæð
út hjá strandingum. Nú er einki av
gjørt.
StÍF á odda
Strandingar vóru á odda við fimm
málum í hálvleikinum. Tað kom
ikki ferð á spælið fyrr enn eitt
»time-out« aftaná 17 minuttir.
Sveinur Justinussen var sum van
ligt mansvardur, men fekk nógv
burtur úr sum spælfordeilari og
ígongdsetari. Í gjøgnum allan dyst
in var hann høvðusmaðurin aftan
fyri spælið hjá StÍF. Serliga var
hann skilagóður og tryggur, tá StÍF
fór í álop. Um nakað, so skuldi hann
kanska havt skotið nakað oftari
enn hann gjørdi mikukvøldið. Einar
tvær ferðir var næstan púra opið í
verjuni, men hann tóktist nærmast
kløkkur av tí, og valdi at spæla ann
an spælara.
Stutt fyri hálvleik dregur StÍF
frá. Teir økja um leiðsluna við sein
asta kastinum fyri hálvleik. 15-10
og strandingar í góðum lag. Sum
heild eitt gott liðavrik, har menn
sum Pætur Joensen og Jógvan G.
Joensen einki stóðu aftanfyri meiri
sjónligu spælararnar.
Seinast liðini spældu var í Kolla
firði. Tá var munurin áleið tann
sami í hálvleikinum, men KÍF vendi
øllum á høvdið og vann. Tað tóktist
nerva heimafólki, sum ikki hevði
gloymt tann dystin.
Eitt gott KÍF korter
Júst sum heimafólkið illgitið um,
so kom KÍF aftur í aftur. Ási Dam
gekk á odda og tók verjuna hjá StÍF
av bóli. Hann mundi skjóta trý ella
fýra mál fyrstu løtuna, meðan StÍF
hevði torført við at fáa mál í hinum
endanum. Miðskeiðis í hálvleik
inum var leiðslan burtur.
Tað sermerkta við seinna hálv
leiki var, at KÍF valdi ikki at mans
verja Svein Justinussen. Hann tókt
ist nærmast í øðrviti, tá hann kom
inn á hálvuna hjá KÍF uttan at vera
mansvardur. Hann stillaði seg bara
at bíða, men ongin mansverja kom.
Heldur var Ási Dam framrætt
aður í verjuspælinum og fylgdi
Sveini tætt, tá hann rørdi upp á
seg. Alexandur Johansen ásann
aði eisini, at StÍF ikki var til reiðar
at takla nýggju støðuna. Sveinur
Justinussen hevur verið mans
vardur at kalla allar minuttirnar av
landskappingini í ár uttan í tí fyrsta
dystinum.
Millimetrar á muni
Hvørja ferð annað liðið kundi draga
frá, so vendi spælið upp á sekundir.
Bara millimetrar vóru á muni í fleiri
støðum. Dysturin kundi verið farin
báðar vegir. Gert Hansen hevði ein
góðan dag á strikuni fyri KÍF, men
tá hann skuldi skjóta fimta málið
og javna, rakti hann tvørstongina.
StÍF fór í mótálop og bara nøkur fá
sekund seinni var StÍF á odda við
tveimum. Í hinum endanum kundi
StÍF tí einu ferðina økja, men hóast
Steinar Prestá stóð púra leysur á
strikuni, eftir framúr gott StÍF spæl,
so megnaði hann onkursvegna ikki
at lofta bóltinum. KÍF fór í mótálop
og so var aftur spenningur í.
Tað vóru tvey mál av strikuni
hjá StÍF, sum høvdu avgerandi
týdning. Steinar Prestá skoraði gott
mál, tá hann í torførari støðu fekk
beint bóltin í málið umvegis tvør
stongina. Ein hálvan minutt fyri
tíð kom KÍF verjan langt út at verja,
og Sveinur og Borgar Danielsen
spældu seg í gjøgnum. Tað endaði
við, at Borgar Danielsen púra leysur
móti málinum kundi tryggja StÍF
sigurin, og samstundis varðveita
spennignin í Atlantic Airways
deildini.
StÍF við aftur
StÍF hevur nú reist seg eftir tapið
fyri H71. Teir hava vunnið á Neist
anum og nú á KÍF, sum fleiri meta
verða sterkasta liðið í kappingini.
Teir eru eisini oddalið, so tað er
ikki einki um tað. Fyri KÍF merkir
tapið nokk ikki so nógv. Teir eru
framvegis oddalið. Rógvi Weihe
segði við Rás2 eftir dystin, at KÍF
hevði sum mál at fáa 19 stig í fyrra
hálvu. Teir hava nú 17 stig og mangla
ein dyst, sum verður leygardagin
móti Team Klaksvík.
Ein góður og spennandi hond
bóltsdystur, sum kundi havt koppað
hinvegin um millimetarnir vildu. So
stutt er millum at vinna og tapa í
hondbólti.
– Hatta er hondbóltur tá hann er
best, søgdu Alexandur Johansen og
Rógvi Weihe í felag eftir dystin.
trondur@sosialurin.fo
Nú byrjar Champions
League av álvara
Europa League
lutakastið
Fótbóltur So er greitt hvørji skulu
møtast í Champions League 1/8
finalunum. Fleiri av uppgerðinum
síggja út til at kunna blíva sera
spennandi. Tú kundi sagt, at Champ
ions League av álvara byrjar nú
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
11
314
250
64
1
2 VÍF
11
300
256
44
15
3 H71
11
306
274
32
14
4 StÍF
12
307
275
32
13
5 Kyndil
11
284
276
8
12
6 Neistin
11
254
276
-22
7
7 Team Klaksvík
11
213
371
-158
0
StÍF - KÍF 26-24 (15-10)
StÍF: Marius Joensen 8, Pætur Joensen 7, Borgar Danielsen 4, Jógvan G. Joensen 4,
Steinar Prestá 2, Sveinur Justinussen 1
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Gert Hansen 4, Ási Dam 3, Nicklas Selvig 3,
Teitur Joensen 2, Rógvi Weihe 2, Tony Weihe 1, Rúni Joensen 1
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
StÍF tryggjar spenningin
Hondbóltur Við einum 26-24 sigri á KÍF tryggjaði
StÍF, at spenningurin er upp á tað hægsta nú tað stundar
til jóla. Bara fimm stig skilja fimm tey fremstu
Leygardagin
22. desembur 2012
KÍF - Team Klaksvík (kl. 16.00)
Kyndil - Neistin (kl. 16.00)
H71 - VÍF (kl. 18.00)
Tróndur Arge
Í Europa League eru 32 lið við,
so lutakastið hesa ferð var til
1/16 finalurnar. Ensku liðini
fingu rímiliga torførar upp
gávur.
Við í lutakastinum eru tey
24 liðini, sum komu víðari frá
teimum 12 bólkunum, umframt
teir átta tríararnir í Champ
ions League bólkunum. Teirra
millum finst Chelsea, ið sum
fyrsti Champions League vinn
ari ikki megnaði at koma víðari
úr bólkaspælinum árið eftir.
trondur@sosialurin.fo
Lutakastið til 1/16 finalurnar:
BATE Borisov - Fenerbache
Inter - Cluj
Levante - Olympiaikos
Zenit St. Petersburg - Liverpool
Dynamo Kiev - Bordeaux
Leverkusen - Benfica
Newcastle - Metalist Kharkiv
Stuttgart - Genk
Atletico Madrid - Rubin Kazan
Ajax - Steaua Bucharest
Basel - Dnipro
Anzhi Makhachkhala - Hannover
Sparta Prag - Chelsea
Mønchengladbach - Lazio
Tottenham - Lyon
Napoli - Viktoria Plzen
Atlantic Airways deildin
Savnsmynd