Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2012 2 blaðið Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Forsíðumynd: Silvia á Bergi Gunnarsson / Mynd: Allan Korsager Davidsen Snið og umbróting: Sosialurin / Pætur Eyðunsson Jensen Sagt um jól: Vit liva í eini tíð, har vit hugsa nógv um okkum sjálvi. Vit skulu ansa okk­um, frelsa okkum sjálvi frá freist­ingum, renna undan plágum og eftir vælveru, skulu helst eta rætt til rætta tíð, realisera okkum nøkunlunda realist­ iskt, siga frá og standa við ­okk­ara, og ­kanska onkuntíð eisini hava tíð til alt hitt, sum kann geva inni­hald í gerandis­degnum og lívinum annars. Og so koma jólini. Sum eitt vælsign­ ilsi. Umframt blíða boðskapin um frið og frelsu noyða jólini okkum at kobla úr, hugsa um onnur, taka tað róligt og ­síggja stórt upp sjálvhátíðarligheitina. Vit eta, sum galt tað lívið, geva gávur, eru saman við familju og vinum og njóta hátíðarligheitina – sjálvandi eitt sindur óhátíðarliga. Vit hava meira enn nakrantíð brúk fyri jólum og øllum tí, sum jólini hava við sær. Vit skulu njóta dagarnar, løt­ur­ nar og upplivingarnar, sum eru fyri ­framman. Gloyma gerandisdagin, ringu samvitskuna, uppgávurnar og tað, sum lá eftir, tá ið vit fóru í jólafrí. Prædikarin í Gamla Testamenti var ein pessimistur, men alíkavæl halda fólk seg síggja ein boðskap um njóta løtuna í hansara orðum. »Eg dugdi at síggja, at einki er teimum betri enn at gleða seg og hava tað gott, so leingi sum tey liva. Tó, eisini tað at eta og drekka og njóta hitt góða mitt í øllum strevinum – eisini tað er hvørjum menniskja gáva frá Gudi«, skrivar Prædikarin. Í okkara Jólablaði sum tú situr við nú, ber til at lesa meira um Prædikaran. Vit hava eisini hitt pápan, sum í ár misti sonin, og hann greiðir frá, hvussu tað hevur verið og er. Eisini hava vit hitt nýggja kvinnuliga ­prestin á Viðareiði, og vit hava prátað við føroyska kvinnu, sum ger vælgerandi arbeiði millum skøkjur í Keypmannahavn. Harafturat hava vit hugskot um jólagávur, bøkur at lesa og grein um nýggjari føroyskan jólasang. Og við hesum ynskja vit øllum eini gleðilig jól! Vit hava brúk fyri jólum! Eyðun Klakstein Jól eru ikki ein dagfesting – tað er ein sinnisstøða Mary Ellen Chase, amerikanskur rithøvundur Eg var 10 ára gamal, tá ið pápi mín, sum var fótbólts­ venjari, fekk sekkin jóladag. Úrslitini høvdu ikki verið góð, og liðið tapti ein dyst beint fyri jól. Og so fekk hann sekkin mitt í jóladøgurðanum José Mourinho, portugisiskur fótbóltsvenjari Sæð úr einum handilsligum sjónarhorni, so høvdu vit verið noydd at uppfunnið jólini, um tey ikki vóru til Kartharine Whitehorn, bretskur journalistur Jólini, barn mítt, eru kærleiki í verki Dale Evans, amerikanskur sjónleikari og sangari Summi fólk halda, at tá tú gert eina jólafløgu, so ert tú við at taka teg aftur sum tónleikari Annie Lennox, skotsk songkvinna Um eg eri gamaldags ella modernaður, veit eg ikki, men eg haldi, at jólini eru einføld: Tað ræður um at verða góður við onnur. Og tá ið eg hugsi um tað, hví skulu vit so bíða eftir jólunum fyri at verða tað? Bob Hope, amerikanskur skemtari Blaðfólk: Eyðun Klakstein Eydna Skaale Inna Törnroos Árni Joensen Rannvá G. Fossaberg Jákup Mørk Heini í Skorini Barbara Holm Janus av Ryggi