Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 56

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2012 4 blaðið Samrøða Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Eg visti ikki av, at støðan var so ring, sum hon er. Eg trúði ikki, at tað eru so nógvar kvinnur, sum liva undir so vána­ligum korum her hjá okkum. Onkra­staðni hava kvinnurnar bara eitt pinkalítið rúm við eini song. Tað er teirra heim og teirra arbeiðspláss, og tær sleppa ikki út, tí bakmenninir halda eyga við teimum alla tíðina. Orðini eigur Silvia á Bergi Gunnarsson av Signa­bø, sum hevur hoyrt og sæð meiri til bak­síðuna av danska samfelagnum, enn tey flestu. Kirkjan, har hon gongur í Keyp­manna­havn, nevnd Vineyard, legg­ur stóran dent á sjálvboðið arbeiði og at fara út at hjálpa, har tørvur er. Soleiðis er Silvia komin í samband við »Reden International«, sum hjálpir kvinn­um úr skøkjulevnaði og trælahaldi í Dan­mark. Reden International Á kreppumiðstøðini Reden Inter­ national, har Silvia hevur arbeitt sjálv­ boðin einaferð um vikuna, eru kvinn­ur úr fremmandum londum, sum ynskja at fáa hjálp at sleppa burturúr skøkju­ levn­aði ella trælahaldi. Har eru eisini kvinn­ur, sum løgreglan fær hendur á og ikki veit, hvar skulu. Næstan allar kvinn­urnar søkja um uppihaldsloyvi í Dan­mark, men flestu fáa avslag og verða sendar aftur hagar, tær komu – hóast fleiri teirra einki hava at fara heim til, annað enn somu bakmenn, sum aftur bíða teimum. Kreppumiðstøðin, har kvinnurnar búgva og fáa hjálp frá ymsum ser­frøð­ ingum, t.d. sálarfrøðingum, heldur til á einum loyniligum staði. Fyri at fáa frið fyri bakmonnum er tað eingin annar enn starvsfólk og kvinnurnar sjálvar, sum vita, hvar Reden International held­ur til. Uppgávan hjá Silviu er at royna at skapa innihald í gerandisdagin hjá kvinn­unum, sum búgva á Kreppu­mið­ støðini. – Eg havi verið har ein dag um vik­ una, um seinnapartin og út á kvøldið. Eg skal bara royna at aktivera tær onkurs­vegna. Vit hava verið til fitness, zumba, úti og gingið, keypt inn, bakað pannu­køkur ella bara spælt spøl har heima. – Tað kann vera torført at arbeiða við hesum kvinnunum. Tær hava jú eina ræðuliga bakgrund, og tað merkist væl á teimum. Summar eru stillar og vilja helst vera fyri seg sjálvar, meðan aðr­ar hava eina yvirdrivið glaða og lættlynta fasadu, sum tó ikki tolir nógv av. Eg merki væl beiskni og skuffilsi hand­an glaðu yvirflatuna. – Summar skifta eisini ímillum hes­ ar báðar typurnar – ein dag eru tær við uppá alt og hava nógva orku, men næsta dag vilja tær einki. Og eg eri aldr­in í lívinum blivin so illa skeldað, sum síðani eg fór at arbeiða sjálvboðið, greiðir Silvia frá. – Men hóast tað av og á er torført, má eg bara allatíðina minna meg sjálva á, hvat tær hava upplivað. Og tá tær finna útav, at eg ikki fái løn fyri at vera har, men bara geri tað fyri at hjálpa teim­um, tá broytist tónin sum oftast. Pannukøkur og ludo – Eg havi ofta hugsað, at eg hevði ynskt, at eg als ikki var komin inn í hend­an heimin, tí tað er so ræðuligt. Allar søgurnar hjá teimum, og allar hesar lagnurnar og lívini, sum bara verða oyðiløgd. Men tá eg nú kenni til hetta, so kenni eg meg noydda at hjálpa onkurs­vegna. – Tær kvinnurnar, sum eg komi í samband við, hava ongan møguleika havt at velja sína lívsleið. Bakmenn í heimlandinum hava tikið tær av ræði og selt tær til skøkjulevnað í Keypmannahavn. Tað sigur Silvia á Bergi Gunnarsson, sum síðani 2010 hevur arbeitt við menniskjahandlaðum kvinnum. Tá jólini nærkast, plaga hon og aðrar ungar kvinnur at fara runt á bordellini við jólagávum og lata kvinnurnar vita, at onkur er, sum hugsar um tær kenni meg noydda at hjálpa – Eg havi sæð, at modernaður trælahandil er veruleiki. Og tað hendir beint uttanfyri mína hurð! mynd: Allan Korsager Davidsen Á Istedgade og í gøtunum har um leiðir, halda nógvar av skøkjunum til. Men nógvar eru eisini innistongdar og sleppa ongantíð út, tí bakmenninir halda eyga við teimum allatíðina skøkjunum