Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-21, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2012síða 58

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini 2012 6 blaðið Silvia sigur, at hon eisini ofta hevur ivast í, hvønn mun tað ger, at hon spælir ludo og bakar pannukøkur saman við hes­um kvinnunum. Trupulleikar teirra eru jú so ovurstórir. – Men tær elska tað. Tær jubla, tá pannu­køkur eru á skránni, og tær kunnu spæla brettispøl í tímavís. Nógvar teirra hava ongantíð havt ein barndóm, og tá vit sita soleiðis rundan um borðið, tá hugsi eg ikki um, at tað eru offur fyri menn­ iskjahandli, eg siti saman við. Tá eru vit bara kvinnur, sum hugna okk­um saman. Eg seti eingi krøv, eg vænti einki av teimum, eg bara eri har. Og um eg bara havi givið teimum ein deiligan dag, sum tær kunnu minnast við gleði, so havi eg gjørt mun - um enn vit bara hava spælt ludo ella bakað pannu­køkur. Silvia sigur, at tær flestu kvinnurnar eru úr Afrikonskum londum, nógvar eru eis­ini úr Eysturevropa og Teilandi, og summar eru úr Suðuramerika. – Tað eru ymsar orsøkir til, hví tær enda í Danmark. Arbeiðsloysið og fátækra­dømið er ofta stórt í heim­land­ inum, og tí eru summar lokkaðar við spenn­andi og vælløntum størvum, sum kunnu geva teimum møguleika at for­ syrgja familjuni. Aðrar verða kidnapp­ aðar – simpulten bara tiknar ella rænd­ ar og sendar avstað, meðan aðrar verða seldar av familjuni. Summar enda sum bílig arbeiðsmegi í trælahaldi í Dan­ mark, men nógv tær flestu enda í skøkju­levnaði í Keypmannahavn. Tann yngsta handlaða gentan, sum Silvia hevur hitt, var einans 14 ára gom­ ul. Tær elstu eru væl uppi í 40'unum. Silvia sigur, at hon ongantíð hevur sæð nakað til bakmenninar, men hon hevur hoyrt nógvar ymsar søgur. – Ein greiddi frá, at hon í heim­ land­inum hevði møtt einum fittum, frynt­ligum og álitsvekjandi pari, sum bjóð­aði henni starv í Danmark. So tað eru ikki altíð óndir menn, sum standa aftan­fyri – nógv konufólk eru eisini við, og tey tykjast fitt og hjálpsom. Kvinn­ urnar eru ofta í eini desperatari støðu, tí endarnir røkka ikki saman, og tær eru tí glaðar um ein so góðan starvs­møgu­ leika. Men tær vita ikki, hvat veruliga bíðar teimum. – Tey taka kvinnurnar av ræði, og aloftast nýta tey hóttanir fyri at fáa tær at akta. Tær flestu hava familju, nógvar hava børn, og tær fáa at vita, at akta tær ikki, so gongur tað útyvir tey har heima, sum verða dripin ella for­fylgd. Tað er so ræðuligt, tí tær fáa einki annað gjørt enn at yvirgeva seg, greiðir Silvia frá. Bordellini Silvia hevur tó ikki bara gjørt sjálvboðið arbeiði á Reden International. – Eg og onkrar aðrar úr kirkjuni prát­aðu um, at tær kvinnurnar, sum koma á Reden International, fáa hjálp, men hvat við øllum hinum? Hvat við øll­um teimum, sum eru fangaðar á bordell­um kring Keypmannahavn? Tí gjørdi Silvia av eisini at fara upp í verkætlanina »Plan A«, sum kirkjan, har Silvia gongur, eisini skipar fyri. Plan A snýr seg um at fara út á bordellini við eini heilsan og eini útrættari hond. – Vit ganga frá bordelli til bordell og banka uppá. Vit siga, at vit koma frá eini kirkju, og at vit bara ynskja at lata tær vita, at vit hugsa um tær, og at tær ikki eru gloymdar. Silvia greiðir frá, at tær aloftast verða móttiknar við opnum ørmum og stórum blíðskapi, fáa bæði kaffi og døgverða, og tær taka sær stundir at práta við kvinnurnar. Tær hava altíð okkurt tinganest við – á jólum tó størri jólagávur, sum verða lætnar ella stuðl­aðar av ymsum virkjum. – Á einum bordelli segði ein av kvinn­unum mær, at hon ongantíð áður hevði møtt einum danskara, sum ikki vildi henni ilt. Tað var fyri meg sera sig­andi um, hvat fyri lív hon hevur í Dan­mark. Ein teirra hevði eitt rúm við eini song, og har arbeiddi, svav og búleik­aðist hon - og hon slapp ikki út. Silvia greiðir frá, at tær eisini bjóða kvinnunum at koma við út at hugna sær saman við teimum. Summar taka av, men tær flestu hava ongan møguleika at fara út nakrantíð. Tær verða allatíðina eyg­leiddar av bakmonnunum. – Tað er ofta komið fyri, at tað bank­ ar uppá, meðan vit sita og práta, tí menn ætla sær inn til hesar kvinnurnar. Og tað er fyri meg tað, sum er allar ring­ ast at skilja í allari hesari neyðini. Tað, at tað yvirhøvur er ein marknaður fyri hes­um í Danmark. At øll vita, at hesar kvinn­urnar ikki eru her av fríum vilja, men fólk lata bara eyguni aftur. Og at danska samfelagið ger alt ov lítið fyri at steðga mannahandli, hóast tølini tala greitt um, hvussu støðan er. – Eitt afturvendandi argument, tá tað kemur til kjakið um skøkjulevnað í Danmark, er, at tær flestu skøkjurnar gera tað av egnum fríum vilja. Men eg havi sjálv sæð, at tað ikki passar. Eg fái ilt í hjartað, tá eg komi eftir Istedgade, har tær standa nátt og dag og offra seg sjálvar, fyri at verja børn­ ini og familjuna har heima. Tað er so frustrer­andi fyri meg, at eg havi ikki orð fyri tí. Tær hava verið í neyð, og tær hava ikki sjálvar valt sína lívsleið. Men nær­um einki verður gjørt fyri at hjálpa teimum. – Eg havi sæð, at modernaður træla­ handil er veruleiki. Og tað hendir beint uttanfyri mína hurð! Fakta Silvia á Bergi Gunnarson • 28 ár, uppvaksin á Signabø, búsitandi á Nørrebro • Útbúgvin námsfrøðingur og hjáútbúgving innan ítrótt og fríluftslív • Arbeiðir dagliga við børnum við menningar­ tarni og serligum avbjóðingum • Arbeitt sjálvboðin við menniskjahandlaðum kvinnum síðani 2010 Reden International • Sjálveigandi felagsskapur, sum er knýttur at KFUK • Átta fólk starvast fast, og ein rúgva av heilsu­ fólki, læknum og sjúkra­systrum eru knýtt at • Fremsta málið er eitt Danmark við ongum kvinnuhandli • Er ráðgevandi stovnur, tá viðvíkur kvinnuhandli og skøkjulevnaði í Danmark • Eitt stað á Istedgade eitur »Reden«, og har kunnu skøkjur dagliga koma innar at práta, fáa ein kaffimunn ella leita sær ráðgeving • Reden International vendir sær einans til teirra, ið ynskja at sleppa burturúr ringu støðuni »Fresh Meat take away« er ein av mongu kampagnunum móti mannahandli. Ávirkanin tykist tó vera ógvuliga lítil, tí vinnan við mannahandli er stór og sterk og tykist bara vaksa um allan heim • Danmark hevur í 2002 undirskrivað FN-sáttmálan móti organiseraðum kriminaliteti um mørk • Tað bindir landið til at fyribyrgja og stríðast ímóti mannahandli við serligum denti á kvinnum og børnum • At verja og hjálpa offrunum fyri mannahandli við fullari virðing fyri mannarættindunum • At styrkja samstarvi millum tjóðir fyri at náa hesum máli • Í Danmark er loyvt bæði at keypa og selja kynsliga nøktan, og tí er tað bert kriminelt, um kvinnurnar ikki sjálvar ynskja tað, um tær eru undir 18 ella um onnur fáa ágóðan av peninginum, tær forvinna. • Fáar av teimum menniskjahandlaðu vilja tó viðganga, hvussu støðan er, av ótta fyri at tað skal ganga út yvir familjuna har heima. • Sera fá tøl eru um evnið, men í 2008 kom løgreglan fram á 431 kvinnur, sum væntandi vóru offur fyri menniskjahandli og sum starvaðust í sexvinnuni. • Sambært løgregluni verða kvinnurnar tiknar í heimlandinum og tvingaðar til skøkjulevnað í Danmark. • 14% av donskum mannfólki hava goldið fyri kynsliga nøktan minst einaferð í lívinum. Silvia á Bergi Gunnarsson hevur hoyrt nógvar ólukkuligar lagnusøgur frá kvinnum, sum eru offur fyri menniskjahandli og sum eru endaðar í skøkjulevnaði í Keypmannahavn mynd: Allan Korsager Davidsen