fríggjadagur 21. desember 2012síða 64
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2012
12
blaðið
til hennara
lagt til rættis: Inna Törnroos
Hetta kann leggjast undir jólatræið
til kvinnurnar jólaaftan
Troyggja
Føroysku sniðgevarnir eru sera
dugnaligar at binda lekrar
og modernaðar troyggjur.
Far ein túr og keyp henni
eina flotta troyggju frá Sirri,
Guðrun og Guðrun ella onkrum
av »popup-handlunum«,
sum eru nú um jólini.
Smúkka
Eitt nýtt hálsband, armband, oyralokkar ella okkurt til
føroyska búnan eru lekrar gávur at fáa. Smúkkur verða eisini
ofta roknaðar sum romantiskar gávur, so liggur tú á minus
á tí økinum, er tað bara at fara og keypa okkurt dingldangl.
Til stellið
Hetta er ein neyðloysn, men ein neyðloysn, sum tær flestu gerast
glaðar fyri. Samlar hon uppá eitt stell, er tað oftani ein sera góð
gáva at fáa onkran av teimum stóru pørtunum í jólagávu
Barnagenta
Um tú er lesandi og ikki eigur so nógvan pening, ber væl til at gera
hana glaða allíkavæl. Ger ein kekk har tú skrivar »Barnagenta, tá tú vilt«.
Við tí kann hon ringja til tín tá hon vil út við vinkunum ella manninum.
Luktilsi
Blomsturbomba
frá Victor og
Rolf ger hana
heilt víst glaða
Erotiskur lesnaður
Hetta er helst best, um maður/
sjeikurin gevur unnustuni.
Bókin »Fifty Shades – Fanget«
av E L James er ein erotisk
skaldsøga, sum higartil er seld
í 35 milliónum eintøkum. Jólini
verða kanska meira romantisk,
um hon fær hesa bókina.
Vikuskiftisferð
Keyp henni ein túr til Danmarkar, Íslands ella London.
Skriva alt út á eitt pappír og lat hana skilja, at tú hevur
ornað ALT, so hon bara kann lena seg afturá og njóta
Hylki til telefonina
Eitt feminint ella festligt
ella bara praktiskt hylki til
telefonina er ein góð gáva
til modernaðu kvinnuna
Blaðhald
Keyp henni eitt
árshald av hennara
yndlingsblaði. Ein gáva,
sum varðar alt árið
Vakurleikaviðgerð
Eina viðgerð fyri andlit ella kropp verða tær flestu kvinnur
glaðar fyri. Um hon er strongd, er ein ryggmýking eitt
vælsignilsi. Andlitið hugsa flest allar kvinnur um, og tí
er ein andlitsviðgerð heilt víst eisini ein góð gáva.
London
Jólagávur