fríggjadagur 21. desember 2012síða 68
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2012
16
blaðið
Samrøða
Heini í Skorini
heini.skorini@gmail.com
Tað er týskvøld 9. oktober í 2012. Klokk
an er farin av sjey. Tað er myrkt, kalt og
nakað av vindi. Ein kvinna úr Havn er
farin í viðarlundina við ommudóttrini.
Naknu trækrúnurnar liva í vindinum.
Hóast sýnið er vánaligt, finna svongu
dunnurnar skjótt fram til óvæntaðu
máltíðina.
Brádliga kemur ein maður til
sjóndar á gøtuni. Hann gongur skjótt
framvið húkandi ommuni, sum hevur
ommudóttrina við sína lið. Maðurin er í
svørtum klæðum og hyggur niður. Tær
geva sær ikki stórvegis far um hann og
tveita seinastu breyðbitarnar í hylin.
Deyðsboðini
14 tímar eftir løtuna í viðarlundini
bankar á dyrnar í einum snotiligum,
brúnum húsum í Stoffalág í Havn.
Kirstin Rasmussen er einsamøll heima,
tí maður hennara, Mortan Rasmussen,
er farin oman í Tilhaldið í Tórsgøtu at
gera morgunfimleik. Á trappusteininum
standa tveir løgreglumenn.
– Streymurin var av tí besta, og eg
var á veg á flot við einum vinmanni.
Báturin var riggaður til, og eg skuldi
júst fara úr Tilhaldinum. Meðan eg
standi og práti, verði eg prikaður á
økslina. Tað er eldri sonur mín, Georg.
Hann biður meg koma út um. Og tað
bleiv eingin útróður tann dagin, stað
festir Mortan.
Hann fer í staðin heim í Stoffalág.
Inni í stovuni sita løgreglumenninir og
konan, Kirstin. »Teir vóru fyrimyndar
ligir«, minnist Mortan aftur.
Boðberarnir hava sorgarboð í skjátt
uni. Ein maður, sum var farin til ar
beiðis í viðarlundini mikumorgunin 10.
oktober, hevði rakt við okkurt aftanfyri
hólman í niðara hylinum. Tað vísti seg
at vera eitt lík. Sonurin hjá Mortani
og Kirstin, Rasmus Rasmussen. Ársins
gittarleikari í 2005 og ein høvuðsper
sónur í politisku orrustuni um støðu
teirra samkyndu. Eftir at hava stríðst
við sálarsjúku í mong ár hevði hann
sett eitt endaligt punktum við hjálp
av heilivági. Og hann varð funnin á
sjálvum altjóða sálarheilsudegnum hjá
WHO. Hann hevði fyrireikað seg í fleiri
dagar. Og Mortan ivast ikki í, at tað ikki
var av tilvild, at Rasmus hevði valt júst
hendan dagin.
– Tað løgna var, at hann hevði fingið
tað betri. Hann var útskrivaður, og
heilivágurin var í stigvísari minking.
Men síðani havi eg latið mær fortalt,
at tað ikki er óvanligt, at sálarsjúk taka
sítt egna lív, tá tað gongur framá. Tá tey
hava kreftirnar og yvirskotið til at gera
tað, sigur Mortan.
Álopið og duldar hóttanir
Rasmus Rasmussen var føddur í Havn
í 1980 og vaks upp í høvuðsstaðnum.
Hann hevði eina tvíburðasystir um
framt trý eldri systkin. Tónleikurin var
hansara stóra passión, og í eygunum
á foreldrunum var hann ein vanligur
drongur. Glaður, men kortini eisini nak
að afturlatin. Kreativa spæliplássið var
kjallarin í Stoffalág. Hann spældi við
rokkbólkunum Makrel og Diatribes.
Hann gav út instrumentalar solofløgur.
Hann var vertur í útvarpssendingini
Rokkstovan. Og í 2005 varð hann kosin
ársins gittarleikari á Atlantic Music
Event í Norðurlandahúsinum. Sambært
einum vinmanni í bólkinum Makrel
var Rasmus altíð eitt fet frammanfyri
hinar.
– Hann var ein perfektionistur og
óendaliga kreativur. Tá vit aðrir vóru
nøgdir við venjingar og upptøkur í
studio, kundi Rasmus blíva við. Somu
brotini skuldu spælast umaftur og um
aftur, hóast alt sat, sum tað skuldi, og
vit aðrir ikki hoyrdu mun. Onkuntíð
tyktist hann hálvgum autistiskur. Og tá
vit vóru super nøgdir við eina konsert,
kundi hann fara av pallinum við gron,
tí onkur hevði spælt okkurt skeivt.
Hann hataði sín heilivág. Hann vildi tryggja sær, at hann ongantíð
aftur endaði á stongdari deild á Psykiatriska deplinum. Hann var ein
tónlistarligur úrmælingur. Hann mátti svíða fyri sín samkyndleika.
Og eftir situr ein pápi, sum er alt annað enn nøgdur við umstøðurnar
hjá sálarsjúkum. Rasmus Rasmussen varð funnin í einum dunnuhyli í
viðarlundini í Havn á altjóða sálarheilsudegnum, 10. oktober, í ár
Sær
nakar míni
innaru sár?
– Hann var óendaliga kreativur, festligur og humoristiskur. Men hann
var eisini kensluborin, lættur at stoyta og sjáldan nøgdur, sigur ein
vinmaður um Rasmus, sum í 2005 gjørdist ársins gittarleikari