fríggjadagur 21. desember 2012síða 78
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini 2012
26
blaðið
Náttúra
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Turritopsis dohrnii, ið sær út sum
ein sjáldsom hvalspýggj, men sum
í roynd og veru er ein sokallað
hydromedusa, sær út til at hava
funnið lykilin til ævinleikan. Til
ævigt lív. Hennara serligu evni gera,
at hon kann venda sínum lívsskeiði á
høvdið, so hon gerst yngri og yngri
og ikki eldri og eldri. Av tí sama doyr
hon ikki.
Japanski havlívfrøðingurin Shin
Kubota hevur kannað hydrome
dusuna Turritopsis dohrnii, tey sein
astu 15 árini, og hansara niðurstøða
er, at hesin sjáldsami skapningurin
kann hjálpa okkum at finna lykilin
til tað æviga lívið.
– Í mínum hugaheimi er eingin
ivi um, at eingin skapningur í djóra
ríkinum kann samanberast við hesa
hydromedusuna. Hon er eitt undur,
sigur Shin Kubota við amerikanska
blaðið New York Times.
– Tá vit læra at skilja, hvussu hetta
djórið yngir seg, eiga vit at vera før
fyri at røkka stórum málum. Eftir
mínari hugsan kunnu vit menna okk
um, so vit verða ódeyðilig, sigur tann
japanski havlívfrøðingurin.
Kann basa sjúkum
Aðrir granskarar, sum hava kannað
Turritopsis dohrnii, halda ikki, at vit
eiga at vera so bjartskygd at vænta,
at hesin sjáldsami skapningurin fer
at tryggja okkum ævigt lív. Hinvegin
ivast teir ikki í, at hydromedusan
kann gerast gagnlig fyri okkum
menniskju í øðrum sambandi.
– Tað er púra burturvið at tosa
um, at Turritopsis dohrnii kann
leingja mannalívið. Tað er bart út
sagt slutur. Harafturímóti kunnu
vit vóna, at hon kann hjálpa okkum
í stríðnum við ymsar sjúkur, soleiðis
at vit kunnu hava tað betur okkara
seinastu ár, sigur italski granskarin
Stefano Piraino, sum eisini hevur
kannað Turritopsis dohrnii.
Tað hvalspýggjlika djórið kann
á ein hátt berast saman við ein
summarfugl, sum ikki doyr, men
verður til eina larvu, sum so aftur
verður til ein summarfugl. Ella vit
kunnu samanbera hana við eina
hønu, sum verpur eitt egg, sum aftur
verður til eina hønu.
Amerikanarar kalla hydrome
dusuna eina Benjamin Button-hval
spýggj eftir skaldsøgupersóninum,
sum gerst yngri og yngri við aldr
inum, til hann at enda aftur verður
eitt fostur.
Broytir sínar kyknur
Týski havlívfrøðingurin Christian
Sommer var tann fyrsti, sum kom
fram á hydromedusuna. Tað var ein
dagin í 1920-árunum á teirri italsku
rivierastrondini.
Sommer koyrdi djórið í eina
royndarskál, tí hann ætlaði sær
at kanna tað nærri. Nakrar dagar
seinni varnaðist hann, at djórið var
ikki sum onnur djór, og at tað hevði
ein løgnan atburð. Tað var, sum sýtti
hetta lítla djórið fyri at doyggja.
Tvørturímóti var tað líkt til, at
djórið vendi sínari lívsleið, soleiðis
at tað gjørdist yngri og yngri, til tað
at enda kom aftur til sín uppruna og
byrjaði sína lívsleið av nýggjum.
Ein skuldi hildið, at vísindafólk
fóru at leggja høvdið í blot fyri at
halda fram við kanningunum hjá
Sommer, men so løgið tað ljóðar,
hevur vísindin ikki gjørt nógv við at
kanna lívsgongdina hjá Turritopsis.
Teir granskararnir, sum kortini hava
gjørt nakað við hetta, eru komnir
eftir, at hydromedusan eldist á sama
hátt sum alt annað livandi, men at
hon vendir lívsgongdini, um hon
verður strongd av broytingum í
umhvørvinum, ella um hon verður
likamliga álopin.
Vísindafólk eru eisini komin eftir,
at hydromedusan hevur ein annan
eginleika, sum vit menniskju ikki
hava. Tá hon endurnýggjar seg, kann
hon broyta eitt kyknuslag til eitt
annað kyknuslag. Eitt nú kann hon
broyta eina húðkyknu til eina nerva
kyknu. Hjá okkum menniskjum eru
tað bara upprunakyknurnar, sum
kunnu broytast.
– Ístaðin fyri at ganga til grundar,
skiftir hon kyknurnar út við nýggjar
kyknur, so lívið kann halda fram,
sigur granskarin Maria Pia Migliteeta
við National Geographics.
Sum barlast
Hóast Turritopsis bara er hálvtan
fimta millimetur í tvørmát, hevur hon
megnað at breiða seg úr Miðjarðar
havinum út um næstan øll heimsins
høv.
Við góðari hjálp frá skipum, sum
fylla barlasttangarnar á einum staði
og tøma teir á einum øðrum staði,
hevur hydromedusan fingið fría ferð
og er nú at finna við strendurnar í
Panama, Spania, Florida og so langt
burturi sum í Japan.
Allastaðni verður sagt, at hon
tykist trívast væl, og at hon lagar seg
eftir teimum broyttu umstøðunum.
Men tað er nú ikki so løgið, tá hugsað
verður um hennara serligu evni.
Turritopsis dohrnii, sum er eitt slag av hvalspýggj, er
ein av teimum smáu og samstundis mest undranarverdu
skapningunum í náttúruni. Hon hevur tann sertliga
eginleika, at hon gerst yngri og yngri við aldrinum
Hevur hon lykilin
til tað æviga lívið?