fríggjadagur 28. desember 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
– Tað er ikki so langt síðani
at tað heila byrjaði. Eg havi
rokast við Kabarettir úti
í Nólsoy, men tann fyrsta
veruliga verkætlanin var
helst tá vit fóru í holt við
Havgird. Tað var úti í Nólsoy,
og á páskum verður tað trý
ár síðani. So tað rættiliga
nýtt, alt.
Soleiðis sigur Súni Joen
sen um sína byrjan innan
sjónleik og serliga innan ljós
uppseting, nú hann hevur
lisið í eitt hálvt ár á kongiliga
teatrinum í Danmark sum
ljósmaður.
Júst
Havgird
leikurin
bygdi í stóran mun upp á ljós
og ljóð.
– Tað endaði tað við.
Tað var jú tað, ið nevnist
deviced theatre, ið just snýr
seg um at byggja alt upp frá
grundini. Tað var íslandska
Augusta Skúladóttir, sum
var leikstjóri, og at byrja við
skuldi tað vera heilt einfalt,
men sum frá leið hesar mán
aðirnar, vit arbeiddu, gjørdist
tað bara størri og størri, og
vit vóru nógvar tímar í studio
og spældu live. Og talið av
lampum, sum vit fingu skav
að saman gjørdist bara meir
og meir, og var rættiliga stórt
til endans, sigur Súni Joen
sen.
Tað endaði bara soleiðis,
tað var ikki nakað, sum varð
ætlað framman undan.
– Tað var ein rættiligur
elddópur, kunnu vit siga,
sigur Súni Joensen.
Augusta Skúladóttir er
eitt stórt navn innan sjónleik
í Íslandi, og hon er rættiliga
fallin fyri evnunum hjá
Súna.
– Ja, eg havi havt rættiliga
nógv samband við Augustu.
Árið eftir settu vit upp
Pinoccio í Havn, og tað var
ógvuliga spennandi at verða
við til. Og síðani fór Augusta
at seta ein leik upp í Hafna
firði, í Gaflaraleikhúsinum,
har hon er stjóri. Hetta var
ein leikur, sum kallaðist
Ævintýrini hjá Münchhaus
en, greiva, og har bað hon
meg koma at hjálpa til við
ljósunum, sigur Súni Joen
sen.
Hann skuldi bara vera
hjálpari, men tá avtornaði,
var ljósmaðurin farin, og
Súni stóð eftir við øllum, so
heta gjørdist hansara triðja
verkætlan sum ljósmaður.
Vildi verða tónleikari
– Eg hevði tosað við hana
framman undan um at sleppa
við til hesa verkætlanina, so
eg kundi fáa tað við á mitt
CV, tí eg hugsaði tá um at
søkja inn á kongiliga teatrið.
Eg fór so til Íslands at hjálpa
til, tí tey høvdu ein annan
ljósmann, men tá til stykkis
kom, stóð eg einsamallur
eftir við uppgávuni, sigur
Súni Joensen.
Men einaferð so birtist
hugurin at søkja inn á teatrið
sum ljósmaður.
– Eg veit ikki heilt, tað
var helst einaferð fyrraárið.
Tað tóktist mær eitt sindur
órealistiskt, tí eg var rættiliga
gamal. Eg visti ikki um tað
bar til sum 29 ára gamal at
leggja leiðina heilt um, sigur
Súni Joensen.
Men hann royndi so, og
tað eydnaðist fyrstu ferð.
Sjálvur er hann útbúgvin
elektrikari, og pápin, Hilmar
Joensen, er drivin sjónleikari,
so okkurt er eisini komin
tann vegin.
– Tað hevur tað helst, og
tó ikki. Tað er kanska ikki
tilvitað, men eg havi altíð
heldur vilja tónleikavegin,
men tað er ongantíð vorðið
til nakað. Eg havi nokk ikki
tikið tað nóg seriøst, haldi eg.
Og tá eg havi fingist nakað
við sjónbleik, hevur tað bara
vefrið nakað, sum eg havi
gjørt til stuttleikar, sigur
Súni Joensen.
Tað vísti seg tó, at arbeiðið
sum elektrikari og áhugin
fyri ljósi og ljóði, sum fyri
ein stóran part kom frá tón
leikinum, var ein góð lopfjøl
til tað, sum hann nú lærir.
Men tað er sjálvandi ikki
bara at siga tað, at sleppa inn
á kongiliga teatrið at lesa.
– Eg var púra sannførdur
um, at eg ikki slap inn, men
eg vildi royna kortini. Eg
hevði bara gjørt tríggjar
verkætlanir, har eg sjálvur
stóð fyri. Pinoccio vóru vit
so tveir um, men hinar báðar
leikirnar var eg einsamallur,
sigur Súni Joensen.
Har vóru fleiri, sum høvdu
nógv meiri royndir enn Súni,
men tað er ikki altíð, at tey
hyggja bara eftir tí.
– Vit vóru ígjøgnum fleiri
umfør í upptøkuroyndunum,
og tey vilja millum annað vita,
hvat ein vil. Tey hyggja eftir
samstarvsevnum, og ikki
minst eftir ambitiónum. Ikki
persónligum ambitiónum um
at gerast kendur og forvinna
pengar,
men
listarligum
ambitiónum. Og tað hava tey
so eftir øllum at døma sæð
nakað í, sigur Súni Joensen.
Spennandi undirvísing
Hendan
útbúgvingin
er
rættiliga drúgv.
– Skúlin kallast nú Stat
ens Scenekunstskole, hann
hevur júst skift navn. Út
búgvingin tekur fýra ár, og
eg havi so gingið eitt hálvt ár.
Men tað kennist, sum eri eg
júst byrjaður. Eg havi fingið
jólafrí, men eg gleði meg
longu at sleppa niður aftur,
sigur Súni Joensen.
Undirvísingin er rættiliga
verkætlanar kend.
– Fyrsta mánaðan var tað
felags fundament. Tá vóru
allir fýra árgangirnir saman,
20 fólk eru í hvørjum árgangi,
og seinastu tveir mánaðirnar
hava vit so gjørt ein grund
tilgongd við ljósi til smá
modellir, har vit hava arbeitt
saman við scenografum, so
vorðið grundleggjandi, sigur
Súni Joensen.
Men summi fak eru á
skúlabeinki.
– Vit læra um filmssøgu og
hugskotssøgu, har tað meira
er um list í síni heild. Og vit
hava eisini motiónsfak, men
burtursæð frá tí, er tað mest
verkætlanir, sum taka nakrar
vikur, og so fara vit frá tí
eina til tað næsta, sigur Súni
Joensen.
Trívist sera væl
Nú tá hann fer niður aftur,
skal hann í fýra vikur undir
at læra tekniskar skráir so
sum fotoshop og líknandi.
Har skulu vit gera tekn
ingar sum vit so deila við
hini, og tað er so ein onnur
spennandi verkætlan, sigur
Súni Joensen.
Og hetta er eisini ein út
búgving, sum honum dámar
sera væl.
– Tað má tú siga. Tað
gongur ikki ein dagur, uttan
eg hugsi um, hvussu heppin
eg eri at sleppa inn á hendan
skúlan. Hetta, at vakna um
morgunin og bara tíma so
væl tað, sum dagurin bjóðar.
Um tað er fríggjadagur ella
mánadagur er líka mikið, eg
kenni meg veruliga hepnan
at sleppa at ganga har, sigur
Súni Joensen.
Nú jólafrítíðin kom inn
ímillum kennir hann tað,
sum kundi hann gott bara
hildið fram.
– Eg hevði als ikki hugsað
um tað, eg kundi saktans
bara blivið við at gingið í
skúla, so væl dámar mær tað,
sigur Súni Joensen.
Og hann heldur fram:
– At kunna liva av tí, man
elskar at gera, er fantastiskt!
Búi lærir til leikstjóra
Tað eru ikki nógvir føroy
ingar, sum hava tikið hesa
útbúgvingina, men nakrir,
kortini.
Ja, Egil Barkley Joensen
var tann fyrsti, og Turpin
Djurhuus bleiv liðugur fyri
fýra arum síðani. Teir hava
tikið ljósútbúgvingina. Ann
ars gangi eg saman við einum,
sum lestur til leikstjóra, Búi
Egason Dam, og vit hava ar
beitt nógv saman, sigur Súni
Joensen.
Hann leggur stóran dent
á, at kunna sleppa at arbeiða
saman við Búa, sum hann
kallar fyri ein ótrúliga talent
fullan person.
Annars eru dagarnir ógvu
liga ymiskir hjá føroyska
ljósmanninum.
– Tað varierar nógv. Tá
vit eru í holt við onkra verk
ætlan, kann tað saktans vera
dagar frá klokkan 9 á morgni
til 1-2 um náttina, sigur Súni
Joensen.
Men flestu dagar eru tó
frá 9 til 3, onkuntíð tó til 6-7
á kvøldi.
– Men hevur tú stórar
ætlanir, mást tú eisini brúka
nógva tíð, slær Súni fast.
Kann altíð læra meir
Fyrsta halva árið er nú farið
aftur um bak, og hóast nógv
er komið innanborða, er altíð
ein rúgva eftir at læra.
– Tú kanst saktans ganga
í skúla í 20 ár, og blíva við
at læra. Tað er eingin endi
á teimum lutum, man kann
læra niður í smálutir. Tað er
ikki eitt pensum, tú skal læra,
og so kann tú siga, at nú havi
er gingið hetta ígjøgnum,
so nú dugi eg alt. Soleiðis
er tað bara ikki, sigur Súni
Joensen.
Á skúlanum er eingin
karakterur og einki prógv.
– Tú kanst ikki siga, at nú
havi eg lokið útbúgvingina,
og her standi eg við einum
prógvi at vátta tað. Soleiðis
gongur tað iokki fyri seg.
Royndin er í veruleikanum
tá tú søkir inn á skúlan, sigur
Súni Joensen.
So tað ber í veruleikanum
ikki til at gera nakað skeivt,
tá tú first er upptikin á skúl
anum.
– Nú ræður tað bara um
at fáa so nógv burtur úr, sum
tú sjálvur leggur í tað. Og so
sjálvandi at skapa netverk,
so tá tú einaferð kemur út í
hinum endanum, ert tú vón
andi ein partur av umhvørv
inum, sigur Súni Joensen.
Netverk
Men eitt er at sleppa at lesa
og fáa ta útbúgving, ein
brennur fyri, spurningurin
er bara, hvørji líkindini eru at
fáa eitt arbeiði, tú kanst liva
av, og har metir Súni ikki, at
líkindini eru góð í Føroyum.
- Nei, tað rokni eg ikki við.
Tað eru bert nøkur heilt fá, ið
kunnu liva av at skapa list í
Føroyum. Men eg vóni, at eg í
hvussu er í tíðarbilum sleppi
at arbeiða í Føroyum og seta
ljós til onkrar leikir. Sjálvt um
tað ikki eru so nógvir leikir, ið
verða settir upp her um árið,
sigur Súni Joensen.
Hann hevur tó longu ávíst
netverk, sum hann kann
dúva upp á.
– Nú havi eg verið í Íslandi
og sett ljós upp har, og skal
upp aftur har eftir nýggjár at
seta ljós til ein nýggjan leik
hjá Augustu Skúladóttir, so
tú kanst siga, at eg havi eitt
slag av netverki longu, sigur
Súni Joensen.
Samstundis er hann gjøg
num sína skúlagongd vorðin
ein partur av danska um
hvørvinum.
– So sum eg síggi tað í
løtuni, kann tað gerast ein
tilvera, har eg komi at ferð
ast nakað ímillum. Eg brenni
ikki í løtuni fyri at fáa fast
starv í onkrum stórum sjón
leikarahúsi. Beint nú vil eg
bara møta so nógvum fólkum
sum gjørligt, og so fáa vit at
síggja, tá eg eri útlærdur um
trý og eitt hálvt ár, sigur Súni
Joensen, sum longu gleðir
seg at sleppa í skúla aftur
eftir jólafrítíðina.
leo@sosialurin.f0
Eg geri tað eg
elski at gera
Soleiðis sigur Súni Joensen, sum 29 ára gamal søkti inn á kongiliga teatrið at læra til ljósmann. Honum
dámar so væl, at hann einki hevði havt ímóti, at eingin jólafrítíð var, og hann gleðir seg at sleppa niður aftur
í skúla. Men hannvæntar kortini ikki, at hann kann liva av síni útbúgving í Føroyum, tá hann er útlærdur