fríggjadagur 28. desember 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fyrisitingarstjóri
til Tórshavnar kommunu
www.torshavn.fo
Tórshavnar kommuna søkir nýggjan fyrisitingar
stjóra, nú fyrisitingarstjórin seinastu 8 árini er
farin í annað starv.
Fyrisitingarstjórin mannar stjórnarbólkin saman
við borgarstjóranum, kommunustjóranum, tekniska
stjóranum og trivnaðarstjóranum. Fyrisitingarstjórin
hevur ábyrgdina av fíggjarøkinum, kt-økinum,
starvs fólkaøkinum og borgaratænastuøkinum
(Snarskivuni).
Høvuðsuppgávur
• Menna miðfyrisitingina sum eitt gott og virkið
arbeiðspláss við týðiligum virðum og greiðum
málum
• Tryggja, at leiðslubólkurin á miðfyrisitingar
økinum virkar sum ein savnað, samskipandi og
strategiskt hugsandi eind
• Tryggja, at miðfyrisitingin veitir politisku
skipanini professionella og fakliga ráðgeving
• Tryggja, at miðfyrisitingin er før fyri at veita
øllum borgarum og vinnulívi í kommununi eina
dygdargóða tænastu
• Saman við hinum stjórnarlimunum tryggja, at
kommunan hevur fullgóða fíggjarstýring og
fremur úrslit
• Saman við hinum stjórnarlimunum fyrireika og
menna kommununa fakliga og fíggjarliga, soleiðis
at hon kann taka við teimum avbjóðingum og
uppgávum, sum í framtíðini verða lagdar kommun-
unum at umsita
Førleikakrøv
Umsøkjarar til starvið verða mettir eftir fakligum,
leiðsluligum og persónligum førleikum. Umráðandi
er, at tú:
• hevur kandidatútbúgving frá hægri lærustovni,
ella tilsamans hevur sambærligt útbúgvingarstøði
og royndir
• hevur kunnleika til og royndir frá leiðslu, fíggjar
stýring og fyrisiting
• hevur góð leiðslu og samstarvsevni, umframt
mennandi leiðslustíl
• hevur gott strategiskt skil
• dugir at seta greið mál og skapa úrslit
• dugir væl at raðfesta, samskipa og útdelegera
• hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga
og skrivliga
• dugir væl føroyska málið í skrivt og talu
• megnar til tíðir at arbeiða undir stórum trýsti
Tann, ið sett/ur verður skal hava kunnleika til
kommununa og kommunal viðurskifti og innlit í
samfelagsviðurskiftini í Føroyum í breiðum høpi.
Nærri greining av starvinum sæst í starvsprofil-
inum á www.torshavn.fo.
løn og seTanarTreyTir
Starvið sum fyrisitingarstjóri er flokkað sum
tænastumannastarv í 38. flokki, har mánaðarlønin
íroknað viðbót er 49.191,18 kr. umframt 15 % í
eftirløn sum tænastumaður. Setanin er við tvey
ára royndartíð.
Meira aT viTa
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, ert tú
væl komin at seta teg í samband við Ingibjørg Berg,
kommunustjóra, á tel 302010 ella við t-posti
ingibjorg@torshavn.fo.
uMsókn
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívs-
gongdarlýsing og møguligar tilvísingar skulu
sendast til:
Tórshavnar kommunu
Att.: Ingibjørg Berg
Vaglið
FO100 Tórshavn
Viðmerk á umsóknina: “Fyrisitingarstjóri”
Umsókn til starvið skulu vera Tórshavnar
kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin
2. januar 2013 kl. 12.00.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
tórshavnar
kommuna
TórsHavnar koMMuna er sTørsTa koMMuna í FøroyuM. Við árslok 2011 vóru 19.811 íbúgvar í kommununi. Tórshavnar
kommuna er sera fjølbroytt, frá framkomna býnum til meira siðbundið bygdarlív í smáum bygdum. Eitt fjølbroytni, ið vit virðismeta. Visjónin
hjá Tórshavnar kommunu er at vera ein veruligur kappingarneyti hjá øðrum stórbýum, soleiðis at fólkið, sum her býr, støðast og ynskir at verða
verandi, og soleiðis at eisini onnur fólk og vinnulív velja at seta búgv í Tórshavnar kommunu. Hjá Tórshavnar kommunu starvast í dag umleið 1500
fólk. 140 fólk eru í kommunalu fyrisitingini, og hini starvsfólkini arbeiða á ymsu stovnunum hjá kommununi. Kommunala fyrisitingin er miðsavnað í
mið býnum í Tórshavn.
www.sansir.fo
SkattaliStin
Skattalistin fyri árið 2011 liggur frammi
til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni
frá hósdegnum 3. januar til og við
fríggjadagin 18. januar 2013.
Vágs Kommuna
Vágsvegur 30
FO-900 Vágur
Vágs Kommuna
www.sosialurin.fo