Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í dag eru sjey ár síðani, at ís­r­ a­elsi forsætisráðharrin, Ariel Shar­on, fekk ein blóðtøpp í heil­an, og síðani hevur hann lig­ið í koma. Kendi ísraelski politikarin fyll­ir 85 ár 27. februar. Hann er av pólsk-týskari ætt í fað­ir­ ætt og russiskari í móðurætt. Hann var við í stríðnum um at skipa ísraelska statin frá 1945 til 1948, og vinnur seg støðugt fram sum herleiðari. Hann var eitt nú brigadugeneralur í Seks­dagakrígnum í 1967. Hann fer seinni upp í pol­ itikk og verður leið­andi lim­ u­r í Li­k­ud í 1972. Verð­ur aftur inn­kallaður til Yom Kippur- krígg­ið í 1973. Verður valdur í tjóð­ar­tingið Knesset í 1973 til 74. Trygd­ar­ráðgevi fyri Yitzak Rab­in, forsætisráðharra í 1974-76. Aft­ur­valdur í Knesset í 1977. Verj­u­mál­a­ráð­harri hjá Menachem Begin í 1981-84. Og tað var sum verju­mál­a­ rá­ð­harri, at hann stóð fyri ís­ ra­elska álopinum á Libanon í juni í 1982, eitt stríð, sum skapti ósemju millum ísra­ els­fólk. Sharon kom rættiliga í meld­ur­in av hesum álopi, sum kostaði nógvum hundr­ að ísraelskum hermonnum lív­ið. Serliga fekk hann trup­ ul­leikar av, at kristnar mili­ t­s­ur fóru inní palestinsku flótt­a­leg­ur Sabra og Shatila í Beir­ut. Her neyðtóku og drupu teir í 40 tímar pale­stinsk­ar k v i n n u r, børn og eld­ur – tal­ ið av deyð­ um varð mett til at liggja o m ­a n fyri 800. Í s ­r ­a ­e ­l ­ sku her­ lið­ini vóru 200 metr­ar frá leg­u­num, men gjørdu einki. Knesset koyrdi árið eft­ir Sharon frá sum verj­u­mál­a­ ráðharra. Sambært Benny Begin, sum er sonur Men­a­ chim Begin, var hetta bein­ leiðis orsøkin til, at Mena­ chim Begin í 1984 tók øll á bóli og legði frá sær – og livdi restina av lívinum í tung­ lyndi. Men Sharon vann seg fram­aft­ur í politikki og gjørd­ist í 1999 formaður í Lik­ud. Hann vann stórsigur áv alinum í 2001. Hann hevði ætl­an­ir um at ísraelska aft­ur­ tøku úr Gazageiranum, men egni flokkur hansara var ímóti. Men hann fekk meir­ i­luta fyri ætlanini eftir at hava koyrt nakrar ráð­harrar –  og í 2004 kom Ar­beið­ar­a­ flokkurin við Shimon Peres í stjórn­ina. Sharon fór úr Likud­flokk­ i­num í 2005 og stovnaði nýggja flokkin Kadima. Men 18. des­ember í 2005 var hann inn­lagdur á sjúkrahús við ein­um minni blóðtøppi. Var tó út­skrivaður tveir dagar seinni. Men 4. januar varð hann aftur raktur av einum um­fat­andi blóðtøppi í heil­ anum, og síðani tá hevur hann ligið í koma. Við árslok kundu vit aftur kjósa ein topp­skor­ara í tinginum, sum fekk iva­sama heið­ur­in at vera tann ting­maður, sum møtir ringast upp. Hesa­ferð var talan um Kristin Mich­ el­sen úr Javnaðarflokkinum. Krist­ in Mich­el­sen er nýggjur í lands­pol­i­ tikki, hann varð valdur fyrstu ferð á løg­tings­val­i­num 29. oktober í 2011. Men hann er ikki óroyndur í poli­ tikki. Hann hevur sitið í býráðnum á Tvør­oyri í fleiri valskeið og sum borg­ar­stjóri seinastu árini. Hóast orsøkir kunnu verða fleiri hjá tingfólki fyri ikki at møta á ting­ fundi, so sting­ur tað serliga í eyg­uni, at Kristin Michelsen hevur møtt so illa upp, at hann hevur ver­ið burt­ur 16 av 42 ting­fund­um. Við út­varpið segði hann, at ferða­sam­band­ið er so vána­ligt mill­um Suð­ur­oynna og Havnina. Men hetta man vera ein sann­leiki við mod­i­fik­a­ti­ónum, tí allarhelst er tað trup­ult at røkja tvey fulltíðar al­menn størv sum tingmannastarv og borg­ar­stjór­a­ starv á Tvøroyri. Men tað er einki ólógligt ella ó­regl­u­ligt í tí, at ein borg­ar­stjóri er vald­ur á ting. Hetta er ein demo­ krati­sk­u­r rætt­ur. Men tá tað ligg­ ur so illa fyri at møta til ar­beið­is í løg­ting­i­num, so er hetta ein trup­ul­ leiki, sum er størri enn ein trup­ul­ leiki hjá Krist­ini Michel­sen. Hetta verð­ur til ein trup­ul­leika hjá Javn­ að­ar­flokk­i­num, hvørs for­mað­ur er ein av teim­um eks­empl­ar­isku 11 ting­fólk­u­num, sum ongan ting­fund hava forsømt. Vit eiga eisini at seta spurningin, um tað er rætt, at Føroya hægst lønti politikari fer soleiðis við tí áliti, sum veljarin hevur givið hon­ um. Men Kristin Michelsen er ikki tann einasti borgarstjórin, sum sit­ ur á tingi. Har eru í skrivandi stund eru fýra aðrir borgarstjórar í løg­ ting­inum. Ein teirra, Jógvan Skor­ heim, leggur tingsessin frá sær á næsta fundi. Ein triðji, Rósa Sam­u­ el­sen, hevur júst tikið við sum borg­ ars­tjóri, og Brandur Sandoy á Sandi og Ger­hard Lognberg í Skopun halda fram sum borgarstjórar. Poli­tikarar hava kanska serligar tru­p­ul­leik­ar við at lata onnur fólk sleppa fram­at. Men allir politikarar hava var­a­fólk, sum heldur enn fegin taka við sess­i­num, um tað so bara er fyri nakr­ar dagar. Okkurt bendir tó á, at summi tingfólk himprast við at lata næsta fólk sleppa framat. Men tú fært ikki verið heilur all­ a­staðni. Tí má ein maður sum Krist­ in Mic­hel­sen viðhvørt velja, hvar hann vil vera: Á tingi ella í býráð. Men flokkurin eigur at hava hægri mál við sínum tingsessum, at hvør sessur eigur at verða umsitin við virð­ing fyri tí álitið, sum veljarin hev­ur givið flokkinum. Tað álit hevur Javnaðarflokkurin ikki liv­að upp til í hesum føri. Javnaðarflokkurin má seta sær hægri mál við tingsessunum Í februar mánaði verður far­ið undir avgerandi dyst­ ir­nar í heimsins størstu fót­ bólts­kapp­ing, Champions League. Bólkaspælið varð spælt lið­ugt fyri jól, og nú eru 16 tey sterk­astu liðini eftir í kapp­ing­ini, og tey hittast í cup-dyst­um tað, sum eft­ir er av kappingini. Lutakast hevur verið til 1/8 fin­al­ur­nar, og størsti dyst­ur­in verður uttan iva upp­gerðin mill­um sponsku og ensku ris­ar­nar Real Ma­ drid og Man­chest­er Un­i­ted – tvey av mest sigurs­vandu feløgunum í Eu­ropa, sum manna síni lið við nøkrum av heims­ins bestu spæl­ar­ um. Real Madrid hevur spæl­ ar­ar sum Ronaldo, Øt­zil, Be­zema og Modric. Man­ chest­er United hevur spæl­ ar­ar sum Rooney, van Per­ sie, Carrick og Valencia. Viku­blaðið og Rás2 skipa nú fyri kapping, har vinn­ ing­ur­in er ein ferð fyri tvey fólk til brakið millum Re­al Ma­drid og Manchester Un­ ited í Madrid 13. februar. Í vinn­ing­i­num er flogferð aft­ur og fram, gist­ing­ar í Keyp­mann­a­havn og Madrid og at­gong­u­merki til dystin. Aðra­staðni í blaðnum ber til at lesa meira um kapp­ing­ina, og hvussu tað ber til at lut­taka í henni. Vinn fótbóltsferð til Madrid Liva ikki upp til álitið Sharon ligið í sjey ár í koma Leo­land­ ið – finst nak­að ann­ að­hvørt? Tórbjørn Jacobsen Tíðargrein á síðu 15 »Gev okkum í dag...« Tóra við keldu Eygamálið á síðu 14 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000