fríggjadagur 4. januar 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Øssur Winthereig, fyrrver
andi útvarps- og sjónvarpsfólk
letur í bloggu ilt av sær um
nýggjárssendingina í sjón
varpinum .
Hann heldur tað vera í
fínasta lagi, at kringvarpið
gongur nýggjar leiðir.
– Men hyggjarin skal
hava at vita, tá Kringvarpið
letur privatum fyritøkum
sendinetið at ráða yvir. Og
hyggjarin skal eisini hava
at vita nágreiniliga, hvønn
leiklut Kringvarpið – sum vit
gjalda fyri – hevur.
Vit kunnu ikki gjalda
fyri tíðindasendingar, sum
so privatar fyritøkur yvir
taka og útvega sær stuðul
upp á tilfar, sum allir kring-
varpshyggjarar longu hava
goldið fyri, skrivar Øssur
Winthereig.
Dia Midjord, kringvarps-
stjóri sigur seg ikki hava
lisið blogguna hjá Øssuri
Winthereig, men hann sigur
so mikið sum, at tað ongantíð
var ætlanin at dylja, at pri
vata fyritøkan Content
gjørdi sendingina.
– Eg gjørdi bara sáttmálan
við Content, og væntaði, at
tað fór at koma fram við fígg
ingini, sigur Dia Midjord.
Privata fyritøkan Content
við Kára Durhuus og Høgna
í Jákupsstovu, sum arbeiðir í
kringvarpinum, gjørdi send
ingina. Kringvarpið gjørdi
sáttmála við Content um,
at kringvarpið ikki skuldi
hava nakrar útreiðslur av
sendingini, og Content skuldi
eisini gjalda lønir og sam
sýningar fyri lutøku í send
ingini.
Tað var í lagi at brúka
starvsfólk úr kringvarpinum,
brúka sendibilar og útgerð
tess fyri einki.
Hyggjarin má vita
– Hví hetta ikki er sagt greitt
fyri hyggjarum, veit eg ikki.
Tó haldi eg, at tað eigur
man, so bland ikki kemur í,
hvat vit kunnu rokna okk
um frá almenna public-
service kringvarpinum og
nær privatar fyritøkur fáa
ræðisrættin yvir sendinet
inum, skrivar Øssur Winth
ereig.
Í privatfíggjaðu sendingini
var ymist tilfar, sum almenna
kringvarpið hevði framleitt
frammanundan, eitt nú Árið,
ið fór og løgmansrøðan. Tað
heldur Øssur Winthereig ikki
vera í lagi:
– Eg veit, at vit sum rinda
kringvarpsgjald, hava goldið
fyri innsløg, sum hava verið
í Degi og Viku seinasta árið,
og at ein privat fyritøka,
fekk loyvi at leggja hesi inn
sløg inn í sína sending. Og
man ikki hetta verða eitt
hampuligt
argument,
tá
stuðlar skulu fáast til send
inga. Altso – innsløg gjørd
fyri kringvarpsgjaldið – vera
brúkt til at ein privat fyritøka
kann fáa partar uttanfyri
KvF at stuðla sendingini.
Øssur Winthereig hevur
einki ímóti at royna nýggja
framleiðsluhættir, men hann
heldur, at
hyggjarin skal hava at
vita, tá Kringvarpið letur
privatum fyritøkum sendi
netið at ráða yvir. Og hyggj
arin skal eisini hava at vita
nágreiniliga, hvønn leiklut
Kringvarpið – sum vit gjalda
fyri – hevur.
Vit kunnu ikki gjalda fyri
tíðindasendingar, sum so
privatar fyritøkur yvirtaka
og útvega sær stuðul upp á
tilfar, sum allir kring-varps
hyggjarar longu hava goldið
fyri.
– Sjálvandi skal slíkt bjóð
ast út, sigur Øssur Winther
eig.
Nakað at læra av
Rúni Heinesen, formaður
í stýrinum er samdur í, at
kunnað var ikki nóg væl um,
hvussu sendingin var fíggjað,
og hvørjar treytirnar vóru.
Hann viðgongur, at sam
ansetingin av politikki og
undirhaldið kanska ikki var
so heppin, men hinvegin var
alternativið einki at hava í
sjónvarpinum á nýggjári
num.
Rúni Heinesen heldur tað
kanska vera eitt sindur fýr
kantað at krevja, at arbeiðið
varð boðið út.
– Men kringvarpið hevur
kanska lært okkurt til næsta
ár, sigur hann.
Tað er eitt ynski hjá
summum at útveita public
service uppgávur.
Kringvarpið er illa fyri
fíggjarliga, og óbeinleiðis
um nýggjárssendingina sigur
Rúni Heinesen:
- Neyð lærir nakna kvinnu
at spinna.
Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum og Dia Midjord,
kringvarpsstjóri eru samdir um, at tað átti at koma betur fram, at
nýggjárssendingin í sjónvarpinum var fíggjað við privatum pengum
Gerhard
vil frá
sum for
maður
Randi Jacobsen
Tá ið kommunuval hevur
verið, skulu nevndirnar
veljast av nýggjum.
Kommunurnar
í
Sandoynni skulu allar
velja sínar limir í nevnd
ina fyri Sandoyar Skúla
samband, men eingin
hevur gjørt ta enn, tí
ógreitt er, hvussu nógvar
limir hvør kommuna
skal hava.
Í fjør var uppskot
frammi um at lækka
talið av nevndarlimum.
Sum er hevur Sand
Kommuna tvey umboð,
Skopunar
kommuna
tvey umboð, Skálavíkar
kommuna eitt umboð,
og Húsavíkar kommuna,
sum fevnir um bygd
irnar Húsavík, Dal og
Skarvanes, tvey umboð.
– Eitt uppskot var um,
at Skopunar kommuna
og
Sands
kommuna
skuldu varðveita sínar
tveir
nevndarlimir
í
part, Skálavík sín, og
at Húsavík skuldi hava
ein nevndarsess. Men
ta segði eg nei til. Eg vil
heldur, at allar komm
unurnar hava hvør sín
nevndarlim, sigur Ger
hard Lognberg, formað
ur í stýrinum.
Hann heldur tað vera
rationalisering at lækka
talið av nevndarlimum
í stýrinum, men hvat
kann sparast, veit hann
ikki at siga.
Undir øllum umstøð
um má sáttmálin broyt
ast, nú ítróttarhøll er
komin aftrat.
K o m m u n u r n a r
verða ikki einsamall
ar um at broyta sátt
málan um skúlasam
bandið,
tí
sáttmálin
skal góðkennast bæði
av Mentamálaráðnum,
Fíggjarmálaráðnum og
Innlendismálaráðnum,
sigur
Gerhard
Logn
berg.
Á
Sandportalinum
skrivar Heri Jacobsen,
nývaldur
kommunu
stýrislimur á Sandi, at
Húsavíkar
kommuna
sýtti fyri at læknna
talið av stýrislimum í
skúlasambandinum nið
ur í fýra. Aftur fyri varð
kommunan hótt við, at
børnini í kommuni ikki
longur skuldu sleppa
at ganga í skúla og í
barnagarði á Sandi.
– Nei, hatta kenni
eg einki til. Eg havi ikki
heimild til at nokta
børnunum í Húsavík
at ganga í skúla ella í
barnagarði á Sandi, sigur
Gerhard Lognberg.
Hann hevur verið
formaður í stýrinum fyri
Sandoyar Skúlasamband
í 12 ár og ætlar sær ikki
at halda fram sum for
maður í stýrinum.
Hann vísir ikki aftur,
at hann kanska verður
nevndarlimur,
tá
ið
nýggja stýrið eina ferð
hevur skipað seg.
Stýrið fyri Sandoyar Skúla
samband hevur arbeitt við
ætlanini um at lækka talið av
nevndarlimum úr sjey niður í
fýra, men komið er ikki á mál
Privata
fíggingin átti at
verið kunngjørd
Kári Durhuus og Høgni í Jákupsstovu,
sum starvast í kringvarpinum,
mynda privatu fyritøkuna Content