Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NámsfrøðiNgar til látipípuNa Søkt verður eftir námsfrøðingum til Látipípuna at byrja 1. februar 2013. Talan kann vera um fulltíðarstørv ella størv í niðursettari tíð. Látipípan er stovnur við útbarnagarði til 5-7 ára gomul børn og frítíðarstovu til børn í 1.-2. flokki. Vit VæNta, at: • tær dámar at vera úti saman við børnum, og at tú dugir at síggja styrkirnar hjá hvørjum einstakum barni • tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og er nærverandi • tú hevur góð samstarvsevnir • tú ert opin og erlig/-ur í samskiftinum við onnur Vit kuNNu bjóða: • ein grønan stovn í náttúruumhvørvi við góðum møguleikum fyri túrum í á, haga og fjøru • ein stovn, har dentur verður lagdur á alla tíðina at menna arbeiðið við børnunum • ein starvsfólkabólk, sum er opin fyri nýggjum avbjóðingum løNar- og setaNarViðurskifti: Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Núverandi setanarstaður er Látipípan. Setanarøkið er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Annu Dalsgaard, leiðara, á tlf. 770 150. Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðmælum skal vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 10. januar 2013 kl. 12.00. VestmaNNa kommuNa Bakkavegur 16 | Postboks 91 | 350 Vestmanna Sosialurin 341800 >>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>> >>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>