fríggjadagur 4. januar 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 1 · 4. januar 2013
2
VIKUSKIFTI
Filmar
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nógvir stórfilmar verða at uppliva á
hvíta tjaldinum í 2013. Fyrstu filmar
nir eru á gáttini, og aðrir koma í bio
høllirnar seinni í ár.
Árið byrjar við filmum frá Quention
Tarantino og Steven Spielberg. Taran
tino hevur gjørt ein slavufilm, hann
kallar Django Unchained, og Steven
Spielberg hevur gjørt forsetafilmin
Lincoln, har Daniel Day-Lewis er í
høvuðsleiklutinum.
7. februar verður nýggjur filmur
frá Coen-beiggjunum frumsýndur.
Ethan og Joel hava gjørt film um
folk-umhvørvið í Greenwich Village í
1960’unum.
Sama dag verður filmurin Zero Dark
Thirty eisini frumsýndur. Filmurin, sum
Kathryn Bigelows hevur leikstjórnað,
snýr seg um 10 ára longu jagstranina
eftir Osama bin Laden.
Gatsby og Les Miséralbes
Komandi mánaðirnir koma aðrir stórir
filmar úr Hollywood.
Hugh Jackman og Russell Crowe
spæla høvuðsleiklutir í musicalfilminum
Les Misérables, sum verður frumsýndur
í mars.
Bradley Cooper spælir manio
depressivi Pat í filminum Silver Linings
Playbook, sum David O. Russell hevur
leikstjórnað.
Og í mai verður stórfilmurin hjá
Baz Luhrmann um The Great Gatsby
frumsýndur. Í hesum filmi spæla
eitt nú Leonardo DiCaprio og Tobey
Maguire.
Síðst í hesum árinum verður annar
filmurin í trírøðini um Hobban at síggja
í biografunum.
Tað nýggja
– við sama lag
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: 2013 / Tilgjørd
klumman
Eyðun
Klakstein
Meira um Hobban, jagstranin eftir Bin Laden
og søgan um Lincoln forseta er nakað av tí,
sum Hollywood bjóðar í komandi ári
Ársskifti. Tað er okkurt hugtakandi við tí.
Eitt gamalt og slitið ár verður lagt afturum,
og lagt verður til brots í einum nýggjum og
frískum ári. Møguleikar eru at broyta og
skapa broyting og brúka ársskiftið sum eitt
høvi at sleppa onkrum og taka fatt í okkurt
annað.
Og tað royna nógv av okkum – við
skiftandi úrslitum. Viljin er til staðar – eina
løtu í øllum førum – og tað er í fínasta lagi.
Við hvørt lukkast tað, og røkkur ikki á mál,
var ein erlig roynd í øllum førum gjørd, og
nakrir tankar vórðu hugsaðir um tað, vit
kundu hugsað okkum at broytt, gjørt ella ikki
gjørt.
Løgmaður helt røðu á nýggjárinum, og
hann royndi at halda tunguna mitt í munn
inum, verða jaligur, og taka samanum. Hann
segði millum annað:
Tað er mátturin og megin hjá hvørjum
einstøkum okkara, ið byggja land. Men um
sorganin og virðingin, vit vísa hvør øðrum,
tryggjar felagsskapin okkara millum og ger
okkara tjóð til eitt gott land at búgva í. Latið
okkum tí trína inn í nýggja árið við ábyrgd
fyri okkara landi, okkara tjóð og fyri hvør
øðrum.
Í Danmark hugleiddi drotning Margretha
eisini um felagsskap. Hon vísti á, at fólk í alt
ov stóran mun royna at mála eina fullkomna
mynd av sær og sínum lívi – ikki minst á
Facebook:
Eg haldi, at serliga tey ungu eru útsett.
Tey kunnu gerast sera upptikin av nútímans
samskifti, at tey so at siga liva í cyberspace,
og tilveran verður eitt slag av av framsýn
ingarvindeyga, har tað snýr seg um meira
um at sýna seg fram heldur enn at verða tú
sjálvur.
Og soleiðis kunnu vit fáa onkur orð við
okkum inn í eitt nýtt ár, sum bjóðar nýggjar
avbjóðingar, politisk stríðsmál, nýggjan
X-Factor vinnara og aðrar stórhendingar.
Vikuskifti er eisini komið inn í nýggja
árið í øllum góðum, og vit leggja hugalig til
brots við nýggjum vikuskiftisbløðum her í
2013.
Gott nýggjár!
So segði
hann...
2013 við
stórfilmum
– Politiska niðurlagingin av okkara samleika, savning og
sjálvbjargni má ikki sleppa at halda fram, men má
steðga. Vit røkka ongum málum við bert at hugsa
rationelt, logiskt og sjálvsøkið. Uttan kenslur,
trúgv, álit og áræði koma vit ongan veg.
Poul Michelsen, formaður fyri Framsókn
Leonardo DiCarpio hevur høvuðsleiklutin í stórfilmunum um Gatsby