mánadagur 7. januar 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vága Floghavn:
Methøgt ferðafólkatal í 2012
– Ongantíð áður hava so nógv ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn sum í 2012. Samlaða
framgongdin í 2012 var 10.9% ella 22.123 ferðafólk fleiri enn í 2011. Hetta merkir, at
225.532 ferðafólk ferðaðust umvegis Vága Floghavn í 2012. Gamla meti bleiv sett í 2008, tá
221.942 ferðafólk ferðaðust umvegis flogvøllin, sigur Vága Floghavn í tíðindaskrivi
Eftir at flogbreytin bleiv
longd, hevur framburður
verið innan føroyska flog
vinnu. Breytin bleiv longd
frá 1250 metur til 1799 metur.
Nýggj innflúgvingartól eru
tikin í nýtslu, og Atlantic
Airways fekk umstøður til at
gera íløgu í eitt nýtt Airbus
319 flogfar.
Tølini vísa umframt eina
framgongd í ferðafólkatali
num, at reglusemi til og frá
Vága Floghavn er hækkað.
Hetta merkir, at ferðafólk í
enn størri mun kunnu líta á,
at tey kunnu koma og fara til
ásettu tíðina. Harumframt so
merkir hetta, at flogfeløg í
minni mun skulu vænta
eykaútreiðslur í samband við
seinkingar og avlýsingar.
Atlantic Airways er ein
asta flogfelag sum flýgur
regluliga ímillum Føroyar og
útheimin. Umframt Atlantic
Airways hevur flogvøllurin
eisini havt vitjan av flog
førum og flogfeløgum sum
annars ikki hava roynt seg í
Vágum áður.
– Vit á Vága Floghavn eru
sera fegin um framgongdina.
Vit høvdu væntað, at 2012
bleiv eitt betur ár enn 2011,
men at vit fingu ein vøkstur
uppá heili 22.123 ferðafólk,
var framúr. Vit roknaðu við
einum lítlum undirskoti í
rakstrinum, men nú sær tað
út til, at raksturin fer at geva
eitt lítið avlop, sigur Jákup
Sverri Kass, stjóri í Vága
Floghavn.
– Vága Floghavn kann
vænta stórar avbjóðingar
komandi árini, tí at felagið er
í gongd við at byggja nýggjan
tænastubygning og farstøð.
Útbyggingin kemur at hava
við sær, at vit mugu taka
nakrar avskrivingar, sum
fara at hava neiliga ávirkan á
okkara
roknskap.
Hóast
hetta, so vænta og vóna vit,
at komandi árini fer rakstri
num av Vága Floghavn at
geva eitt lítið avlop, sigur
stjórin.
Hvar kom
vøksturin frá?
Tølini hjá Vága Floghavn
vísa, at vøksturin fyrst og
fremst stavar frá framgongd
á føroyska marknaðinum, og
tað, at fleiri útlendingar
ferðast hendanvegin. Fram
gongdin
liggur
fyrst
og
fremst á donsku farleiðunum
hjá Atlantic Airways, men í %
er talan um ein munandi
vøkstur ímillum Føroyar og
Noreg. Í summarmánaðu
num er orsøkin fleiri ferða
fólk, men frá septembur til
novembur er vøksturin ser
liga frá oljuboringini og før
oyskum starvsmonnum, ið
arbeiða í Noreg. Mett verður,
at uml. 3,5 % av samlaða
ferðafólkavøkstrinum er or
sakað av oljuflutningi.
Barcelona hevur víst seg
sum ein farleið, ið gevur
nógv av sær, tá ið talan er um
ferðafólk; eins og vøkstur í
flutninginum av ferðafólkum
ímillum Føroyar og Ísland.
Sambært tølunum hjá Vága
Floghavn, hevur talan verið
um eina afturgongd í flutn
inginum
av
ferðafólkum
ímillum Føroyar og London.
Frá leiðsluni í Vága Flog
havn ljóðar tað, at tey kom
andi tíðina fara at byggja
víðari uppá vøksturin. Tey
vilja leggja nógv fyri at
tryggja, at menningin av
føroysku flogferðsluni held
ur fram í 2013.
Broytingar á flogvølli
num frá 8. januar
Frá 8. januar og fram til
miðskeiðis í 2014 verða um
leggingar á økinum uttanfyri
farstøðina og inni í sjálvari
farstøðini. Fráferðaøkið verð
ur flutt, soleiðis at fráferð,
trygdarkanningar og taxfree
-økið verður á einum øðrum
stað, enn tað, ið fólk annars
eru von við.
2012
0.00
5000.00
10000.00
15000.00
20000.00
25000.00
30000.00
35000.00
Jan
Feb
Mar
Apr
Maj
Jun
Jul
Aug
Sep
Okt
Nov
Des
Tal
av
ferðafólkum
frá
januar
1l
2esembur
2011
Tal
av
ferðafólkum
frá
januar
1l
2esembur
2012
– Við skelting, skermum og øðrum, so vóna vit, at vit ikki
koma at órógva viðskiftafólk okkara meira enn neyðugt.
Men fram til miðskeiðis í 2014, so verður talan um eitt
sindur av órógvan. Saman við Articon, verkætlanarbólki
okkara og starvsfólkum okkara vænta og vóna vit,
at nýggja farstøðin og tænastubygningarnir fara at
bøta munandi um umstøðurnar hjá teimum ferðandi,
sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.
Jólaevangeliið á føroyskum í Dubai
Jólaftan var norðurlendsk gudstænasta í Dubai, og har
prædikaði føroyski presturin Marjun Lómaklett
Randi Jacobsen
Kl. 14 jólaaftan var norður
lendsk gudstænasta í norsku
sjómanskirkjuni í Dubai.
Gudstænastan var á fýra
málum, føroyskum,donskum,
norskum og svenskum.
– Eg las jólaevangeliið á
føroyskum og helt danska
prædiku. Tað var sera stórt
og gleðiligt fyri meg, sigur
Marjun Lómaklett. Hon arb
eiðir ikki fast sum prestur
í Dubai, men hon býr har
saman við familjuni.
Løtan var ikki ein minni
løta fyri teir 14 føroyingarnar,
sum vóru til gudstænastuna.
Kirkjan var fullsett jóla
aftan.
Nógvir norðurlendingar
arbeiða í Dubai, og fleiri teirra
høvdu vitjan av skyldfólki,
sum høvdu hug at fara úr
kuldanum norðan fyri at
halda jól í Dubai, har hitin
um høgtíðina lá um 30
hitastig.