Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. januar 2013 · Nr. 3 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Tíðindaleiðari: Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í nýggjarssendingini hjá Con­tent v/Kára Dur­huus og Høgna í Ják­ups­stovu í sjón­varp­i­num hjá Kring­ varp­i­num ­nýggj­á­rs­aftan vórðu fjøl­miðl­a­leiðsl­ur­nar spurdur, hvussu tað var, tá miðlarnir skulu viðgera hvønnannnan. Tíðindaleiðarin í Kring­ varp­inum ­varð spurd, hvussu tað til dømis var hjá teimum at við­gera Dimmalætting, og truplu fíggjarligu støðuna, sum Dimmalætting verið í sein­astu tíðina. Kringvarpið valdi tey tíð­ in­dini frá. – Vit sótu á redaktiónini og føldu, at vit øll høvdu okkurt sam­band við Dimmalætting og tí ikki kundu viðgera hasa søg­una. Jú, hatta bremsar okk­um viðhvørt, segði Lilj­an Weihe, tíðindaleiðari í Kring­ varp­i­num. Hetta lýsir kanska fjøl­ miðl­ar í einum nøtuhylki. Men hví skuldi Kring­ varpið ikki viðgera støðuna hjá Dimma­lætt­ing? Er tað ikki líka mikið, um fólk í Kring­varp­i­num kenna fólk á Dimma­lætti­ng? Fólk í Kringvarpinum kenna eisini fólk á øðrum ar­ beiðs­pláss­um, har tað kortini ikki førir til, at tey fáa frið. Að­al­málið við journalistikki er greiða frá, at fortelja fólki, hvar fyrifert í samfelagnum. Tað snýr seg eisini um at siga tað, sum er óbehagiligt, eisini tá tað er miðlarnar sjálvar, tað gongur út yvir. Liva fjølmiðlarnir ikki upp til tað, so seta teir sítt egna trúvirði í vanda. Blaðið, tygum sita við hondini, er fyrsta eintakið av Sosialinum, sum verð­ur bor­ið í hvørt hús hvønn miku­dag. Enda­mál­ið er sjálv­andi at røkka so nógv­um les­ar­um, sum til ber – og or­søk­in er ei­s­ini, at fleiri lýs­ar­ar hava heitt á okk­um um at fáa møg­u­leik­an á henda hátt at røkka øll húski kring landið. Vit í Miðlahúsinum ynskja sjálv­ andi, at so nógv fólk sum gjør­ligt lesa blað­ið. Á tann hátt fáa vit gjørt eitt enn bet­ur blað. Sam­felagsmenningin seinastu ár­ini hevur broytt týdningin hjá bløð­u­num. Meðan bløðini fyrr vóru fremstu tíð­ind­a­miðl­ar, so eru tey fyri langari tíð síðani yvirhálað av øðr­um miðl­um. Fyrst var tað út­varp og sjón­varp, men seinni av yms­um net­miðl­u­num. Hesa avbjóðing hava vit í Miðl­a­ hús­i­num tikið í størsta álvara, og tí vóru vit tey fyrstu, sum longu í 1996 – sum var ár eitt hjá internetinum í Før­oy­um – fóru undir at bera tíð­ indi á int­er­net­i­num. Henda gongd hev­ur hild­ið fram. Um alda­skift­ið gjørd­ist Port­al­ur­in hjá Før­oya Tele enn ein tíð­ind­a­pall­ur hjá Miðl­a­hús­i­ num, og í 2007 kom eis­ini Rás2 upp í tíð­ind­a­streym­in úr Miðla­hús­i­num. Í 2011 keypti Miðlahúsið eis­ini Viku­ Blað­ið, sum verður borið í hvørt hús mán­a­dag. Alt hetta er gjørt í teirri sann­ før­ing, at eitt blað kann illa standa eins­a­malt, tí trupult er at tryggja fíggj­ar­liga grundarlagið, um tú skalt liva av bert at selja bløð. Men hóast umstøðurnar hjá blað­miðl­i­num er nógv broyttar, so er týdn­ing­ur­in hjá bløðunum tó fram­veg­is stór­ur. Blað­ið er fram­ veg­is fíggj­ar­ligi krum­tapp­ur­in hjá okk­um í Miðl­a­hús­i­num, og so­leið­is vænta vit, at tað verður í rúma tíð enn. Men int­er­net­ið og útvarpið eru trygg­ir og stuðl­andi miðlapallar hjá blað­num – og til­sam­ans trúgva vit, at fáa eitt sterkt mið­l­a­um­hvørvi í Miðl­a­hús­i­num, sum kann framleiða dygd­ar­góð­an journalistikk. Við styrktu redaktiónini í Miðla­ húsinum ætla vit at hvessa pro­fil­in so­leið­is, at vit betur duga at brúka styrk­ina hjá hvørj­um miðli sær: Skjót­leik­an hjá Port­a­li­num, bein­ leið­is møgu­leik­an við Rás2 og per­ spek­tiv­er­andi møguleikanum við blað­num, har vit kunnu fara eitt sindur djúpri í blaðnum. Vit vilja eisini fegin hava meira við­kom­andi kjak í blaðið. Tosað verð­ur so nógv um demokratiskt und­i­rskot – og at týdningarmikil mál verða skundað ígjøgnum í løg­ ting­i­num. Her vilja vit eisini gera mun, og vit leggja fegin av teiga­pláss til kon­ struk­tivt kjak um sam­fel­ags­við­ur­ skifti. Tíð­ar­grei­n­ar og aðr­ar greinar, sum bara verða senda­r Sosi­al­inum, hava fyrsta rætt í mik­u­dags­blað­ num. Sosialurin ynskir øllum Føroya fólki gott nýggjár! – Tað gongur rætta vegin í ferðsl­uni í Føroyum. Tað staðfestir Ráðið fyri Ferðsl­u­trygd. Tvey fólk doyðu á før­ oysku vegunum í fjør. – Tað eru tvey ov mong, men líta vit nøkur ár aftur, síggja vit, at hetta er fimta ár­ið á rað, har eitt ella tvey fólk eru deyð í ferðsluni og tað er munandi lægri enn fyri fáum árum síðani. – Við tað at hagtølini fyri Før­oy­ar eru smá, sveiggja tey nakað, men sum tey hava ligið seinastu fimm ári­ni, hava tey verið lækk­ andi á sama stigi sum í øðr­ um norðurlondum. – Tó skulu vit bara aftur til 2007, tá heili sjey fólk doyðu í ferðsluni, sigur Bryn­hild Høgnadóttir, leið­ ari á Ráðnum fyri Ferðsl­u­ trygd. Hon vísir á, at talið á ferðsl­u­ó­happ­um, sum eru boð­að frá hjá politinum, hev­ur verið støðugt lækk­ andi seinastu árini. Í fjør vóru 642 fráboðanir aft­ur ímóti 715 óhappum ár­ ið fyri. Fyri rúsdrekkakoyring og vantandi nýtslu av trygd­ ar­belti, eru færri mál, men tá ið tað kemur til at koyra á­virk­að av rúsevnum og heili­vági kann staðfestast ein øking. Eisini er talið á ferð­synd­ arum munandi hækkað við tað, at næstan 1000 fólk vórðu tikin fyri at bróta há­ marks­ferð­ina ­í farna ári. Rákið við færri van­lukk­ um sæst eisini í okkara granna­londum. Tað eru fleiri orsøkir til tað, men avgerandi frá­greið­ ingin er, at fólk í ferðsluni eru meiri ansin og tilvitað, enn fyri fáum árum síðani. Tá ið husað verður um, at fleiri enn 9 av 10 ferðsl­ u­va­n­lukk­um henda av menn­iskj­ans­lig­um áv­um, kunnu vit siga, at hug­burð­ ur­in er batn­að­ur við lækk­ andi tal­i­num av va­n­lukk­um og deyð­um í ferðsl­uni. Tvey doyðu í fjør í hvørt hús í landinum Mugu tora at viðgera miðlarnar Er gjógv­ in millum bap­tist­ar og kirkjuna farin? John í Skemmuni kjak á síðu 30 Snild­ varp á skíg­g­j­ anum Tøkni á síðu 26-27 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan í Vikuskiftinum Miðviðkan, sum hevur verið í mik­u­dagsSosialium seinastu ár­ini, verður framyvir prent­ að í vikuskiftisblaðnum fríggj­a­dag. Tað er enn sum áður okk­ ara fróðarmaður Óli Jac­ob­ sen, sum skrivar Miðvikuna. Í næsta parti fríggjadagin held­ur hann fram við Bær­ ent­sen ættarsøguni. Heas­a­ ferð um Dánjal, sum ikki sá gent­u­na í fimm ár Í næstseinasta parti í røð­ini Hendur ið Sleptu var ein æt­t­a­r­grein um Bær­ent­ sen­ætt­ina á Sundi. Komandi Mið­vika og tann, sum kemur fríggj­a­dag­in í næstu viku, verða um eina av hes­um ætt­ ar­grein­um, nevn­i­liga henni hjá gamla djóra­lækn­a­num Dánjal J Bærentsen.