mikudagur 9. januar 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Tað verður 43 ára gamla
Kristianna Winther Poulsen,
sum komandi tíðina skal
røkja sessin hjá Sjálvstýris
flokkinum í Løgtinginum.
Hon tekur við eftir Jógvan
Skorðheim, sum hevur biðið
um farloyvi frá Løgtinginum,
eftir at hann nú er borgar
stjóri í Klaksvík.
– Eg verði ikki andstøðu
politikari í samgongu. Hin
vegin fari eg at royna so vítt
gjørligt at sleppa undan gera
neyðsemjur um eitthvørt, ið
stríðir ímóti tí, eg sjálv haldi
er rætt, sigur Kristianna
Winther Poulsen.
Má velja sínar
bardagar
Sum einasta umboð í Løg
tinginum fyri Sjálvstýris
flokkin
skal
Kristianna
Winther Poulsen so at siga
vera framsøgufólk í øllum
málum.
– Málið er at kunna seta
meg inn í øll mál líka frá
oljuprísum hjá Strandferðsl
uni, ætlanunum um eitt
Fountain House og til nýggju
fiskivinnulóggávuna. Sjálv
andi veit eg ikki líka nógv um
øll øki, men eg fari at leggja
meg eftir, at vita so nógv um
tað ítøkiliga málið, áðrenn eg
taki støðu.
Men at seta seg væl inn í
øll mál og alla tíð vera virkin
í orðaskiftinum kann møgu
liga gerast í so framsøkið. Og
hetta er Kristianna Winther
Poulsen eisini tilvitað um.
– Tí eri eg eisini greið yvir,
at eg verði noydd til at velja
mínar bardagar. Eg trúgvi
eisini, at tað í stóran snýr seg
um, at finna eina javnvág,
greiðir Kristianna Winther
Poulsen frá.
Ein stríð, sum hon hevur
ætlanir um at berjast fyri, er
málið um fosturtøku og eina
møguliga fosturtøkunevnd.
Og
Kristianna
Winther
Poulsen er als ikki í iva um,
hvørja støðu hon hevur til
tað málið.
– Eg eri ímóti, at fólk,
ið hava sítt fulla vit, verða
tvungin til eitthvørt. Eingin
skal verða tvungin til at fara
til eina ráðgeving, har ráð
gevingin hevur eitt ávíst
endamál fyri eyga, heldur
Kristianna Winther Poulsen
fyri.
Men hvussu fer hon so at
atkvøða, tá Karsten Hansen,
landsstýrismaður í heilsu
málum, fer at leggja fram
uppskot um tvungna ráð
geving í sambandi við fostur
tøku?
– Mín meginregla er, at
vaksin fólk hvørki skulu ella
kunnu tvingast til ráðgeving.
Júst hvussu, eg fari at at
kvøða, tá málið kemur fyri,
veldst um, hvussu lógarupp
skotið sær út og um, hvørjir
fakpersónar skulu sita í hes
um bólkinum og veita ráð
geving.
Kennir eitt stórt trýst
Kristianna Winther Poulsen
dylur ikki fyri, at hon kenn
ir eitt ávíst trýst á sær, nú
hon einsamøll skal umboða
Sjálvsstýrisflokkin í Løg
tinginum.
– Flokkurin er tann elsti
í landinum, og sambært
veljarakanningum stendur
Sjálvstýrisflokkurin
til
ikki at koma inn um ting
gáttina til næsta val, og tí
kenni eg avgjørt eisini eitt
stórt trýst á mær við hes
um løgtingssessinum, sigur
Kristianna Winther Poul
sen.
– Vit vita øll, at til hvørt
val er tað kontant avrokning,
so jú, eg eri rættiliga spent
fyri ikki at siga eitt sindur
nervøs fyri at sita í sessinum
hjá Sjálvsstýrisflokkinum í
Løgtinginum.
Serliga er tað tann harði
tónin og tað at taka ópopu
lerar avgerðir, sum Kristianna
Winther Poulsen væntar fer
at vera ein stór avbjóðing.
– Nú er hetta ikki fyrstu
ferð, eg siti í Løgtinginum,
og tí veit eg eisini, at tónin
inni í salinum mangan kann
vera rættiliga harður. Tað er
ikki altíð lætt at takla henda
tónan, men tá er umráðandi
at hava gott fólk rundan
um seg, og tað havi eg bæði
í familju og vinfólki, sigur
Kristianna Winther Poul
sen.
– Eg má bara lata meg í eina
brynju, tá eg eri til arbeiðis,
og so lata meg úr henni, tá
arbeiðsdagurin er liðugur.
Torfør uppgáva
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Kristianna Winther Poulsen
situr á Løgtingi. Tilsamans
hevur hon verið inni í tríggjar
vikur. Allíkavæl kennir hon
seg ikki heilt trygga í tí ar
beiðinum, ið stendur fyri
framman.
– Eg haldi, tað er torført at
stýra í politiska landslagnum,
finna ta røttu strategiina og
vita, hvussu tú skalt vera
sum politikari. Tað merkir
tó á ongan hátt, at hetta ikki
er ein spennandi avbjóðing,
ið stendur fyri framman,
og eg gleði meg veruliga at
byrja løgtingsarbeiðið, sigur
Kristianna Winther Poul
sen.
Kristianna Winther Poul
sen ætlar sær at vera annað
enn atkvøðuneyt, sum sam
gongufólkini annars hava
verið løgd undir at verið.
– Eg fari at vera aktiv.
Vænti næstan at tey vera
noydd til at biðja meg halda
munn,
sigur
Kristianna
Winther Poulsen flennandi
og heldur fram:
– Tað er ikki nóg gott at
sita í Løgtinginum og tiga
fyri lønina, vit tingfólk fáa.
Nú eigi eg alla talutíðina,
og hana ætli eg at gagnnýta
best gjørligt.
Javnstøða framvegis
týdningarmikil
Kristianna Winther Poulsen
er ikki heilt ókend. Í 2008
bleiv hon vald sum forkvinna
í
Javnstøðunevndina,
og
hetta heitið hevði hon fram
til í fjør. At javnstøða skal
vera millum menn og kvinnur
er nakað, sum Kristianna
Winther Poulsen framvegis
ætlar at hava serligt atlit at.
Eisini sum løgtingskvinna.
– Javnstøða snýr seg
ikki bara um kvinnur og
teirra rættindi. Tað ræður
um bæði kynini. Eitt nú
haldi eg tað vera serstakliga
týdningarmikið at fáa fleiri
ungar dreingir at velja at
taka útbúgving. Í dag síggja
vit alt fleiri ungar dreingir,
sum ikki trívast á skúlabonki,
og velja at arbeiða heldur
enn at útbúgva seg. Útbúgv
ingarskipanin skal gerast
meira liðilig og freistandi,
eisini fyri dreingir. Tað vísir
seg, at útbúgving hevur
nógv at siga fyri møguleikar
á arbeiðsmarknaðinum, fyri
lívsinntøku og fyri luttøku
í tí, sum fer fram í einum
samfelag og ikki minst sam
felagskjaki, sigur Kristianna
Winther Poulsen.
– Vinnulívið hevur góða
umboðan í samgonguni, með
an tey veiku í samfelagnum
eftir míni meting mangla
eina rødd, sigur Kristianna
Winther Poulsen og heldur
fram:
– Tey, ið ikki duga nóg væl
at orða seg, og tey, ið onk
ursvegna hava serligar av
bjóðingar, verða ofta gloymd.
Hesum samfelagsbólkunum
vil eg leggja meg eftir at lurta
eftir.
Sum skilst verður Kristi
anna Winther Poulsen at
síggja í tinginum komandi
hálvár.
Kristianna
væntar kontanta
avrokning
- Hóast eg eri týpan, ið stendur føst við míni prinsipp, eri eg eisini greið yvir, at eg má velja mínar bardagar.
Soleiðis sigur Kristianna Winther Poulsen, sum í næstum skal í Løgtingið fyri Sjálvstýrisflokkin
Navn: Kristianna
Winther Poulsen
Aldur: 43 ár
Bústaður: Hoyvík
Útbúgving: Cand.
Mag. frá RUC og
Master í fyrisiting
og leiðslu frá
Robert Gordon
University
Fakta