mikudagur 9. januar 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Reyði Krossur í Føroyum sóknast nú
eftir onkrum at heiðra sum Ársins
Fyrstahjálpara í 2012. Tann, sum kann
koma upp á tal til heiðurin, skal á serligan
hátt hava givið kropsliga ella sálarliga
fyrstuhjálp, sigur Reyði Krossur.
Nývalda Málráðið hevði sín fyrsta fund í gjár. Limirnir høvdu høvið at
heilsa uppá hvønn annan, og eisini hitti Málráðið landsstýrismannin í
mentamálum, Bjørn Kalsø, aðalstjóran Poul Geert Hansen, umframt
embætisfólk í Mentamálaráðnum, ið varða av Málráðnum.
Málráðið kemur ístaðin fyri málnevndina,
sum fór í søguna á nýggjárinum.
Aftur
at velja
ársins
fyrsta
hjálpara
Reyði Krossur Før
oya sóknast eftir
evnum at heiðra
sum ‘Ársins Fyrsta
hjálpara 2012’.
Tann, sum verð
ur
kosin
‘Ársins
Fyrstahjálpari 2012’,
fær
heiðursbræv
frá Reyða Krossi
Føroya og eina pen
ingagávu, ið Trygg
ingarfelagið Føroyar
letur.
Tann,
sum
er
í uppskoti, skal í
farna ári á serligan
hátt
hava
givið
kropsliga ella sálar
liga fyrstuhjálp.
“ E n d a m á l i ð
er ikki einans at
tilnevna
‘Ársins
Fyrstahjálpara 2012’,
men eisini at eggja
øðrum at læra seg
fyrstuhjálp, so fleiri
mannalív
kunnu
bjargast” sigur Siri
Tórgarð,
dagligur
leiðari hjá Reyða
Krossi.
Einstaklingar,
virkir og stovnar
kunnu lata inn upp
skot, ið verða við
gjørd av fyrstahjálps
instruktørum
og
nevndini, hjá Reyða
Krossi.
Serligt oyðublað,
ið er sent politistøð
unum kring land
ið og annars fæst
á heimasíðuni hjá
Reyða Krossi, verð
ur at senda Reyða
Krossi Føroya í sein
asta lagi 31. januar
2013.
‘Ársins
Fyrsta
hjálpari 2012’ verður
tilnevndur hósdagin
14. februar 2013.
Áki Bertholdsen
– Høvuðsdyrnar hjá útlend
ingum til føroyska samfe
lagið, er málið.
Tað staðfestir Kári P. Høj
gaard, landsstýrismaður í
innlendismálum.
Nú ætlar hann av álvara
at fara undir eitt arbeiði, sum
skal gera tað munandi lættari
hjá útlendingum, sum koma
higar at búgva, at integrera
seg í føroyska samfelagið.
– Vit skulu hava ein góð
an startpakka til teir út
lendingar, sum koma til Før
oyar at búgva, sigur Kári P.
Højgaard.
– Endamálið er at gera tað
munandi lættari hjá teimum
at fella til, so at teir, sum
skjótast, kunnu verða ein
nátúrligur partur í føroyska
samfelagnum.
Í hesum sambandi heldur
hann, at útlendingar, sum
koma til Føroyar at búsetast,
skulu duga føroyskt og teir
skulu somuleiðis hava kunn
leika til føroyska mentan.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at kynsbýtið í Føroyum er
ógvuliga skeivt, við tað, tað,
at tað eru einar 2000 færri
kvinnur í Føroyum, enn tað
eru menn.
Og tað er ongin loyna, at
tað flyta nógvar kvinnur til
Føroya at búgva, eins og tað
eisini koma nógvir menn
higar.
– Hetta eru fólk, sum
verða
okkara
framtíðar
mammur og pápar, ommur
og abbar og tað er ómetaliga
neyðugt at vit geva teimum
ein góðan start í Føroyum
og brynja tey til at verða ein
nátúrligur partur í føroyska
samfelagið.
Aðalorðaskifti
Hann fer nú í februar ella
mars at leggja eitt upplegg
til ein føroyskan útlendinga
politikk fyri Føroya Løgting
og síðani skal Løgtingið hava
aðalorðaskifti um ein fram
tíðar
útlendingapolitikk.
Endamálið við tí skal vera
at stinga út í kortið, hvussu
vit, sum frægast, integrera
teir útlendingar, sum koma
higar at búgva í føroyska
samfelagnum.
– Tað vil siga, at vit skulu
stinga út í kortið, hvørjar fyri
skipanir skulu setast í verk
fyri at integrera útlendingar
í føroyska samfelagið og,
hvørji tilboð vit skulu hava
til teir útlendingar, sum
koma higar at búgva.
Ein partur av einum før-
oyskum útlendingapoli-tikki,
verður eisini at fáa greiði
á, hvussu stórur partur av
uppgávunum skulu liggja
undir landinum og, hvussu
stórur partur skal liggja
undir kommununum, har
útlendingarnir búsetast.
Í hesum sambandi eiga vit
eisini at gera okkum greitt,
at skulu vit hava ein virknan
útlendingapolitikk,
kostar
tað pengar.
– Men tað eru pengar, vit
vinna aftur í longdini við tað,
at vit fáa nakrar vælvirkandi
samfelagsborgarar,
sum
kunnu geva sítt íkast til
samfelagið, sigur Kári P. Høj
gaard.
20 tímar
Sjálvur
ivast
landsstýris
maðurin ikki í, at høvuðs
inngongdin til føroyska sam
felagið, er málið.
Men í hesum sambandi
hava vit lítið og onki at
bjóða.
Sum støðan er nú, bjóða
vit útlendingum, sum koma
til Føroyar at búsetast, eitt
skeið í føroyskum á 20 tímar,
tað er alt.
Men hetta heldur lands
stýrismaðurin er alt ov lítið.
– Íslendingar hava sum
mál, at teir útlendingar, sum
flyta til Ísland at búgva, skulu
klára seg í gerandisdegnum á
íslendskum máli áðrenn tvey
ár eru farin.
Men landsstýrismaðurin
heldur somuleiðis, at tað er
ógvuliga umráðandi, at út
lendingar, sum koma higar
at búgva, eisini fáa ein ávís
an kunnleika til føroysk
samfelagsviðurskifti
og,
hvørjar fyriskipanir, vit hava,
skuldi tað, eitt hent, at teir
onkusvegna koma illa fyri.
Landsstýrismaðurin held
ur, at ein máti kann vera at
geva útlendingum, sum ætla
at flyta til Føroya, eina gula
rót.
– Útlendingar, sum veru
liga vísa áhuga og offra seg
fyri at læra seg føroyskt,
kunnu kanska fáa umsóknir
sínar
um
uppihaldsloyvi
skjótari avgreiddar, sigur
landsstýrismaður.
Gera startpakka til
útlendingar í Føroyum
INTEGRATIÓN Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit geva útlendingum, sum flyta til
Føroya at búgva, ein góðan start, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum
Tveir av grindahvalunum,
sum
Náttúrugripasavnið
merkti í grindini í Vági 2.
oktober í fjør, senda fram
vegis.
– Tað er spennandi fyri
okkum, at teir nú eru farnir
so langt suður, sigur lív
frøðingurin Bjarni Mikkel
sen.
Hvalirnir vóru í gjár 400
fjórðingar
úr
Asorunum.
1200 fjórðingar í beinari linju
úr Føroyum. Hetta er vestan
fyri Miðatlantsryggin.
Bjarni Mikkelsen sigur, at
teir ferðast millum 20 og 40
fjórðingar um dagin.
Ein triði hvalur sendi
leingi, men eftir at hann var
farin upp við Noregsstrond
ini, frættist einki aftur frá
honum. Tað var spell, tí nógv
ur hvalur er har norðuri,
skriva norsk bløð.
Hesir báðir hvalirnir hava
nú sent í 98 dagar. Teir, sum
merktir vórðu næstseinast,
sendu í 133 dagar.
Bjarni
Mikkelsen
er
spentur, um hesir fara at
sláa metið, og hvat teir finna
uppá í næstum.
Farnir langt
suður
Kári P. Højgaard,