Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Føroya Rættur fær upptøkutól. Nú verða diktafonirnar í rættinum skjótt en saga blot. Føroya Rættur hevur fingið upptøkutól, sum skulu loysa diktafonirnar av. Tað merkir, at skjótt nýtist ikki dómaranum at endurtaka allar frágreiðingar, tí nú verður alt samskifti tikið upp á band beinleiðis til avskrivingar. Hetta fer at spara væl av tí hjá rættinum, tí bert í einstøkum forum verður neyðugt hjá dómaranum at lurta eftir frágreiðingunum um aftur. Hanna dømdi fyrsta »kundan« Hanna Vang var fyrrapartin dómari í sínum fyrsta máli, eftir at hon gjørdist dómara­ fulltrúi í fjør heyst Leo Poulsen Hanna Vang ar­beiddi í eina tíð hjá ákæru­ valdinum í Før­oy­um, men fór so á Fróð­ skapar­setr­ið at und­ ir­vísa og granska. Tað gjørd­ist tó mest til undir­vís­ing, og eft­ir eitt ár á Fróð­skap­ar­ setri­num og barns­ burðarfarloyvi, kom hon á dómara­skriv­ stovuna sum dóm­ara­ full­trúi eftir summar­ frí­tíðina í fjør. Tað eru bert tveir dómarar í Føroyum, og teir eru Henrik Møller og Jóannes Madsen, men síðani eru nakrir dómarafulltrúar, sum eisini virka sum dóm­ ar­ar. Aðrir virkandi dóm­ arar eru Anna Eiriks- dóttir og Peter Flügge. Hanna Vang hevði sum sagt sítt fyrsta rætt­armál fyrrapartin, og tað snúði seg um víki­skyldu. Ein bil­før­ ari var ákærdur fyri at hava koyrt út fyri hajtenn, uttan at hyggja seg nóg væl um, og tað førdi til, at ein anar bilførari misti tam­ar­ haldið á sínum bili, sum fekk nakað av skaða. Ákærdi maðurin fekk í september 2009 frádømt koyrikortið í trý ár, og tá hendingin fór fram í juni í fjør, hevði tann ákærdi ikki fingið koyrikortið aftur. Hanna Vang gav mann­inum 1500 krónur í bót, og tókaftur koyri­ kortið, hesaferð tó bert í seks mánaðar. Rætturin hevur í dag fingið enn ein dómara, tá Hanna Vang fyri fyrstu ferð dømdi í einum máli Leo Poulsen Tað var fyri lítlum ári síðani, at tann tá 18 ára gamla gentan var úti fyri ferðsluvanlukku millum Fjarða, sum kravdi lívið á eldru systir hennara. Tað var tíðliga á morgni, at gentan sjálv triðja var á veg til Havnar. Meiningin var annars, at tað bert skuldi vera hon, men í síðstu løtu komu systurin og sjeikurin hjá gentuni við í bilin. Komin í Skálabotn varnast tey, at hálka er á vegnum, og hon slakar tí av, men komin nakað inn í dalin, tykist hon koma nakað langt út í høgru síðu. Tað førdi við sær, at hon helst snarar róðrið nakað harðliga í høgra borð soleiðis, at bilurin fer skreiðandi tvørt­ur um vegin, síðulens inn í ein mótkoyrandi bil. Bilurin við teimum trimum í fer síðani sleingjandi út av vegnum, og øll trý enda á skaðastovuni, saman við einsa­malla manninum í hin­ um bilinum. Skaðin, sum systurin fekk, vísti seg so álvarsamur, at hon doyði av snuddunum. Hini trý sluppu við smærri skaðum. Ákæruvaldið gjørdi av at ákæra unga bilføraran fyri trý brot á ferðslulógina, men valid tó ikki at ákæra gentuna fyri óviljað manndráp móti systrini. Jens Andrias Vinther helt ógvuliga lítið um framferðina hjá ákæruvaldinum, og tað læt hann eisini ákæran, Karinu Skou, vita. Gentan er longu revsað meira enn nokk við at hava mist systrina, men um ákæru­valdið vil hava hana rætti­l­iga niður við flagginum, so er hetta mátin at gera tað upp á, segði Jens Andrias Vinth­er. Tók ikki kortið Ákærin hevði annars kravt koyribann og eina bót á 1500 krónur, tí hon metti, at brotini á ferðslulógina vóru passaliga álvarsom. Hesum vísti verjin tó aftur. Hann helt tað vera nógv fyri, at ákæruvaldið skuldi troysta sær at koma í rættin við slíkum pástandum, sum sambært honum vóru langt frá prógvaðir. Frágreiðingarnar hava hinvegin prógvað, at gentan nettup førdi seg fram við varni, og at hon hevði slakað ferðina fyri at koyra eftir um­støðunum, segði Jens Andrias Vinther. Hann helt tað heilt greitt vera eitt hendiligt óhapp, sum fekk so tragiskar av­leið­ ingar. Men at hanga eitt skuld­ar­ spjaldur á gentuna við at taka rættin at koyra bil frá henni, er ein áhaldandi áminning um syrgiligu hendingina, segði Jens Andrias Vinther. Dómarin, Henrik Møll­ er, kom eftir stutta um­ hugsingartíð aftur við dóm­ in­um, sum ljóðaði upp á eina bót á 1000 krónur. Hann valdi tó, ikki at taka koyrikortið frá gentuni, men helt kortini, at hon hevði víst vantandi ansni í støðuni. Gentan hevði framman undan gjørt greitt, at hon fór ikki víðari við málinum. Tað orki eg ikki, segði hin nú 19 ára gamla gentan. Ákæruvaldið eirindarleyst Tað var ein ógvuliga hvassorðaður Jens Andrias Vinther, sum hevðist at ákæruvaldinum fyri at rættarsøkja eina unga kvinnu fyri brot á ferðslulógina í einari vanlukku, har eldra systurin misti lívið Leo Poulsen Tað eru mál úr einum enda í rættarlógini í hin, sum verða havdir fyri í Førya Rætti. Í gjár var ein maður stevnd­ur fyri rættin, ákærd­ ur fyri við vilja at hava roynt at skulka sær undan at gjalda skuld, við at skráseta bilin hjá sær í navninum hjá pápanum, bara ein tíma undan einum fundi í fútarættinum um just skuld. Sambært ákæruvaldinum var tað við fríum vilja, at ungi maðurin gjørdi av at skráseta bilin í navninum hjá pápanum. Verjin vildi hinvegin verða við, at hetta var púra av tilvild, og at maðurin ikki hevði ánilsi av, hvat fúta­ rættur ella útlegg var fyri nak­að. Sambært frágreiðingini hjá unga maninum hevði hann ikki givið frágreiðing til poli­tiið áður, heilt einfart tí, at honum dámdi ikki poli­ tiið. Hann skuldi upprunaliga møta á politistøðini inni í Runavík klokkan 10, men upp­ringdur boðaði hann frá, at tað bar honum ikki til at møta til ásettu tíðina. Avtalað var tí, at hann skuldi møta í Havn klokkan 14. Komin til Havnar fór hann beinleiðis á Akstovuna at umskráseta bilin í navnið hjá pápanum. Hetta gjørdi hann, tí hann kortini var í Havn, og av tí, at pápin í veru­leikanum fyri langt síð­ani hevði yvirtikið bilin fíggjarliga. Tað var tí sambært ákærda eingin duld dagskrá, men tann bera tilvild, at so­ leiðis bleiv. Málið útsett Tað var annars Tryggingar­ felagið Føroyar, sum hevði sett krav fram móti unga manninum upp á umleið 25.000 krónur. Men hóast hetta tal varð ofta nevnt í rætt­inum, kom ongantíð rætti­liga fram, hvaðani hend­ an skuldin stavaði. Heldur ikki kom fram, hvussu hann kundi havt bygt upp eina so lutfalsliga skuld til Trygg­ ingarfelagið. Tað var týðiligt, at ákæru­ valdið hevði ilt við at trúgva, at hetta skuldi verið hent av berari tilvild, og spurdi tí fleiri ferðir, um tað nú var so tilvildarligt, sum maðurin segði. Hóast pápin var ein sen­ tralur persónur í málinum, var hann ikki innkallaður sum vitni, og tað hildu bæði ákæruvald og verji var eitt sindur óheppi. – Eg vil fegin hava pápan kallaðan inn sum vitni, tí tað er klárt, at hann kann hjálpa sakini hjá mínum klienti, segði Jens Andrias Vinther. Hetta helt dómarin, Hanna Vang, var ógvuliga rími­ligt, so hon gjørdi av at útseta málið – og tað var ákærin, Karina Skou, eisini samd í. Hvønn veg málið kann falla, kann pápin geva eina ábending um, tá hann verður avhoyrdur. Slapp sær undan útleggi Ein ungur maður varð í Føroya Rætti í gjár ákærdur fyri at hava umskrásett bilin í navnið hjá pápanum, fyri at sleppa undan útleggi í bilinum