mikudagur 9. januar 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
móti
Jihaa! Nú kanst tú saktans lata teg í
kovboystivlar aftur, uttan at tú verður undir
illgruna fyri at verða á veg í countrydans.
Teir hava havt sínar upp- og niðurtúrar, men
nú eru klassisku kovboystivlarnir aftur inn.
Rulla kragan. Hendan veturin hava
rullukragatroyggjuranr aftur verið at
sæð nógvastaðni í mótamyndini. Finn
tær ein klassiskan lit ella bjóða av við
einari bláari ella gulari troyggju.
Tey flestu halda allarhelst,
at kvinnur hugsa meira um
móta enn menn. Men soleiðis
er ikki í Føroyum. Her hugsa
mannfólkini meira um móta
og merkjavørur, og teir vilja
snøgt sagt ikki hava bílig
klæði.
– Vit hava roynt at selt
bíligar t-shirtir og annað,
men teir vilja ikki hava tað.
Teir keypa heldur t-shirtir
fyri nakrar hundrað krón
ur,
tí
merki
skal
vera
SamsøeSamsøe ella okkurt
líknandi, sigur Hávarður í
Stórustovu.
Meðan kvinnur keypa
nógv bílig klæði, keypa menn
heldur dýr klæði, tá ið tørvur
er á tí.
– Teir flestu, sum keypa frá
okkum, keypa stórar mongdir
í senn, og ikki so ofta. Teir
keypa vanliga eitt sett hvørja
ferð, meðan kvinnur keypa
nógv smáting ofta, sigur
Hávarður í Stórustovu.
Hávarður sigur, at nógv
føroysk
mannfólk
hugsa
nógv um mótan, men ser
stakliga útisetar, sum koma
heim um summarið, eru væl
klæddir.
– Vit síggja, at teir, sum
búgva niðri, eru ógvuliga
bevístir um móta. Men hin
vegin eru flest allir ungir
menn nógv meira bevístir
um móta, enn eg og teir á
mínum aldri vóru, tá ið vit
vóru ungir, sigur Hávarður í
Stórustovu.
Tað er kanska heldur ikki
bara av tilvild, tí dagsins
mannfólkabløð vísa klæðir
og móta annars fram, og tað
merkist í Skálki, at bløðini
ávirka ungdómin.
– Ofta nevna kundarnir
hjá okkum kend fólk, sum teir
hava sæð í onkrum klæðum,
og spyrja um vit hava nakað
líknandi, so teir eru heilt vist
ávirkaðir av umheiminum,
sigur Hávarður í Stórustovu.
Skal vera rátt og ljós
Nú ganga vit ímóti ljósari
tíðum, og tað merkir millum
annað, at vetrarjakkarnir
skulu skiftast út.
– Nú skulu vetrarjakkarnir
pakkast saman, og tunnu
várjakkarnir takast fram.
Haraftrat er púra vanligt, at
klæðini gerast ljósari um vár
ið. Hinvegin eru framvegis
litir sum vínreytt nógv at
síggja, og beige er eisini nógv
frammi í vár, sigur Hávarður
í Stórustovu.
Leðurjakkar og ljósar kov
boybuksur eru nógv at síggja
í vár, og stílurin er rættiliga
ráur og slitin.
Haraftrat
eru
teir
tiltiknu
»sneakers«
frá
80’unum komnir aftur á
marknaðin.
Retro sneakers eru
aftur at síggja, og rigga
ógvuliga væl til stílin
í vár, sigur Hávarður í
Stórustovu.
Honum
dámar
eisini væl niðurring
aðar t-shirtir saman
við einum slitnum
kovboybuksum og
einum tættsitandi
leðurjakka.
– Hesin stílur
in er og verður
nógv at síggja, og
riggar væl til eitt
kvøld í býnum,
sigur Hávarður
í Stórustovu.
Menn hugsa
meira um
góðsku
Føroysk mannfólk vilja ikki hava bílig klæði.
Teir hugsa nógv um góðsku og merki – nógv
meira enn føroyskar kvinnur. Tað sigur Hávarður
í Stórustovu frá handlinum Skálki
Lagt til rættis: Barbara Holm
Hávarður í Stóru
stovu, leiðari í
Skálki í SMS