Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juni 2000síða 17

‹ fyrra síða allar 17 síður

Tekstur á síðuni

21. juni 9.56 22.15 8.56 21.15 9.11 21.30 11.56 – 0.38 12.56 8.11 20.30 7.11 19.30 10.11 22.30 11.11 23.30 9.41 22.00 10.56 23.15 22. juni 10.33 22.52 9.33 21.52 9.48 22.07 0.15 12.33 1.15 13.33 8.48 21.07 7.48 20.07 10.48 23.07 11.48 – 10.18 22.37 11.33 23.52 23. juni 11.13 23.34 10.13 22.34 10.28 22.49 0.52 13.13 1.52 14.13 9.28 21.49 8.28 20.49 11.28 23.49 0.07 12.28 10.58 23.19 – 12.13 24. juni 11.56 – 10.56 23.23 11.11 23.38 1.34 13.56 2.34 14.56 10.11 22.38 9.11 21.38 – 12.11 0.49 13.11 11.41 – 0.34 12.56 Suðuroyar-/ Skúvoyar-/ Hestfirði/ Vestmanna- Mykines- Nólsoyar- 2 fj. í LS úr Leirvíksfirði/ Kalsoyarfirði/ Hvanna- Fugloyar- Vágafirði Skopunarfirði Sundalagnum sundi firði firði Mjóvanesi Haraldssundi Svínoyarfirði sundi firði Dagur fp sp fp sp fp sp fp sp fp sp fp sp fp sp fp sp fp sp fp sp fp sp Vestfalskyrrindi 16. juni: Fullmáni 18. juni: Mánin longst frá jørðini 25. juni: Seinna kvarter Brúgvaløgini haðani við regni og vindi koma inn yvir Føroyar. Um vikuskiftið minkar vindurin og tað verður turrari. Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer eystureftir móti norðara parti av Norðsjónum og haðani í ein land- nyrðing. Fimm- daga- for- søgnin frá DMI Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, greiðir frá um veðrið Veðrið Telefon 311820 Telefax 314720 Internetadressa: www.sosialurin.fo e–mail: post@sosialurin.fo 13–18 m/s 13–18 m/s Kelda: Skipalistin 2000 10–15 m/s 10–15 m/s Í gjár Í dag 5–10 m/s 8–13 m/s Avfallið: 0,1 mm – mált frá 19./06. kl 600–20./06. kl 0600 Avfallið higartil í juni: 36,0 mm 100 150 5 10 15 20 25 30 50 0 Kelda: DMI AVFALL (mm): Higartil í juni Vanligt juni 200 Veðrið í dag: Strúkur í vindi upp í skrið av eystri og landnyrðingi. Skýggjað og támut og regn ein stóran part av tíðini. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið hósdagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrð- ingi. Skýggjað og támut og regn ein stóran part av tíð- ini. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið fríggjadagin: Andøvsgul upp í ein strúk av norði, men minkandi út á dagin. Skýggjað við regni ella ælaveðri, serliga fyrrapartin. Hitin umleið 8 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Hann minkar vindin niður í lítið lot av ymsum ættum, turt og skýggjað, og hitin verður umleið 7 stig. Seinni upp í strúk í vindi av suðri og landsynningi, við regni vestaneftir. Hitin økist upp í eini 10 stig. Hitalagið kring knøttin Illulisat Nuuk Qaqortoq Ammassalik Saint John‘s Halifax Reykjavík Seyðisfjørður Tórshavn Lerwick Aberdeen London Tromsø Bergen Oslo Stokkhólm Keypmannahavn Helsinki Moskva Berlin Warzawa Kiev Bukarest Paris Madrid Róm Malorca Athen Malta Tunis Beijing New Dehli Bangkok Jakarta Sydney New York Miami Los Angeles Meksikobýur Panama La Paz Rio de Janeiro Buenos Aires – 4 8 10 – – 10 7 10 11 14 29 9 12 – 20 20 17 12 29 20 15 20 29 28 25 29 23 26 27 35 34 32 31 16 21 28 21 20 – 10 – 10 0° 5 10 15 20 25 30 Kelda: DMI 10° 5° 15° 20° HITALAGIÐ: Miðal fyri dagin Vanligt juni Hitalagið mált frá 19./06. kl 0600–20./06. kl 0600. Hitin í gjár: 9,9°C Minsti hiti máldur í juni: 0,0° Mesti hiti máldur í juni: 20,0° Sól/regn Regn Regn Regn Regn Sirm Regn Sól/regn Sirm Gransking skal takast við fyrivarni Hóast nógv áhugaverd granskingar- úrslit verða løgd fram á ymsum ráð- stevnum, eigur slíkt at takast við fyri- varni, heldur stjórin á Føroya Fiska- virking EDVARD JOENSEN Gransking er góð. Men gransking skal eisini takast við eitt sindur av fyrivarni, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirk- ing. Hann er við á ráðstevn- uni um gransking, sum verður hildin í Norður- landahúsinum hesa vikuna. Meinhard Jacobsen ivast ikki í, at sumt av tí, sum kemur fram við slík høvi, onkusvegna kann brúkast í praksis. Men verri enn so alt, sum lagt verður fram, er praktiskt gjørligt soleiðis beinanveg. Við hvørt, metir hann, verður granskað mest fyri granskingina skuld. Tí ikki alt, sum granskað verður í, er brúkiligt í praksis. Granskað verður fyri at klárleggja nøkur ávís viður- skifti, sigur hann. Men hinvegin er eingin ivi í um, at til ber at brúka nógv av tí, granskarar finna fram til, tá tað er viðgjørt og tillagað, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking. Verð- ur arbeitt víðari við gransk- ingarúslitunum, kunnu tey so at enda brúkast til onkra heilt konkreta uppgávu, heldur hann. Meinhard Jacobsen, sig- ur, at okkurt heilt ávíst á hesi ráðstevnuni er vert hjá Fiskavirking at hyggja nærri at. Meira vil hann ikki siga um tað evnið. Hann sigur, at hann er ikki farin í Norðurlandahús- ið við teirri vón at síggja nakað, hann bara kann taka heim aftur við og brúka í morgin. Ørindini eru heldur at síggja og hoyra, hvat rør- ist á økinum og hitta fólk og fáa knýtt sambond, sigur stjórin á Føroya Fiskavirk- ing, Meinhard Jacobsen. Meinhard Jacobsen legg- ur tó dent á, at hevði hann ikki væntað at fingið nakað sum helst burtur úr ráð- stevnuni, hevði hann slett ikki farið niðan í Norður- landahúsið hesar dagarnar. Millumtjóða ráðstevna Reiðiliga 100 fólk eru um dagarnar á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Hetta eru granskarar, sum luttaka á ráðstevnu hjá WEFTA, sum er vestureuropeiskur granskingarfelagsskapur. Ásmundur Guðjónsson á Heilsufrøðiligur Starvsstov- uni er ein teirra, sum stend- ur fyri ráðstevnuni. Hann sigur, at WEFTA er ein av fýra alheims felagsskapum av hesum slagi. Hinir tríggir eru ein í Norðuramerika, ein í Suðuramerika og ein í Kyrrahavsøkinum. Hendan ráðstevnan, sum nú er í Føroyum, er ein í eini regluligari røð av ráð- stevnum, felagskapurin WEFTA heldur. Heilsu- frøðiliga Starvsstovan er við í WEFTA samstarvinum og beyð sær til at vera vertur hesaferð, sigur Ásmundur Guðsjónsson. Og tað fekk so mikið góða undirtøku, at avgjørt varð at hava ráð- stevnuna her. Tað, sum hendir á slíkari ráðstevnu er, sigur Ás- mundur Guðsjónsson, at granskararnir leggja fram úrslitini av tí, teir hava gjørt. Tað verður vanliga gjørt í fyrilestrum, sum hildnir verða á slíkum ráðstevnum. Ásmundur Guðjónsson sigur, at tað kemur altíð okkurt spennandi fram á eini slíkari ráðstevnu. Tað velst sjálvandi um persónin, sum lurtar, sigur hann. Summir av hesum fyri- lestrunum, sum hildnir verða her, eru rættiliga við- komandi fyri ein føroying, meðan aðrir eru heldur ab- straktir, sigur Ásmundur Guðjónsson. Hann sigur, at fyrilestrar- nir eru rættiliga vísindaligir. Her verður tosað nógv um, hvat hendir við fiski, eftir at hann er veiddur. Tosað verður um saltfisk. Hvussu best fæst burturúr. Hvussu farast skal fram, áðrenn salt- að verður og so framvegis. Nógv verður tosað um kemi á hesi ráðstevnuni, sigur Ásmundur Guðjóns- son. Um fysting, bakterio- logi og so framvegis. Dømi um fyrilestrar, hild- nir hava verið, eru ein um frysting og upptining av fiski, og hvat hann kann brúkast til aftaná. Hvørjar bakteriur eru í ymiskt við- gjørdum laksi. Og til dømis helt ein týskur granskari fyrilestur um parasittar í kongafiski. So tað fevnir víða, hóast evnið mestsum er tað sama allastaðni kort- ini. Føroyingar ov lítið við Føroyingar eiga ikki so nógvar granskarar, so før- oysku luttakararnir eru van- liga fólk frá fiskiídnaðinum á landi. Men onkur annar er tó við. Eitt nú hitti Sosial- urin Kjartan Kristiansen, stjóra á Menningarstovuni, á ráðstevnuni. Hann metir hetta vera eitt sjáldsamt høvi hjá føroy- skum matvørugranskarum at sleppa við inn um í vest- ureuropeiska matvøru- gransking. Ikki tí at vit hava so nógv- ar granskarar, sigur Kjartan Kristiansen. Men teir, vit hava, eiga at fáa fyrimunir av slíkum ráðstevnum. Hóast føroyingar ikki hava gjørt tað stóra burtur úr mati, so eru tað onnur sum gera tað. Vit koyra alt í »stórapott« og kóka ein tíma ella so, og so kann alt etast. Men so- leiðis er ikki aðrastaðni. Har eru fólk meira kræsin, sigur Kjartan Kristiansen. Og har verður mangan kelað fyri matinum. Tað verður kann- að og gjørt við, og har kem- ur granskingin inn. Kjartan Kristiansen harmast um, at gransking- arstova okkara, Heilsufrøði- liga Starvsstovan, er alt ov bundin av øðrum uppgáv- um, sum eitt nú eftirliti av ymsum slagi, til at hon kann virka sum ein verulig granskingarstova. Men hann uggar seg við at tekin eru í sól og mána til broytingar á hesum øki. Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni, er samdur við stjóranum á Før- oya Fiskavirking í, at ein slík ráðstevna er eitt óført høvi at fáa nýggj sambond. Tað ger tað lættari at sam- starva, tá ein kennir persón- arnar, sigur hann. Og altjóða samband skal nokk fara at vísa seg at vera til nyttuna, tá tú knappliga ein dag stendur og skalt brúka eitt- hvørt. Mynd: Jens Kristian Vang Hóast gransking kann vera góð og neyðug, eiga vit at taka úrslitini við fyrivarni, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, sum er á granskingarráðstevnu í Norðurlandahúsinum um dagarnar