mánadagur 28. januar 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Um fiskiríkidømi okkara eitur »fólk
sins ogn« ella »ogn landsins« hevur
kanska ikki so nógv upp á seg. Tað
heldur í øllum førum Jacob Vester
gaard, fiskimálaráðharri, sum ætlar
at fáa lógartekstin broyttan soleið
is, tí tað elvir til so nógvar misskilj
ingar, at føroyingar ganga runt og
halda, at teir eiga sín part av fiski
ríkidøminum privat.
Nakað soleiðis vóru orð fiskimál
aráðharrans borin um vikuskiftið.
Hann kundi akkurát tað sama sagt,
at handan orðingin er ov fólkslig
– fyri ikki at siga sosialistisk ella
kommunistisk.
Í øllum førum luktar tað illa hjá
fólkafloksmonnum, at fólkið í Før
oyum sum heild heldur seg eiga
hetta ríkidømi í felag. Og tað, hóast
fólkafloksmenn sjálvir hava verið
við til at gjørt hendan lógartekst
in.
Men hjá Fólkaflokkinum er
hetta júst lagaliga løtan at gera
slíkar broytingar. Hetta valskeiðið
er høvið at gjøgnumføra alla niður
laðingar av vælferðarsamfelagnum.
Hetta er høvið at flyta ognir frá
teimum mongu til tey fáu og geva
teimum, sum hava, lættar, meðan
tikið verður frá tí, sum lítið hevur.
Hóast Fólkaflokkurin hevur sitið
við valdið í næstan 40 ár út í eitt –
við einstøkum undantøkum, so
hevur flokkurin ikki havt so stórt
vald áður, sum hann hevur nú. Og
hóast Jørgen Niclasen fekk so nógv
oman yvir seg í formansuppgerðini
við Anniku Olsen, so hevur eingin
fólkafloksformaður
havt
størri
vald, enn Jørgen Niclasen nú hevur,
og flokkurin hevur ongantíð havt
so stórt vald fyrr, tí hann hevur
ongantíð havt so gott tak á einum
heilum flokki, sum hann hevur
á Sambandsflokkinum – og ong
antíð havt so stórt vald á einum
løgmanni, sum hann nú hevur.
Ikki ein gong tá Jógvan Sundstein
var løgmaður í 89-91 og tá Anfinn
Kallsberg var løgmaður frá 98-04
hevði flokkurin størri vald. Fyri ikki
at tala um, tá Breckmann leikaði í.
Munurin er bara, at meðan Breck
mann bara brúkti mussaskøðið, so
handlar Jørgen Niclasen!
Tí er hetta rætta løtan hjá Jacob
Vestergaard at »avsosialisera« fiski
vinnulóggávuna. Hetta er júst rætta
løtan at strika undir við feitum, at
tað er fjant og fjas, at okkara felags
tilfeingi er okkara felags ogn.
Nøkur fá, sum nakrir fáir peika
út, skulu eiga okkara felags ogn.
Tað er nógv nemmari fyri Fólka
flokkin.
Man fær tað stýrið, man hevur
valt. Føroyingar valdu Fólkaflokk
in og hjáflokk hansara Sambands
flokkin. Tað merkir, at Fólkaflokk
urin ræður yvir 16 atkvøðum á tingi.
Fyri teir smáu eru taburettirnar til
verugrundarlagið.
So jú: Fólkaflokkurin eigur løt
una – eisini at fjerna fjant og fjas
sum fólksins ogn!
Nú er lagaliga løtan at
»avsosialisera« vælferðina
Í farnu viku skrivaðu vit, at
tað bar illa til hjá Kringvarp
inum at viðgera fíggjarligu
trupulleikarnar hjá Dimma
lætting. Hetta tí tíðinda
leiðarin – sambært egnari
útsøgn – var ov væl við
leiðsluna á Dimmalætting.
Í morgun førdi vinskap
urin til, at dimmustjórin
slapp at reypa fyri opnari
mikrofon um, hvussu dugn
alig starvsfólkini á blaðnum
eru, nú tey fingu serstaka
heiðursløn leygarkvøldið.
Her nam tíðindaleiðarin
eisini við fíggjarligu trupul
leikarnar, sum Dimmalætt
ing hevur havt, men har var
okkurt komið heilt skeivt í
hálsin hjá henni. Hennara
niðurstøða var í øllum før
um, at ein orsøk til trupul
leikarnar var stríðið, sum
Dimmalætting hevur havt
við Prentmiðstøðina.
Fyrst
er
at siga, at
P r e n t
m i ð
støðin
varð stovnað sum felags
barn hjá Dimmu og Sosi
alinum. Tá fíggjargrund
arlagið undir Dimmalætt
ing mátti umskipast, misti
Dimmalætting
sín
ogn
arpart, men hetta merkir
altso ikki, at Prentmiðstøð
in nú skuldi prenta blaðið
ókeypis. Vit ganga út frá,
at Dimmalætting sjálvandi
má gjalda fyri sítt prent,
eins og ein og hvør annar
kundi hjá Prentmiðstøðini.
Stjórin á Prentmiðstøðini
hevur áður ført fram, at
tá Dimma ikki vildi ganga
undir hesar treytir. Ja, so
vildi Prentmiðstøðin heldur
ikki prenta blaðið. So tað er
at snarað tingunum 180 stig,
tá Liljan Weihe sigur Prent
miðstøðina vera orsøk til
sperdu fíggjarstøðuna hjá
Dimmu.
Men her av síðu 2 ynskja
vit
øllum
heiðraðu
fjølmiðla
fólkunum
hjartaliga
til lukku!
Sum onkur
lesur bíbliuna
Fólksins ogn – fjant og fjas
Onkuntíð verður skemtandi
sagt um fólk, sum ikki hava
serligt hegni at seta ð, at
lættast var, um tey settu øll
ð'ini niðast, so kundi lesarin
sjálvur sett tey upp á pláss.
Hetta er so í øllum førum
galdandi fyri tey, sum gera
skelti fyri Fótbóltssamband
Føroya.
Á stórum skelti í Gunda
dali við Tórsvøll roynir FSF
at greiða fólki frá umstøðu
num til landsdystir. Hølini
hjá Dansifrøi eru partur av
fótbóltsumhvørvinum.
Men tey í FSF hava helst
hildið, at navnið »Dansifrøi«
hevur sæð í so kollut út við
ongum ð – og tí hava tey sett
ikki færri enn tvey ð fyri líka
sum at pynta upp á navnið.
Vit kunnu soleiðis stað
festa, at talið á skeivum ð'um
svarar júst til talið á málu
num hjá fóltbóltslandslið
num í hesi undankappingini
– men so er vandin kanska
ikki so stórur fyri fleiri ð-feil
um frá FSF...
FSF sparir ikki upp á eddini
Vester
gaard legg
ur upp
veiðina
Tórbjørn Jacobsen
kjak á síðu 24
Nýggj
stuðuls
skipan í
eygsjón
Bjørn á Heygum
kjak á síðu 25
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000