Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nýggja skipanin við flat­ skatti, hevur bjargað arbeiðs­ pláss­um í Føroyum. Tað staðfestir Bergur Poul­sen, formaður í Arbeiðs- gevara­felagnum. Vit hava spurt hann, hvørjar royndir arbeiðs­ gevarar hava gjørt sær, nú flat­skatturin hevur verið í gild­ið í eitt ár. Tá ið flatskatturin varð sett­ur í gildið, var stóra her­ rópið, at nú skuldi tað loysa seg at arbeiða og at gongd fólk skuldi fáa meiri peng­ar um hendi fyri at seta sam­ felag­ið ígongd við størri nýtslu. Í fyrstu atløgu er Bergur Poul­sen ikki samdur í, at tal­ an er um ein flatan skatt. - Hetta er ikki ein flatur skatt­ur, tí øll rinda ikki tað sama. Tó ásannar hann, at skatt- urin er munandi flatari enn hann var, men sjálvur kundi hann hugsað sær, at skipanin verður púra fløt. Hugurin batnaður Bergur Poulsen sigur, at tað hann frættir frá ar­beiðs­gev­ ar­um, er tað lættari nú at fáa fólk at arbeiða yvir, enn tað hev­ur verið. Hann sigur, at hetta er í hvus­su so er galdandi fyri virki í framleiðsluvirkjum. - Viðhvørt var tórført at fáa fólk at arbeiða yvir, tí tað fór so nógv í skatti av yvir­ tíð­ini. Tað er munandi broytt, sigu­r Bergur Poulsen. Hevði tað ikki verið, høvdu virkini verið noydd at sett fleiri fólk – sum í nógv­ um førum ikki eru tøk, tí so nógv fólk eru longu farin av landi­num, tí har er skatturin lægri. Hann veit fleiri dømi um fólk, sum høvdu ætlað sær uttan­lands at arbeiða, tí har er skatturin lægri, men sum broyttu meining eftir at skatt­urin varð uplagdur. - Í so máta hevur nýggja skatta­skipanin bjargað nógvari arbeiðsmegi í landi­ num, tí høvdu øll hesi fólkini verið farin uttanlands, hevði tað lagt stórt trýst á lønirnar og hevði gjørt tað munandi dýr­ari at fingið arbeiði gjørt. - Føroya Land er at kalla drenað fyri summi sløg av hand­verkarum, so høvdu enn fleiri farið av landinum, sam­stundis sum ongin vildi ar­beitt yvir, hevði tað tað trýst lønirnar upp. - Sostatt hevur nýggja skatta­skipanin eisini gjørt sítt til at varðveitt okkara kapp­ingarføri. - Tað var eisini í síðstu løtu, at skatturin varð umlagdur, tí høvdu vit havt bíðað eitt ár afturat við gomlu skatta­ skipan­ini, høvdu nógv fleiri verið farin av landinum við teim­um avleiðingum, tað hevði havt við sær fyri trot á arbeiðsmegi, lønartrýsti og vers­nandi kappingarføri. Hinvegin ásannar Bergur Poulsen eisini, at tað hevur ikki lætt um lønarkrøvini frá fak­feløg­unum, at skatta­ trýst­ið er linkað. Hann dugir heldur ikki at siga um nýggja skatt­a­skipan­ in hevur skapt fleiri arbeiðs­ pláss. Men hann heldur í øll­um førum, at við tað, at skatta­ skipanin hevur gjørt sítt til, at kappingarførið ikki er versnað, hevur hon i øll­um førum ført til, at vit hava varðveitt fleiri fleiri ar­beiðs­ pláss í landinum. Somuleiðis fær hann ikki sagt nakað ítøkiligt um, hvørja ávirkan, nýggja skatta­skipanin hevur havt á eftir­spurningin. Bergur Poulsen ásannar kort­ini, at hann hevur ongi tøl at halda seg til, men at hetta er fatanin, hann hevur eftir at hava samskift við lim­ir í arbeiðsgevarunum. Flatskatturin hevur bjargað arbeiðsplássum EITT ÁR VIÐ FLATSKATTI Nýggja skattaskipanin hevur forðað fyri at fleiri fólk eru flutt av landinum, sigur formaðuri í Arbeiðsgevarafelagnum Í so máta hevur nýggja skattaskipanin bjargað nógvari arbeiðsmegi í landinum Jón Brian Hvidtfeldt Í valstríðnum uppundir løg­tings­valið í oktober 2011 boðaðu allir flokkar frá, at skattaskipanin mátti broytast. Úrslitið gjørd­ist sum kunnugt ein flat-skatta­skipan, ið var soleiðis lýst í sam­ gongu­skjali­num millum Sam­bands­flokkin, Fólka­ flokk­in, Miðflokkin og Sjálv­stýrisflokkin: ”Fyri at tað altíð skal loysa seg at arbeiða, verður ein flat­ skattaskipan sett í verk.” Nýggi skattastigin hevur ein skattafrían botnfrádrátt á 65.000 krónur og 20% í lands­ skatti av inntøkum mill­ um 65.000 og 500.000 krónur. Inntøkur yvir 600.000 krónur rinda 5% eyka av upphæddini millum 600.000 og 800.000 krónur, og 10% eyka av upphæddini yvir eina millión krónur. Sambært lógar­upp­ skoti­num, ið liggur til grund fyri flatskattinum, rokn­ar landsstýrið við ein­um samlaðum lætta í lands­skattinum uppá 265 milliónir krónur. Men so rokn­ar landsstýrið eisini við, at nýtskal fer at økjast og harvið kemur eisini meira inn. Okkurt um 40 milliónir roknar landsstýrið við at fáa inn av øktari nýtslu, og tí skal flatskatturin kosta 225 milliónir. Hesar pengar skal landskassin fáa inn við at skatta eftirlønir við inngjald, heldur enn útgjald. Men tað er ein onnur søga, ið vit ikki viðgera her. Broytti skattastigin hevur verið nógv umrøddur farna árið. Á hesum síðum lýsa vit nakrar av avleiðingunum av fyrsta árinum við flatskatti. Ferð á sam­ felags­ hjólini EITT ÁR VIÐ FLATSKATTI Undir slagorðinum ”Tað skal loysa seg at arbeiða”, fór landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í desember 2011 í løgtingið við sonevndu flatskattalógini. Grundgevingin undir lógaruppskotinum var, at skal búskaparvøksturin økjast, er neyðugt at hava eina skattaskipan, ið ikki tekur hugin frá borgarunum at arbeiða