Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. apríl 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Avloysari fyri leiðaran á Føroya Barnaheimi Søkt verður eftir avloysara fyri leiðaran á Føroya Barnaheimi at byrja skjótast tilber. Føroya Barnaheim er sjálvsognarstovnur. Barna- heimið er býtt í tvær deildir, Ungdómsdeildina og Familjudeildina. Á Ungdómsdeildini búgva vanliga 6-7 børn. Starvsfólkini eru 8 umframt 1 hálva tíð. Á Familjudeildini kunnu búgva upp til 4 familjur í styttri tíðarskeið. Á deildini starvast 9 starvsfólk. Umframt leiðaran eru harafturat skrivstovuhjálp og húsavørður, ið starvast hálva tíð. Føroya Barnaheim er ein stovnur, sum við umsorg- an, eygleiðing og viðgerð skal virka fyri at skapa trygg og mennandi kor fyri børn, ung og foreldur, meðan tey eru á heiminum. Hetta skal gerast í tøtt- um samstarvi við familjuna,barnavernd,stovnar og fakfólk annars við tí endamáli at geva innskrivandi barnavernd betri møguleikar at meta um støðuna hjá barninum/familjuni og møgulig framhaldandi hjálpartiltøk. Leiðarin hevur fakligu,fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av stovninum. Týðandi partur av starvinum sum leiðari er sam- starv við avvarðandi, barnaverndir, myndugleikar, skúla, ansingarstovnar, heilsuverk umframt fakfólk og onnur, ið varða av barninum/familjuni. Dentur verður lagdur á, at tann, ið settur verður, hevur góð leiðara- og samstarvsevni, hevur áræði, dugir at samstarva við ymisku fakbólkarnar og at skapa eitt mennandi umhvørvi fyri tey, ið búgva á heiminum, og starvsfólkini. Til starvið krevst útbúgving sum sálarfrøðingur, pedagogur, sosialráðgevi við eftirútbúgving innan leiðslu og familjuterapi ella onnur líknandi útbúgv- ing. Dentur verður lagdur á starvsroyndir. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggj- armálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið er tíðaravmarkað og í longsta lagi til kom- andi løgtingsval. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Fríðu Patursson á telefon 319727 eftir kl.17.00. Skrivlig umsókn við prógvi, viðmælum, v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 22. apríl 2004. Stýrið fyri Føroya Barnaheim att. Fríða Patursson P. við Steinsgøta 10 FO-100 Tórshavn Kunngerð Vegleiðandi fólkaatkvøða verður leygardagin 17. apríl 2004 um samanlegging av Elduvíkar Komm- unu og Oyndarfjarðar-Skála- og Runavíkar komm- unu. Atkvøðugreiðslan fer fram á niðanfyri nevndu støðum: Í Funningsfirði: í skúlanum Í Elduvík: í skúlanum Atkvøðugreiðslan fer fram fylgjandi tíðir: frá kl. 10.00-14.00 og frá kl. 16.00-20.00 og heldur fram til steðgur kemur í. Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða við at boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 441348 til 16. apríl 2004, kl. 17.00. Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 441348 í seinasta lagi 16. apríl 2004, kl. 15.00. Valkort eru send øllum veljarum í kommununi. Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal vera sagt kommunuskrivstovuni frá á tlf. 441348 í seinasta lagi 16. apríl 2004 kl. 17.00. Funningsfirði 06.04.2004 Elduvíkar kommuna Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Annað útbjóðingarumfar - visjónir og møguleikar Vit bjóða til limafund 14. apríl 2004 kl. 19.00 í Listaskálanum. Landsstýrismaðurin í Oljumálum, Bjarni Djurholm og stjórin fyri Oljufyrisitingina Sigurð í Jákupsstovu leggja fram. FOIB stuðlar tiltakinum. Vinarliga boða Vinnuhúsinum frá luttøku á telefon 311864 ella um teldu-post: industry@industry.fo í seinasta lagi týsdagin 13. apríl. Vælkomin OLJUTINGIÐ Petroleum Association of the Faroe Islands Í Býin Í Býin Í Býin Mat- seðilin Leygardagin 10. apríl: Nakkaflak Týsdagin 13. apríl: Milliónbúf Mikudagin 14. apríl: Saltkjøt Hósdagin 15. apríl: Høsnarungabringa Fríggjadagin 16. apríl Kotelettir Leygardagin 17. apríl Oksasteik Mánadagin 19. apríl Gjørda haru Týsdagin 20. apríl Fiskafrikadellir Mikudagin 21. apríl Grýturætt *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 22,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 30,00 Matstovan í Hoyvík Internet Sosialur www.sosialurin.fo in C M Y K 31 30