týsdagur 29. januar 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Flatskatturin setti ikki ferð á!
Tað var niðurstøðan í greinarøð
her í blaðnum mánadagin: At flat
skatturin ikki hevur sett ferð á
nýtsluna, og samstundis er inntøk
an av skatti nógv minkað.
Tó so, tað eru fólk, sum hava
fingið gleiði av flatskattinum, men
trupulleikin er bara tann, at tað ikki
eru tey fólkini, sum høvdu nýtt pen
ingin til økta nýtslu, sum hava fing
ið gagn av hesum lætta.
Men tað ljóðaði so pent, tá
Fólkaflokkurin orðaði tað í sam
gonguskjalinum, at »tað skal loysa
seg at arbeiða«. Gongd skuldi fáast
á búskapin við eini skattaskipan,
sum ikki tekur hugin frá fólki at
arbeiða.
Hinvegin kunnu vit øll stað
festa – bæði tey, sum eru fyri flat
skattinum og tey, sum eru ímóti –
at flatskattaskipanin er komin fyri
at verða. Soleiðis plagar tað altíð
at verða við politiskum skipanum
hjá Fólkaflokkinum. Hóast øll hini
siga seg verða ímóti, so fær Fólka
flokkurin broytingarnar samtyktar
kortini – og eingin samgonga er før
fyri at nerta skipanirnar aftur. Eitt
dømi er fiskimannafrádrátturin, og
nýggjasta dømið er flatskatturin.
Latið okkum ímynda okkum, at
vit eftir næsta val hava eina sam
gongu
millum
Javnaðarflokkin
og Tjóðveldisflokkin saman við
onkrum klípum úr teimum smáu
flokkunum. Tá skal eitt landsstýr
ið mannast við átta fólkum, sum
fáa lønarhækkingina, sum Kaj Leo
Johannesen helst fær í gjøgnum
fyri landsstýrisfólk upp á nakrar
hundrað túsund krónur. Tað merk
ir, at hvørt landsstýrisfólk av egn
um huga og av egnum vilja og av
egnum gerðum sjálvboðið skal
rinda 50.000 krónur eyka í skatti
– og løgmaður góðar 60.000 krón
ur. Ein samlað eyka skattarokning
til landsstýrisfólk upp á 4-500.000
krónur um árið?
Er tað hugsandi?
Hvørt løgtingsfólk skal somu
leiðis áleggja sær sjálvum eina
eyka skattarokning upp á einar
2.000 krónur um mánaðin bara av
løgtingslønini.
Er tað hugsandi?
Og mest av øllum verður tað
helst ein fólkauppreistur, tá tey,
sum hava fingið so stóran lætta nú
skulu kenna seg at verða við sviðu
soð.
Hjá
Palliba
verður
eingin
munur.
Flatskatturin er tí komin fyri
at verða. Her vendst ikki aftur.
Vit kunnu akkurát tað sama við
ganga tað og siga tað sum tað er,
at gjógvin veksur millum stættir
nar í Føroyum. Hetta er politikk
urin hjá Jørgen Niclasen, og hetta
er politikkurin, sum ein meiriluti
av føroysku veljarunum vil hava
– trumfaður ígjøgnum saman við
Jenis, Kára, Kaj Leo og atkvøðu
neytum teirra.
50.000 kr í skattarokning,
um flatskatturin skal broytast
Flatskatturin broytist ikki
Í blaðnum í dag kunnu vit
avdúka, at landið síðani 2005
hevur mist um 100 milliónir
krónur í MVG inntøkum.
Tað merkir, at nøkur fólk
hava tikið pengar, sum tey
eru sloppin at krevja inn fyri
landskassan – og brúkt pen
ingin til annað – heldur enn at
borið teir út á Argir til Taks.
Talan er um pengar, sum
fólk hava goldið í MVG – sum
er ein skattur, tey krevja inn
fyri landið.
Vit hava dømi um fólk,
sum sleppa at vassa for langt
út. So langt út, at tey drukna
og taka fólkið við sær.
Men tey steðga ikki fyri
tað. Tey byrja bara aftur í ein
um nýggjum felag.
Og tá feløg verða uppgjørd í
skiftirættinum, so er hetta í
mongum førum bara ein av
greiðsluspurningur. Hvussu
feløgini verða uppgjørd er
sum harragud veit. Ofta eru
als ikki pengar til ein bústjóra
– tá verður bara ein strika sett
undir – »felagið avtikið«, utt
an at nakar hevur ánilsi fyri,
hvar øll virðini eru farin.
Løgmaður er eitt gott
dømi um tað. So lítið skil var í
hansara feløgum, at rætturin
mátti bara upploysa feløgini
uttan at kanna, hvar virðini
vóru, tí har var einki klovið
oyra! Heldur ikki at gjalda
MVG til Taks.
So kunnu vit spyrja, um
landið tryggjar sær nóg væl,
tá so nógvir pengar kunnu
fara fyri skeytið.
Vit kunnu eisini spyrja,
hví maðurin á
hægstu politisku
rók ikki tekur
s p u r n
ingin í størri álvara, tá hann
kennir trupulleikan so væl
frá báðum síðum.
Nei, vit halda tað bestemt
ikki vera í ordan, at fólk á
hægstu politskum tindum eru
sek í slíkum tapi fyri land og
fólk. Tað er heldur ikki í ord
an, at fjórða statsvaldið eisini
er á hesum beteinkiliga lista,
tí hvussu skal varðhundurin
uppføra seg, tá hann sjálvur
hevur skitið í valsin? Hvussu
skulu fólk tá taka fjórða stats
valdið fyri fult?
Spell at løgtingið ikki vildi
fylgja ynskinum hjá Taks um
at stramma lógina upp so
leiðis, at tað fekk avleiðingar,
um mvg-uppgerðin ikki kom
til tíðina.
– Er tað rætt, at ein per
sónur, sum hevur kostað
landinum t. d. eina millión í
mistum mvg, næsta árið kann
tjena eina millión – uttan at
landið kann gera krav ímóti
honum?
Tá løgmaður kann –
kann eg so eisini?
Rækju
skip ikki
stóri trupul
leikin
Jan Højgaard
tíðindi á síðu 17
iPad
mini ein
gull
klumpur
Tøkni á síðu 22-23
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!