týsdagur 29. januar 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
89 tungumál í Føroyum
Leo Poulsen
Hetta er fyrsta fólkateljing
í Føroyum, sum Hagstovan
stendur fyri, tó at ein donsk
fólkateljing varð gjørd í 1977.
Spurningarnir eru um
fatandi, og teir mest áhuga
verdu eru savnaðir í einum
bóklingi, sum í dag verður
sendur í hvørt hús í landin
um.
Í bóklinginum, ið ber
heitið, »Øll telja við«, verð
ur á 32 síðum greitt frá, hvat
samlaða úrslitið av spurning
unum í Manntal, er.
Ein av sera áhugavedru
spurningunum
er,
hvar
nýggju føroyingarnir koma
frá.
Tølini vísa ikki óvæntað, at
flestu føroyingar verða føddir
í Føroyum., síðani koma
Danmark, Ísland Grønland
og Noregi. Áhugavert er at
síggja, at Filipsoyggjarnar
skumpa Stóra Bretland út av
listanum yvir seks tey lond
ini, har verandi føroyingar
eru føddir.
Ísland er nummar trý á
listanum yvir nýggjar føroy
ingar, og har er ein meiriluti
menn. Næstu fýra londini
- sum eru Grønland, Noregi,
Filipsoyggjar og Tailand - so
er ein stór yvirvág kvinnur,
sum eru føddar í hesum
londum. Serliga tá tað snýr
seg um Filipsoyggjar og Tai
land.
Tá tað kemur til foreldrini
hjá teimum, sum eru fødd utt
an fyri Føroyar, er Danmark
framvegis nógv tað størsta.
Síðani kemur Ísland, men
teimum á baki koma Filips
oyggjarnar, Tailand og Ru
menia. Á sætta plássinum
kemur Noregi, síðani Grøn
land og síðani Serbia, áðrenn
Stóra Bretland og Pólland
runda topp 10 listan av.
Tað eru í mongum førum
útlendsk
arbeiðsmegi,
ið
hevur leitað sær til Føroya,
men talan er eisini um rætti
liga fitt av ítróttafólki, eins
og føroyskir menn hava
leitað sær útlendskar hjúna
felagar.
89 ymisk mál
Hvussu
altjóða
føroyska
samfelagið er vorðið, sæst
aftur í hvørjum máli, nýggju
føroyingarnir fyrst lærdu at
tosa.
Børn fødd í Føroyum
lærdu at tosa ikki færri enn
89 ymisk tungumál sum
teirra fyrsta mál.
Hetta breiddi eg so víða
sum frá føroyskum, donsk
um, íslendskum, bretskum
og thailendskum yvir fyri
okkum ókend mál so sum
armenskt, mandarin, pers
iskt, svahili og urdu.
Foreldrini
hjá
teimum
fødd, sum búðu í Føroyum
11. november 2011 eru tey all
arflestu ein samanrenning av
føroyskum pápa og danskari
móðir (1786) og donskum
pápa og føroyskari móðir
(1220).
Síðani komu føroyingar
við báðum foreldrum donsk
um (706), og so var brøðra
tjóðin fyri norðan næst,
føroyingur-íslendari, og ís
lendari-føroyingur.
Av teimum, sum eru fødd
uttan fyri Føroyar og Dan
mark, eru tað serliga íslend
ingar, sum lýsa seg sjálvar
sum føroyingar. Eisini eru
grønlendingar skjótir at skíra
seg føroyingar, síðani fylgja
norðmenn, suðurkoreanar,
bretar, kolumbianar, sviar og
indarar á tí listanum.
92% av øllum, sum búgva
í Føroyum, lýsa seg sum før
oying, meðan tey átta eftir
verandi prosentini lýsa seg
sum føroying/danskara, ann
að, danskara ella føroying/
annað.
Til taks fyri øll
Føroyingar hava tikið rætti
liga væl undir við Manntal
og upplýst varð, at heili 98%
av øllum føroyingum hava
svarað spurningunum.
– Tað eru vit rættiliga væl
nøgd við. Tað merkir, at bert
2% av føroyingum, ella nakrir
fáir hundrað, ikki hava svara,
og tað kann vera orsakað av,
at teir ikki hava verið heima.
Eg haldi, at allir hagfrøðingar
mugu verða sera væl nøgdir,
tí hetta eru hagtøl, ið eru
ógvulig álítandi, sigur Øssur
Winthereig, sum hevur ver
ið ráðgevi í sambandi við
Manntal.
Men eitt er sjálvandi at
gera eina slíka kanning, ein
annar spurningur er, hvør
kann gera nyttu av henni.
– Tað kunnu vera øll. Tað
kann vera politiski mynd
ugleikin, ymsu aðalráðini,
skúlaflokkar, stovnar, stutt
sagt eru hagtølini til taks fyri
øll, sigur Øssur Winthereig.
Alt verður latið øllum
húskjum í Føroyum við
postinum í dag, mikudag,
og hetta er tann parturin, ið
mett verður hevur almennan
áhuga.
– Restin av greiningini
verður tøk innan ikki so
ógvuliga langa tíð. Men
hetta verður tilfar, ið ikki
verður mett hevur almennan
áhuga, men framvegis kann
hava áhuga millum serligar
bólkar so sum skúlaflokkar.
Hetta tilfar verður so tøkt á
heimasíðuni hjá Hagstovuni,
og sambært stjóranum á
Hagstovun i verður hetta
einaferð í heyst, sigur Øssur
Winthereg.
FÓLKATELJING Manntal legði í morgun fram fyrstu fyribils úrslitini
frá fólkateljingini, sum varð gjørd í november í 2011. Fleiri av
spurningunum góvu seg sjálvar, men nógv óvæntað svar komu eisini
Øssur Winthereig hevur verið ráðgevi í sambandi við fólkateljingina, Manntal
Mynd: Álvur Haraldsen