Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 marknagilsdepilin vit varð veita høvuðs­ linjurnar Arkitekturin: kitektin var avbjóðingin at varðveita heildina og m barberast skuldi av rokningini. t hevur minni glas i a at Finn Nørkjær, arkitektur hjá Bjarke Ingels Group, hevur teknað Marknagilsdepilin. Síðstu mánaðirnar hevur hansara bundna uppgáva verið at finna so nógvar sparingar sum tilber í føroya størstu byggiætlan. Myndir: BIG Fríggjadagur 25. januar 2013 · Nr. 10 ið upprunaliga skuldu vera 69,4 fermetrar, í staðin vera 65,5 fermetrar til støddar. Ein onnur avleiðing av at skalera bygningin niður er, at samlaða hæddin lækkar 3,80 metrar. k ndi tú ikki upp marknagilsdepilin FAKTA: Landsverk, sum er byggiharri, leggur í løtuni síðstu hond á sítt endaliga tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum. Í mun til upprunaligu ætlanina eru sparingar gjørdar fyri umleið 90 milliónir krónur. Bjørn Kalsø hevur boðað frá, at hann í næstum leggur broytta verklagslóg fyri løgtingið, har biðið verður um 64 milliónir krónur afturat teimum 391 milliónunum, ið longu eru játtaðar til Marknagilsdepilin. Afturat hesum pengunum verður roknað við at brúka umleið 60 milliónir krónur til innbúgv. Marknagilsdepilin er føroya størsta byggiætlan, og skúladepilin skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlabyrjan á sumri í 2016. portal.fo Á Portalinum ber til at síggja fleiri myndir av Marknagilsdeplinum Áki Bertholdsen Ætlaði skúladepilin við Mark­na­gili fer at kosta til­ sam­ans 515 milliónir krónur, tá ið hann er liðugur. Hetta er niðurstøðan í einum tilmæli, sum Lands­ verk nú hvur gjørt til polit­ iska myndugleikan um skúl­ an í Marknagili. Tá ið tilboðini vórðu lat­in upp síðsta summar, gjørd­ist greitt, at tey vóru væl hægri enn mett var í kost­nað­ar­met­ ingini. Úrslitið var nevniliga, at til­boðini vóru tilsamans 156 millión­ir krónur hægri, enn kostn­að­ar­metingin segði. Tilsamans skuldi hann annars kosta 391 milliónir krón­ur, umframt 60 milliónir til innbúgv, ella tilsamans 451 millión­ir krónur. Men sambært tilboð­ un­um, sum komu inn, hevði prísurin farið upp á tilsamans 607 milliónir krón­ur, íroknað innbúgv, og tað var meiri enn politiski myndug­leikin vildi góðtaka. Spara 92 milliónir Síðani hevur Landsverk, sam­an við ráðgevarunum og teimum, sum áttu lægstu boð­ini, arbeitt við at finna spar­ing­ar í verkætlanini. - Landsverk hevur lagt seg eftir at finna møguligar spar­ing­ar og samstundis varðveita funktionalitetin, heild­ina, umframt upp­runa­ liga arkitektoniska hug­skot­ ið, sum arkitektur, byggi­ nevnd og dómsnevnd hava peik­að á, sigur Landsverk í sín­um endaliga tilmæli, sum Sosial­urin hevur fingið innlit í. Men Landsverk leggur afturat, at tað ber ikki til at frem­ja sparingar fyri allar 156 milliónir krónurnar, uttan at hetta gongur út yvir funk­tiona­li­tet, virksemi á skúla­num, heildina og ásettu krøv­ini í byggiskránni. - Hinvegin ber til at gera sparingar svarandi til 92 milliónir krónur og samstundis varðveita all­ ar funktiónir og krøv, ið byggiskráin tilskilar, og somuleiðis varðveita arki­ tekton­iska hugskotið í pro­ sjekt­inum. Ætlaðu sparingarnar eru lagd­ar fyri bygginevndina, og hon tekur undir við, at pro­sjekt­ið verður broytt sam­svar­andi. Landsverk mælir sostatt til, at hesar sparingarnar verða gjørdar. Men tað merkir so, at Bjørn Kalsø, lands­stýris­ mað­ur í Mentamálum, má í Løg­tingið at biðja um eina eyka­játtan upp á 64 milliónir krón­ur. Sostatt fer skúlin at kosta 455 milliónir krónur sat byggja, men harafturat skulu 60 milliónir brúkast til innbúgv, so tilsamans fer skúlin at kosta 515 milliónir krón­ur. aki@sos.fo Fakta Soleiðis mælir Landsverk til, at sparingarnar kunnu gerast í Skúladeplinum í Marknagili. Minka samlaðu rúmvíddina umleið 2.000 m2. Hetta merkir m.a., at skúlastovurnar, sum skuldu vera 69,4 m2, nú vera 65,5 m2 Samlaða bygningshæddin lækkar 3,8 metrar. Bygningur G, sum er ein installatiónsbygningur, ið liggur atskildur frá skúlanum, verður sleptur og lagdur inn í høvuðsbygningin. Taka burtur eini 20% av glasfasaduni og brúka annað tilfar. Hetta kann gerast uttan at broyta skap og snið á bygninginum. Broyta ventilatiónsskipanina til eina einfaldari loysn, sum svarar skipanina í Ósaskúlanum í Klaksvík. Fremja ymiskar sparingar í el-arbeiðstøkuni. T.d við at minka talið av streymboksum í gólvinum. Broyta yvirflatur á gólvi, veggjum og lofti til eina bíligari loysn, men sum livir upp til ásettu krøvini. Marknagilsdepilin fer at kosta 515 milliónir SPARINGAR Landsverk mælir til, at 64 milliónir verða játtaðar til skúladepilin í Marknagili afturat Áki Bertholdsen Enn er óvist um skúla­depil­in í Marknagili verður bygd­ur. Tað ásannar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í menta­ málum. Hann fer nú at leggja til­mæli frá Landsverki fyri ein samgongufund, sum verð­ur seinni í hesi vikuni. Landsverk mælir til at játta 64 milliónir krónur aftur­at til verkætlanina og sam­stund­is verður staðfest, at tað ber ikki til at spara meiri, uttan at oyðileggja skúlan. Men landsstýrismaðurin ásann­ar framvegis, at fíggj­ ar­karmarnir eru øgiliga trong­ir og at hann ikki veit um politisk undirtøka verð­ ur fyri at finna 64 milliónir aftur­at til verkætlanina - Tað er ein spurningur, hvussu vit fáa alt at hanga saman, sigur hann. Útreiðsluneutralt Hansara vón er, at Tórs­ havn­ar Býráð letur eina hjálp­andi hond og keypir handilsskúlan og hallirnar í Smiðjugerði. Í øllum førum ætlar lands­týrismaðurin at lýsa bygn­ing­arnar t­il sølu og so vón­ar hann, at Tórshavnar Bý­ráð, ella onkur annar, bjóð­ar sær til at keypa fyri ein nøktandi prís. - Í hesum sambandi vón­ ar hann at kunna selja teir fyri ein prís, sum er so nær við tær 64 mill­ión­ir­nar, sum mangla í Markna­gils­depil­ in, sum gjør­ligt. Talan er um bygningar, sum liggja væl fyri og sum eru í góðum standi, sum heild, so vit fara ikki at selja teir, uttan at vit fáa ein góð­an prís fyri teir, leggur hann afturat. - Prísurin, vit fáa fyri bygn­ingarnar, skal helst vera so mikið góður, at tað slepst undan at biðja Løg­ ting­ið um eykajáttan, leggur landsstýrismaðurin aftur­at. Men so hevur tað eisini verið upp á tal, at Tórs­havn­ ar Kommuna kann leiga seg inn í Marknagilsdepilin, tá ið hann annars ikki verður brúkt­ur til skúla. Tað er eisini ein møgu­ leiki, heldur Lands­stýris­ mað­ur­in. Men hann staðfestir, at tað skal vera tað almenna, sum byggir og eigur skúl­an fult og heilt, og ikki Tórs­ havn­ar Kommuna. - At kommunan so fær loyvi at brúka skúlan, tá ið hann annars ikki verður brúkt­ur, er nakað annað, sigur hann. Leita eftir avlopi Bjørn Kalsø sigur, at kans­ka ber eisini til at fáa pen­ing, sum er settur av til aðr­ar verkætlanir, men sum ikki verða brúktur, til Mark­na­ gils­depilin. Hann vónar at frætta aft­ur frá Tórshavna kom­ mu­nu heilt skjótt. - Verður eykajáttanin til Marknagilsdepilin ikki nøkun­lunda útreiðslu­neu­ tr­al, verður tað torført at fáa politiska undirtøku fyri at játta meiri pening til endamálið, sigur Bjørn Kal­sø. Landsstýrismaðurin sig­ur, at heldur ikki hev­ ur hann gjørt upp við seg sjálv­an um hann er nøgd­ur fyri trygd­ina, hann hev­ur fing­ið um, at hend­an kost­ nað­ar­met­ingin fer at hal­da. - Tann spurningin fari eg at viðgera sam­an við umsitingini í Menta­mála­ ráð­num, sigur hann. - Talan er um so stórar upp­hæddir, at tað hvørki kann ella skal henda, at tað verður neyðugt at fara í Løgtingið einaferð afturat eftir eini eykajáttan til skúl­an. Hinvegin staðfestir hann, at uppi í kostn­að­ ar­met­ing­ini er rættiliga fitt sett av til óvæntaðar útreiðslur. Sáar enn iva um Mark­na­ gils­depilin MARKNAGILSDEPILIN Bjørn Kalsø setir nú sítt álit á, at Tórshavnar skal bjarga Skúladeplinum í Marknagili Bjørn Kalsø, lands­ stýrismaður í Menta­mál­ um, má í Løgtingið at biðja um eina eykajáttan upp á 64 milliónir krónur Í klønum tráð Marknagilsdepilin hongur framvegis í einum nokk so klønum tráð