týsdagur 29. januar 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Búnaðarstovan
fær Fámará
aftur í høvdið
Jón Brian Hvidtfeldt
– Tað er hervið staðfest, at
Búnaðarstovan hevur ikki
loyvi at selja festir, akkurát
sum eg ikki havi lov at
selja ex-konuna. Festið
skal bjóðast út til best
egnaða persón, fyri einki.
Og best egnaði persónur
at reka Fámará eri eg, sig
ur Johan Dalsgaard eftir
niðurstøðuna hjá Fiski
málaráðnum.
Johan Dalsgaard lesur
niðurstøðuna soleiðis, at
nú er stríðið um Fámará
ikki longur eitt stríð um,
hvør klárar at bjóða mest
fyri festið.
– Eg giti, at festið nú
verður lýst leyst og so fara
helst nøkur at senda inn,
og so verður niðurstøðan,
at eg eri best egnaður til
Fámará, sigur ein fegin
Johan Dalsgaard.
Hann vísir á, at drúgva
trætan um Fámará nú
hevur tikið eitt ár og
tríggjar vikur.
– Og eg havi ongantíð
kent meg so væl sum í dag,
sigur Johan Dalsgaard við
Rás2.
Nú havi
eg ein
kjans
FÁMARÁ
Eg eri sera
glaður um
niðurstøðuna,
tí higartil hevur
alt bara snúð
seg um pengar.
Og tá hevði eg
ongan kjans,
sigur Johan
Dalsgaard.
Jón Brian Hvidtfeldt
Johan Dalsgaard kærdi í
fjørsummar avgerðina hjá
Búnaðarstovuni, sum seldi
festið Fámara á uppboði til
hægstbjóðandi.
Í síni niðurstøðu ger Fiski
málaráðið greitt, at Bún
aðarstovan hevði ikki heim
ild at selja festibrævið fyri
Fámará.
– Hvørki materiel ella
fíggjarlig heimild er fyri av
gerðini. Rætturin at selja
festibrøv undir ávísum treyt
um er avmarkaður til festarar,
sambært lógini um landsjørð.
Hesin rættur kann ikki verða
víðkaður. Hetta merkir, at
Búnaðarstovan er ikki at meta
sum festari, og Búnaðarstovan
kann tí ikki selja festibrøv,
ljóðar niðurstøðan frá Fiski
málaráðnum.
Niðurstøðan hjá Fiski
málaráðnum er sostatt, at
Búnaðarstovan hevur als
ikki heimild at selja festið
Fámará.
Fiskimálaráðið tulkar lóg
ina um landsjørð soleiðis:
– Samanumtikið er Bún
aðarstovan ikki festari, og
kann tí ikki koma í eina so
nevnda
”festaralíknandi
støðu”. Var tað ætlanin við
lógaruppskotinum, at Bún
aðarstovuni
skuldi
verða
heimilað at selja festibrøv,
so hevði Løgtingið samtykt
tað. Rætturin til at avhenda
festibrøv í lógini um lands
jørð fevnir sostatt ikki um
Búnaðarstovuna.
FÁMARÁ Fiskimálaráðið hevur ógildað søluna av festinum Fámará, og
biður samstundis Búnaðarstovuna viðgera alt málið av nýggjum.
Óheppin lóggáva
Jón Brian Hvidtfeldt
Stjórin á Búnaðarstovuni
hevur fingið nakað at hugsa
um, eftir at Fiskimálaráðið
í gjár vendi øllum Fámará-
málinum á høvdið.
Fyrsta staðfestingin hjá
Bjørn Patursson er, at lóg
gávuverkið, tað er lógin um
landsjørð, eftir øllum at
døma má broytast.
– Eg handlaði út frá bestu
sannføring, men má nú stað
festa, at okkara heimild er
ikki nóg ítøkilig, sigur Bjørn
Patursson.
Um ítøkiliga málið, festið
í Fámará, hevur Bjørn Pat
ursson ikki stórvegis við
merkingar.
– Nú er hetta somikið
nýtt, at vit mugu viðgera
málið nærri, áðrenn eg kann
siga nakað meira ítøkiligt um
tað, segði Bjørn Patursson við
Rás2 týsdagin.
FÁMARÁ – Neyðugt er at Búnaðarstovan fær materiella og fíggjarliga heimild at selja festi,
sigur Bjørn Patursson, sum eftir niðurstøðuna hjá Fiskimálaráðnum eftirlýsir lógarbroyting.